Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í dag var so okkara næsti dagur í jungluni ;) Vit vaknaðu báðar øgiliga kaldar og høvdu eisini ilt í kroppinum, av tí at vit lógu bara á nøkrum fáum teppum. Men hóast tað, svóvu báðar tvær tað mesta av náttini. Vit ótu morgunmat, og síðani var farið til gongu aftur. Hesa ferð gekk leiðin til bygdina Bangkaulam, og vit gingu fyrst í 2 tímar.
Komin til bygdina sluppu vit at leggja taskurnar frá okkum og gingu so víðari til Elefant Camp. Hetta tók uml. 45 min. Vit sóu, meðan elefantarnir vórðu vaskaðir og fóru síðani avstað á elefanti. Hesin elefant-túrurin var heilt annarleiðis enn hin, sum vit royndu í tí fyrra junglutúrinum. Vit hildu, at hesin var farligari, av tí at vit gingu ordiliga úti í jungluni, har gøturnar bæði vóru smalar og brattar. Aftaná at hava riðið á elefanti í 1 tíma, fóru vit aftur til bygdina, har okkara taskur vóru - her fingu vit "lunch". Vit øll ótu okkum proppmett av nudlusuppu, sum smakkaði ordiliga gott :)
Nú var so tíðin komin, har vit skuldu brúka okkara redningsvestar, sum vit høvdu borið gjøgnum alla jungluna - nú skuldu vit bamboorafta :D Vit hildu, at hetta var sera skeg, av tí at áin var so breidd og djúp. Harumframt var tað eisini ein heilt ónátúrliga vøkur náttúra. 2 tímar seinni komu vit so til bygdina Bonjen. Her steðgaðu vit, tí her skuldu vit yvirnátta. Vit sluppu sjálvi at velja millum tvey hús, hvar vit vildu sova. Tey lokalu búgva vanliga í hesum húsunum, men av tí at vit komu hartil, vóru tey flutt inn til onnur fólk í bygdini.
Meðan vit sótu uttanfyri á terrasuni og bíðaðu eftir døgurða, kom eitt franskt nýgift-par - Emily og Pier. Tey bæði vóru á teirra honeymoon og vóru, sum vit, eisini á einum trekkingtúri, men tey høvdu eina aðra guide.
Aftaná døgurða sótu vit øll við bálið. Ein lokalur maður kom har, og spældi musikk fyri okkum við onkrum instrumenti, sum verður kallað "Que" - hetta líkist eini blokkfloytu. Hon er gjørd burturúr eini frukt og úr bambusi. Tá maðurin hevði spælt ein sang fyri okkum, sluppu vit at royna instrumenti.
Vit fóru síðani at spæla eitt spæl, og tann, sum tapti rundina, bleiv málaður á andlitini við svartari øsku ;) hetta var sera skeg, og tí fingu vit eisini nakrar stuttligar myndir.
Hesa náttina svóvu vit harafturímóti sera gott, av tí at vit høvdu madrassir at sova á, og fleiri teppir at balla okkum við, so at vit ikki vóru køld í nátt.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Jonny Eg eri spent uppá at síggja tykkara myndir og um nøkur av tykkum báðum bleiv mála :)
Gurið og Gunnvá Vit endaðu báðar við at blíva málaðar ;)