Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :D
Í morgun vóru vit so troyttar, at vit svóvu líka inntil kl.12 - fyrstu ferð vit hava sovið so longi á okkara ferð, men orsøkin til hetta var, at vit ikki fóru í song fyrr enn kl.5 :) Vit skrivaðu blogg, løgdu myndir út, og so eisini sótu vit og roksaðu við Malin og Jim.
Vit fóru fyrst ein gongutúr at vita, um vit funnu okkurt at eta. Men av tí at tað var sunnudagur var hetta øgiliga ringt, so vit fóru bara aftur á guesthouse'ið. Her møttu vit so aftur Malin og Jim. Vit fóru so at planleggja okkara ferð saman, tí tey vildu fegin koma við okkum til suður Thailand :) Vit avgjørdu so fyrst at fara á Koh Lanta í tríggjar nætur, síðani til Koh Phi Phi, har vit eisini ætla at vera tríggjar nætur. Vit bíløgdu hostel til hesu støð, men áðrenn vit fingu bílagt nakað til Phuket, vóru vit báðar noyddar at fara avstað, tí okkara Chiang Mai-túrur byrjaði. Meðan vit planløgdu og bíløgdu hostellir, fingu vit okkum at eta á Guesthouse'inum. Tá vit endiliga vóru komnar í tokið, sigur Gunnvá: "Tú Gurið.. Eg haldi, at vit gloymdu at betala fyri matin..". Og so brustu vit útúr at flenna. Vit høvdu bara runnið avstað, tí vit skuldu skunda okkum so nógv. Ups! So nú hopa vit bara at Malin og Jim betaldu fyri okkum, tí so kunnu vit bara geva teimum pengarnar aftur, tá vit møtast um 12 dagar :)
14,5 tíma langi túrurin í tokinum yvirraskaði sera nógv. Vit høvdu vænta tað ringasta, men hann var sera góður og gekk skjótt. Vit høvdu keypt okkum stóran matpakka - thailendskar oreo's (bæði originalar og við sjokulátakremi), sjokuláta chips, vanlig chips, tyggigum og tvær vatnfløskur. Alt hetta kostaði okkum uml. 24 kr ;) Alt er sooo mega bíligt her :D
Eftir tveir tímar fóru vit at hyggja eftir filmi (Law Abiding Citizen) á telduni hjá Gunnvá - hann var mega góður! :) Og aftaná tað fóru vit so at sova; vit høvdu hvør sína song, men endaðu at sova í tí somu :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Jonny Ljóðar spennandi at tit vera í ferðlag við Malin og Jim. Gott tit høvdu ein jaligan toktúr - 14,5 tímar í toki, tað ljóðar sum ein dómur :) Klemm