Profile
Blog
Photos
Videos
Heey aftur :)
Nú hava vit so sovið okkara fyrstu nátt í jungluni.. og ja, vit funnu útav, at tað eisini kann vera ordiliga kalt í Thailandi! Vit høvdu ikki so nógv heit klæðir við út í jungluna, so vit lógu og frystu alla náttuna. Vit búðu í eini bambushyttu, har tað var flugunet og ein tunn madras, ið allar deildu, og so eisini ein koddi og 3-4 teppir til hvønn. Gurið svav í jakka, men einki hjálpti hjá henni, men Gunnvá fekk tó sovið rættuliga nógv :)
Í Thailandi hava tey hønur og hanar. Hesi gingu beint uttanfyri bambushyttuna hjá okkum, og byrjaðu at gala longu kl. 4, og steðgaðu ikki fyrr enn kl.8. Openbart gala thailsendskir hanar bara áðrenn sólarris (ella hvørfalt teir í jungluni ;)).. Vit vóru um at blíva svakar, men einki hjálpti at siga við teir :p
Vit fingu morgunmat kl. 8.30, og síðani skuldu vit ganga í uml. 2 tímar - tí nú skuldu vit royna bamboorafting! :) Meðan vit gingu, sá tann eina guidin tarantula. Hetta er ein sera stórur og hárutur eiturkoppur. Hann er eisini sera vandamikil. Av tí at vit gingu rættuliga skjótt, vóru fólkini, ið skipaði fyri bamborafting-túrinum, ikki komin, so vit steðgaðu eina løtu við ein foss. Her var sera vakurt, eins og restin av Thailandi er. Stephano og báðar guidirnar fóru enn tá at svimja.
Vit dámdu sera væl bamborafting! :) Vit stýrdu sjálvar, og eftir okkara meining kláraðu vit tað rættuliga væl ;)
Aftaná at hava etið, fóru vit at koyra við toki. Tað, ið er serligt við hesum toki, er, at hetta toki koyrdi ta søguligu rutuna, ið er kend sum Death Railway.
Síðani fóru vit aftur til Bangkok. Vit koyrdu í bussi í 4 tímar, tí busssjaførurin hvørgan visti hvar hotellið var ella dugdi enskt! Men tíbetur fann Gurið eitt kort, ið vísti hvar hotellið lá, so tað eydnaðist okkum at finna hotellið.
Alt tað besta til tykkum har heima! :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Helgi Hetta sær rættuliga spennandi út.....góðan túr víðari :)
Beinta Spennandi at lesa um tykkara upplivingar og so deiligt at síggja myndir :) Góðan túr til Chiang Mai :) muss og klemm
Jonny Stuttligt at lesa um alt tit longu hava upplivað. Deiligt at síggja myndirnar eisini. Har er eisini sera vøkur náttúra. Góða túr víðari! Muss og klemm
Elsebeth Stuttligt at lesa :) orduliga góðar myndir. Tit mugu hav góðan túr víðari :-)
Sigmundur Hey tit báðar. Stuttligt at frætta frá tykkum. Sær rættiliga spennandi út. Góða ferð víðari. :-)