Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :D
Vit hava funnið útav í dag, at vit eeelska Bangkok! :D Veðrið hevur verið perfekt til at gingið og hugt eftir øllum hesum ymiska. Tað hava verið 30 gradir, men yvirskýggja :)
Vit hava nú sovið okkara fyrstu nátt í Thailandi. Vit vóru ikki uppi fyrr enn kl.10, men Gurið upplivdi Jetlag í nátt. Hon vaknaði longu kl. 4, men tað eydnaðist henni at sovna aftur eftir at hava ligið vakin eina góða løtu :) Aftaná vit báðar høvdu verið undir brús, fóru vit at hyggja eftir býnum. Uttanfyri hotellið stóð ein tuk tuk, sum sæst á myndini. Sjaførurin bjóðaði seg til at koyra okkum runt til ymisk støð, ið vóru verd at síggja - hetta vildu vit gjarna. Fyrst fóru vit til eitt tempul. Hetta templið hevði lutir úr fleiri ymiskum londum, so av tí at Thailand var miðdepilin fyri hesu lond, kom templið at standa her. Tá vit vóru á veg út úr templinum, kom ein maður, ið arbeiddi har, rennandi við trimum pinnum, ið vit skuldu brennað. Hesur pinnarnar skuldu geva okkum eydnu - teir umboðaðu heilsu, vælveru og kærleika.
Hareftir gekk leiðin at hyggja eftir The Golden Buddha. Her máttu vit vera ílætnar soleiðis, at hvørki knø ella akslar sóust. Vit vóru so noyddar at fara á eitt wc at skifta. Hetta wc'ið var sooo lítið, at man næstan ikki fekk vent sær har inni - og tað endaði við at Gurið misti shorts'ið á gólvið, so tað bleiv rættuliga skitið. Síðani fóru vit inn í templið. Her var ein kempi stór Buddha (3 metur høg), gjørd av gullið. Fólk sótu (nærmast lógu) framman fyri hesa og bóðu - rættuliga áhugavert at síggja.
Á veg til klongurnar steðgaði tuktuk sjaførurin við eitt eksotiskt centur. Her inni vóru ein rúgva av ymiskum ringum, ið vóru gjørdir úr rubin og safir. Á aðru hædd vóru nógvir ymiskir lutir, ið vóru hondgjørdir av the hilltribe fólkunum í Norður Thailandi.
Síðani fóru vit ein siglutúr í klongunum, ið tók uml 1 tíma. Klongurnar ganga frá eini stórari á, ið er vestan fyri sentrum í Bangkok. Tuktuk-sjaførurin bíðaði eftir okkum á landi :) Vit sigldu við einum sokallaðum "longtail boat". Her sóu vit m.a. Wat Arun Ratchawararam og Grand Palace. Hareftir fóru vit í gjøgnum klongurnar, har vit sóu, hvussu fólkið, sum býr har, livdu. Flestu húsuni vóru rættuliga skirvislig. Tey stóðu á pelum, sum vóru í vatninum. Tað var sera áhugavert at síggja, at slummurin lá síðu um síðu við tað ríka og flotta umhvørvið, so sum Wat'ini (templini). Meðan vit sigldu her, vóru vit so hepnar at síggja ein varan (hesin er í ætt við fýrbein, men bara nógv størri). Tá vit høvdu siglt eina løtu, sóu vit tríggir lítlir báta koma ímóti okkum; hetta vóru sølufólk. Tann eini báturin hongdi seg fastan í okkara, og konan í bátinum spurdi, um vit ikki vildi keypa okkurt. Av tí at hon ongar framtenn hevði í yvirmunninum, lespaði hon so illa, at vit bara noyddist at gita okkum til, hvat hon segði. Gurið keypti pinnar at eta við :) Vit halda báðar, at hetta var tað mest áhugaverda hagartil í Bangkok, av tí at man sá býin frá einum heilt øðrvísi sjónarhorni.
Tá vit komu á keiina aftur, lá tuktuk-sjaførurin í tuktuk'inum og svav :) So aftaná at hava vakt hann, koyrdi hann okkum til eina restaurant. Her keyptu vit tveir rættir av thailendskum mati, sum vit deildu. Tá vit vóru blivnar mettar, var næstan ikki minkað av tallerkunum, av tí at portiónirnar vóru so øgilga stórar.
Síðani gekk leiðin til Sleeping Buddha templini. Hesi vóru sera flott, og her sóu vit eisini munkar.
So spurdi sjaførurin okkum um okkurt, sum vit ikki heilt skiltu, so vit søgdu bara ja. Hareftir steðgaði hann við ein tøj handil. Vit fóru so inn, men vit høvdu ikki ide fyri, hvat vit skuldu gera har inni, so vit fóru bara útaftur. Aftaná at vera komin í tuktuk'in aftur greiddi maðurin frá, at hann fekk onkrar kuponir ella okkurt tílíkt, um vit vóru inni í einum sovorðnum handli í meira enn 10 min, so hann lokkaði okkum at fara inn í ein annan handil. Meðan vit vóru í hesum handlinum, bestemmaði vit okkum bara at fáa tað mesta burtur úr. So vit royndu thailendskir kjólar. Her kom Gunnvá eitt sindur í neyð, tí konan, ið arbeiddi har, vildi so gjarna selja henni kjólan. Men av tí at vit bara liva í einum ryggsekki, kann man ikki keypa nógv :)
Eftir at vit høvdu gjørt hesa tænastuna fyri tuktuk-sjaførin, koyrdi hann okkum til Chinatown. Hann lat okkum sjálvar bestemma, hvat vit skuldu betala honum :) Vit valdu at geva honum 200 TBH (baht) :) Síðani fóru vit gongutúr í gjøgnum tær rokaligu gøturnar í Chinatown. Her funnu vit eitt 7 eleven, sum vit fóru inn í og keyptu okkurt at eta. Eftir hetta tóku vit ein tuktuk aftur til hotellið.
Vit hava sæð øgiliga nógvir hundar í dag; hetta kemst av, at í Bangkok eru sera nógvir heimleysir hundar.
Tað, sum vit serliga hava lagt tilmerkis her í Bangkok, er ferðslan. Bilarnar, skutarnar og tuktuk koyra bara sum best ber til. Tey koyra vinstrakoyring her í Thailandi, men um tað ikki er pláss á vinstru síðu, so fer man bara yvir á høgrusíðu at koyra :p Eisini eru nógvar síðugøtur, ið bert tuktuk og skutarar passa at koyra í gjøgnum. So tá vit komu út av síðugøtuni við nógvari ferð, vóru vit líka við at vera ákoyrdar av einum bili. Tí eru vit báðar blivnar einigar um, at vit ONGANTÍÐ fara at royna at koyra bil í Bangkok! :D
Klemm Gurið og Gunnvá :)
- comments
Mariann Hey tit báðar. Spannandi at hoyra frá tykkum, ljóðar alvorliga áhugavert. Alt tað besta ;*
Karin Tað er gott tit hava upplivað nógv spennandi í dag....stuttligt at lesa bloggin :) Havi tað gott
Jonny Spennandi at lesa, tit hava longu upplivað nógv. Ja, eg kann ikki ætla hvat neyð Gunnvá hevur verið í, tí hon ikki kundi keypa kjólan frá konuni. Stakkals kona :) Havi tað gott og ansi eftir hvørjari aðrari. xoxoxoxo
aron spennandi at lesa hendan bloggin ,eg gleði meg at síggja bíløt av tykkum ansi væl eftur tykkum
Beinta åh, so spennandi ljóðar tað heila :) gleði meg at síggja myndir :)
Aksel Sera spennandi :) eg vil hava ein tuk tuk :)
Gudrun Sum tað er spennandi at lesa, ansi væl eftir tykkum:)
Elken Hey tit báðar. Stuttligt at lesa um tykkara upplivingar longu fyrsta dagin. Alt tað besta.
Andrea. Ordiliga skeg at lesa. Áhugavert, at tit fáa so nógv burturúr. Alt tað besta til tykkum og framhaldandi góða ferð. :)
Carl Bech Kann onkur av tykkum keypa mær eina Manchester United t-shirt við heim? ;-)