Profile
Blog
Photos
Videos
Hey :)
Nú eru vit endiliga í Bangkok!! :D
Áðrenn farið var á flogvøllin, vóru vit úti í Field's við Rúnu, Søren og Idu. Her keyptu vit m.a. eitt vatntætt kamera, sum vit kunnu brúka, tá vit fara at dykka, rógva kano, riverrafting o.s.fr., og so sjálavndi eisini flugunetið, sum vit fara at sova undir í nátt :) Tá vit vóru lidnar at keypa, ótu vit í Sunset og omaná keyptu vit okkum ein softice :)
Flogtúrarnar vóru ordiliga strævnir. Flogtúrurin til Wien tók 1 ½ tíma. Tá vit lendu í Wien var tað fyrsta, sum vit hoyrdu umborð á flogfarinum, ein sympfoni - so hetta passaði sera væl til okkara ímynding av Wien :) Vit vóru á flogvøllinum í Wien í 1 ½ tíma, áðrenn vit skuldu byrjað uppá langa flogtúrin til Bangkok, sum vardi í næstan 10 tímar - so vit hava flogi í alla nátt. Hvørgan av okkum dugir at sita og sova, so tí hava vit bert sovið í 1-2 tímar í nátt. Men tíbetur vísti tey fleiri ymiskir filmar umborð, so tíðin gekk ikki alt ov seint. Í flogfarinum fingu vit eisini serveraðan góðan mat. Vit fingu fyrst døgurða - Gurið valdi sær kylling, meðan Gunnvá át pasta. 2 tímar áðrenn lending fingu vit síðan servera morgunmat, so sigast kann ikki, at vit gingu svangar umborð.
Tá vit vóru lendar í Bangkok, stóð ein kona við skilti og bíðaði eftir okkum og nøkrum donskum gentum. Vit búgva á sama hotelli :) Í kvøld hava vit eti thailenskt saman við tveimumav teimum. Hetta smakkaði sera væl, so vit (Gurið og Gunnvá) hava avgjørt at eta Thai ofta meðan vit eru í Thailandi - um ikki hvønn dag :D
Nú sita vit á New Road Guesthouse , sum er okkara hotel her í Bangkok :) Kamari er ikkiav tí allar størsta, men her er stórt felagsøki, har fleiri ung sita. So tí er hetta ein góður møguleiki at møta nýggjum fólki.
Nú vita vit ikki meira at fortelja fyri hesa ferð. Havi tað gott har heima :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Jonny Deiligt at hoyra frá tykkum. Vónandi sova tit væl nú aftaná ein langan flúgvitúr. Klemm
Mannbjørn Deiligt at hoyra frá tykkum, øll lata heilsa her.
Sigmundur og Marjun Gott at frætta frá tykkum. Øll í húsinum lata heilsa :o)
Gudrun & Brynjolf Gott at frætta frá tykkum, ansi væl eftir. Omma og Abbi
Karin Eg hopi tit sova gott í nátt.....okkurt spennandi síggja tit nokk í morgin, havi tað gott og passi uppá tykkum.
Beinta Ordiliga deiligt at hoyra frá tykkum:) gleði meg at hoyra, hvat tit uppliva í morgin :) klemm klemm