Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit!!!
Í morgun skuldu vit aftur surfa kl. 9 og blivu tí vaktar kl. 8. Av tí at vit fóru tíðliga í song í gjár, vóru vit úthvíldar og væl fyri at fara oman at surfa. So aftaná at hava etið morgunmat, gekk leiðin oman á strondina. Áðrenn vit fóru at surfa, mátti Gunnvá koyra klistur á fingraspísarnir hjá sær, tí húð var skrava av teimum, tá hon surfaði í gjár, og hon fekk eitt sindur ilt hvørja ferð, hon nemdi við okkurt. Tá hetta var gjørt, vóru vit klárar at fara at surfa! :)
Í morgun lærdu vit, hvussu man fær meiri ferð (pump'ar) og hvussu man stýrir surfboardinum, tá man hevur fangað eina stóra aldu. Tað gekk ordiliga gott hjá Gurið í dag, og hon stóð uppi næstan allatíð, meðan Gunnvá helt, at tað gekk minni gott hjá sær. Aftaná at hava surfa í 2 tímar, fóru vit undir brús, av tí at vit ikki skuldu surfa meira í dag.
Aftaná at hava verið undir brús og etið lunch, fóru vit at gera okkum klár at fara avstað - nú skuldu vit koyra við bussi til næsta surf-campin. Vit søgdu bei við Volmer, tí hann skuldi ikki víðari hartil, sum vit skuldu. Øll hini, sum vit høvdu prátað við, skuldu eisini við sama bussi sum vit. Gurið sovnaði beinanvegin í bussinum, meðan Gunnvá sat eina lítla løtu og las, áðrenn hon eisini sovnaði. Vit hava nú endiliga lært okkum at sova í bussi :)
Tá vit eru komin til býin, ið liggur tætt við surfcampin, hava vit eitt stopp, har vit hava møguleika at keypa okkurt at hava við okkum til surf-campin. Vit fóru í supermarked'ið, har vit keyptu slikkipinnar og sjokolátu at hava við okkum. Tá øll eru komin aftur í bussin, koyra vit víðari. Busssjaførurin sær so at summi surfa á sama staði, sum vit skulu surfa á í morgin, so vit gera eitt lítið stopp her. Vit fara so øll út úr bussinum, har vit síggja strondina og hyggja eina løtu eftir teimum surfa.
Síðani gongur leiðin til surf-campin. Vit verða vælmóttiknar av øllum, og vit fáa kamar. Vit báðar deila kamar saman við danskarunum, Line, Rune, Line og Mikki - tað eru tvey pør, og undarligt nokk eita báðar Line. Beinanvegin vit eru komin uppá pláss, fara vit øll saman við einum av instruktørunum harfrá oman á strondina at hyggja okkum um, harumframt síggja vit eisini felagsøkið, har man plaga at sita um kvøldið og hugna sær. Aftaná at hava hugt okkum um, leggur Gunnvá seg í eina heingjukoyggju at lesa, meðan Gurið fer oman hartil, sum tey plaga at brenna bál um kvøldið. Her situr hon og øll hini sum eru á hesum surf-campinum og práta. Aftaná ein løtu fer Gurið eisini at finna sær eina heingikoyggju at leggja seg í at lesa. Áðrenn vit vita av, er døgurðin klárur, og vit fara at eta.
Aftaná fara tey flestu oman til felagsøkið. Tað er sera hugnaligt her við bæði báli og musikki. Vit sita her og práta. So finna Gurið og Kevin uppá eitt spæl, har man fær 3 ymiskt orð, og skal síðani fortelja eina søgu, sum inniheldur hesi 3 orðini :p Hester og Nick koma síðani at spæla við. Nick er ein sum arbeiðir her. Gunnvá fer avstað áðrenn øll hini, tí hon er so móð og vil eisini gjarna sleppa at lesa bók ;p Um 23-tíðina koma øll hini í song, tí vit skulu týðiliga upp í morgin :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments