Profile
Blog
Photos
Videos
Heyyy tit!! :)
Í morgun skuldu vit hava okkara fyrsta surf lesson. Vit blivu vakt kl. 8, og blivu biðin um at gera okkum klár at fara at surfa. Vit lata okkum í tey klæðini, sum vit skuldu surfa í, soleiðis at vit eru nøkulunda klárar at fara, eftir at vit hava etið morgunmat. Tá vit hava etið, lata vit okkum í wetsuits og smyrja sólkrem á okkum, áðrenn vit fáa eitt surfboard útlevera. Vit skulu ganga eitt sindur hartil, vit skulu surfa, men tað tók tó ikki so leingi alíkavæl. Hetta er surf lesson nr. 2 hjá øllum øðrum uttan okkum báðum, so vit fingu líka eina skjóta lesson frá surf-instruktørinum Matti, áðrenn vit sloppu oman í vatni at royna okkum. Hann vísti okkum, hvussu vit skuldu paddla, og eisini hvussu vit skuldu sleppa upp á boardið at surfa. Vit vóru sera spentar at vita, hvussu tað fór at ganga okkum. Tær fyrstu ferðirnar, vit royndu at koma upp at standa, hjálpti instruktørurin okkum, men ikki fyrrenn triðju ferð eydnaðist tað okkum báðum at koma upp at standa :) Vit vóru sera stóltar, og fóru út aftur við góðum móti. Vit halda, at tað gekk rímiliga gott hjá okkum báðum, eftirsum hetta var fyrstu ferð, vit royndu at surfa. Instruktørarnir hjá okkum itu Matti, Jai og Fletch.
Vit komu upp aftur, og gleddu okkum longu til seinnapartin, tá vit aftur skuldu surfa. Tá vit vóru komnar niðan aftur til campin, fóru vit at sóla okkum eina løtu, áðrenn vit fóru at eta lunch. Aftaná at hava etið, fóru vit í kamarið at fáa okkum ein døgurðaslang - vit steinsovnaðu og vaknaðu ikki aftur, fyrrenn vit skuldu surfa. Vit vóru ordiliga troyttar akkurát tá, men so skjótt vit komu í vatni, klárvaknaðu vit. Áðrenn vit fóru útí, fingu vit nøkur ráð um, hvussu man paddlar úteftir. Hetta er nokso ringt, tí aldurnar reka jú beint ímóti tær. Vit surfaðu aftur í 2 tímar, og báðar hildu, at tað gekk nøkulunda framá við surfingini.
Vit fóru síðani upp og løgdu okkum aftur at sóla okkum, tí vit vóru so troyttar. Her slappaðu vit av til kl. 16.30, tá fleiri fóru oman á strondina. Vit fóru við teimum - tey ætlaðu at fara at sparka á strondini, so vit hugsaðu, at vit so hvussu so er kundu fara oman við at hyggja at. Vit vóru eini 20 fólk har niðri, so meðan fleiri sparkaðu, sótu vit báðar og nøkur onnur longur uppi á strondini og hugdu at. Tey høvdu tikið ein hátalara við oman, so vit lurtaðu eftir musikki, meðan vit sótu her og prátaðu og hugnaðu okkum. Gurið sat og prátaði við eina danska gentu, sum æt Sarah og var frá Vejle. Eftirsum Mie og Camille, sum vit møttu úti á Fraser Island, eisini vóru frá Vejle, spurdu Gurið Sarah, um hon kendi tær báðar. Tað gjørdi hon faktiskt - hon hevði nemliga gingið í gymnasium saman við Mie ;p so vit hildu hetta vera ordiliga undarligt, men skeg. Meðan sat Gunnvá og tosaði við eina írska gentu. Á veg niðan aftur til campin, prátaðu vit við ein danskara, ið eitur Volmer, sum er 18 ár. Vit sótu saman til døgurða og prátaðu aftur við hann tá.
Eftir døgurða var undirhald á skránni - ein nokso eldri maður samlaði øll fólkinum saman í felagsøkinum. Her var ein pallur, og hann tók nøkur fólk við uppá pallin; hesi fólkini skuldu spæla á hvørt sítt instrument. M.a. vóru trummur, sum var faktisk tað einasta, vit vistu, hvat tað var.
Aftaná at undirhaldið var liðugt, fór Gunnvá á kamarið at lesa bók, har hon sovnaði. Gurið fór at roksa við Volmer eina løtu; tey funnu útav, at vit vera í Sydney somu tíð, so um tað ber til, fara vit at møtast við honum har. So skuldi Gurið líka fara at fáa sær vatn at drekka; drekkivatn er í køkini, har eisini eitt pool borð er. Her spæla Line og Hester pool, meðan Rune bíðar. Gurið fer so at roksa við Rune, meðan tær spæla pool. Tá tær eru lidnar, avgera vit at fara at spæla double, so Gurið og Hester bjóða danskaranum av. Hester tapti spælið ímóti Line, so vit sóu svart uppá at vinna, tí Gurið dugir heldur ikki gott pool. Men vit blivu við at fáa okkara kúlur í, og tað endaði við, at vit vunnu. Vit vóru so stoltar :p So vildu Rune og Line sleppa at spæla eitt spæl afturat, og tað gjørdu vit so. Hetta vunnu tey tíverri, so vit noyddist spæla eitt afturat, ið skuldu vera tað avgerandi. Hetta var tætt, men Gurið og Hester vunnu tað! :) Vit fóru øll í song hareftir.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments