Crescent Head, New South Wales
Heey aftur :)
Í dag er okkara síðsti dagur á mojo surf. Vit hava eina surf lektión í morgun um 7-tíðina, men tá tey komu at vakja okkum, fóru vit ikki upp. Gunnvá hevði næstan einki sovið alla náttina vegna pínu í eini tá, sum eisini gjørdi at hon haltaði. Knøini hjá Gurið høvdu tað ikki ov gott, tí tey tóku fallið, tá hon datt í storminum í gjár, so heldur ikki hon kláraði at standa á einum surf boardi, tí tá skal man hava...