Profile
Blog
Photos
Videos
Fríggjadagin vóru eg og Tine aftur úti hjá Leig og Susanne og gjørdu papírarbeiði. Á veg heim, møttu vit tveimum sum eisini eru volontørar her og vit fóru allar at hyggja at einum brúðarhandli, sum NLAI skal opna her í december, og tað var eitt sera fínt høli, sum tey skulu leiga brúðarkjólar út og so eisini selja ymiskar smykkur sum tey gera á Kioo Lulu smykkufabrikkini, og í samband við tí skulu vit hava eitt stórt stuðulstiltak mitt í býnum tann 30. november, so tað er ordiliga spennandi. Tá eg kom heim sat eg bara og læs "Den Hvide Masai" alt kvøldið, ið er um eina sveisiska gentu, ið bleiv forelska í einum Masai manni og flutti út í bushina við honum.
Leygardagin var eg á barnaheiminum og hevði spælirúmið opið, og so var eg eisini og ruddaði í kontainarinum eina løtu aftaná.
Sunnudagin var eg í kirkju og síðani var eg við Leif og Susanne og nøkrum volontørum eitt sindur uttanfyri býin, við Lake Elementaita og bara sótu og nýttu útsýnið og ein drekkamunn á einum flottum hotellið har. Eftir tað fóru vit heim til Leif og Susanne at eta stoktan fisk til nátturða.
Mánadagin vóru vit á Safari við Lake Nakuru, so dagurin byrjaði áðrenn klokkan 07.00 um morgunin, men vit vóru heima aftur klokkan 12, so tað var ikki so galið. Tað var heilt øðrvísi at verða á safari her, tí tað vóru sera nógvir fuglar og vit sóu ikki so nógv stór vill djór, sum í Masai-Mara.
Tá eg kom heim hevði eg mín fyrsta ordiliga frídagur har eg einki skuldi og bara kundi gera tað sum eg hevði hug til. Eg kom heim, vaskaði klæðir og so lá eg úti á takinum og sólaði mær, fyri fyrstu ferð síðan eg kom her, allan dagin. Um kvøldið tosaði eg so við Ninni, av tí at hon hevði føðingardag, við Jaspur og við mammu og pabba.
- comments