Profile
Blog
Photos
Videos
Fríggjamorgunin fór eg tíðliga upp og meðan eg sat og át morgunmat fekk eg rósur. Jaspur hevði ordan tað so at eg skuldi fáa rósur á okkara 2 árs degi.
Vit fóru ein weekend túr til Lake Baringo fríggjamorgunin. Fyrst skuldu vit sigla út til eina oyggj og verða har í ein dag og so skuldu vit aftur til fastlandið og verða í summarhús har í ein dag. Og veðrið skuldi eitast altíð at verða gott í Baringo, men tað var tað ikki. Fríggjadagin var yvirskýggja og regn, men tað bleiv betur út á seinnaparti, tað sama leygardagin. Men sunnudagin var veðrið super, men tað byrjaði at regna á heimferðini.
Á veg til Baringo møttu vit eini breiðari á, sum rann yvir um vegin, og har vóru vit noydd til at koyra í gjøgnum vit persónbilinum upp á sleip. Tað var akkurát sum tað ordiliga Afrika eg hevði fyristilt mær. Vit skuldu so sigla yvir til oynna og komin yvir fóru vit so at eta frokost og meðan vit sótu har, var tað onkur ið fekk eyga á eina slangu. Men hon var kløn, ein gras slanga, og ikki farlig.
Síðani skuldu vit fara at svimja og sóla okkum við svimjihylin og eg fór oman í okkara telt at skifta, og gita hvat eg møtti har? Eg sá okkurt røra seg ímillum netið og toy-hurðina á teltinum, 20 cm uppi yvir har eg akkurát eg hevði gingið inn í gjøgnum. Og bleiv lívsforskrekt, sjálvt um eg sá at tað var ein gras slanga, ið ikki var farlig, so hugsaði eg hvussu eg skuldi koma út aftur, at eg akkurát hevði verði 20 cm frá eini slangu, og hvat nú um tað hevði verði ein farlig slanga, hvat hevði eg skula gjørt? Slangan skreið so eitt sindur og so byrjaði hon at koma inn í telti. Eg royndi at banga upp undir loftið, og tá trekti slangan seg aftur, men hon stakk skjótt høvdið inn aftur. Tíbetur kom ein maður framvið, ið kundi taka hana vekk við einum stavi, og eg slapp út úr teltinum aftur. Men eg vildi bara sleppa vekk av oynni, og hvat skuldi eg gera? Vekk slapp eg ikki. Har fann eg so út av at eg eri bara bangin fyri slangum, og ikki fyri øllum hinum kryb'unum, men dámi tey bara ikki.
Men vit fingu í tí minsta skift til eitt betur telt, har hurðin kundi latast ordiliga aftur og so máttu vit taka trupulleikarnar har í frá.
Eg fór so at svimja og sóla mær eina løtu og so hugsaði eg hvussu eg skuldi fara í brús aftaná, tí tað tordi eg ikki. Fyri slangum. Men tað endaði so við, aftaná at hava kanna alt í teltinum sum kundi kannast, at eg fór í brús við sandalum á, so eg var klár at renna út um ein slanga kom. Og sjálvandi var ein stórur eiturkoppur á vegginum á wc'inum tá eg var liðug, men honum var eg ikki bangin fyri, so tað var okay.
So kom næsta problemi. Aftaná vit høvdu havt barbeque og eti lekkran mat, skuldi eg sjálvandi í song, men tað kundi eg ikki. Var alt ov bangin, og ikki høvdu vit nakað mosquito net at verja okkum eitt lítið sindur við. Men tað endaði so við at eg legði meg í seingina í klæðum og prøvaði at sova. Og tað eydnaðist eitt sindur. Eg svav ikki serliga nógv, men eg svav.
Leygardagin blivu vit so vakt við at fáa juice til teltið og við at njóta útsýnið. Vit slappaðu so bara av allan morgunin og allar 'kvinnurnar' sótu og gjørdi jólastjørnur uttanfyri eitt telt, tað var ordiliga hugnaligt. Eftir døgurða fóru vit so yvir til fastlandið aftur og meðan vit sigldu sóu vit nøkur áarross sum spælu sær í einum hyli beint við vatnið. Komin til fastlandið fóru vit so til eina slangu-park og har kundi man fáa eina kvælaraslangu um hálsin, men tað tordi eg so ikki, men eg prøvaði so at nerta við hana, tað var altíð eitt framstig fyri meg.
Síðani fóru vit í okkara fantastisku summarhús, sum vit skuldu búgva í í ein dag og tað var ordiliga lekkurt og ikki so nógv kryb sum áðrenn, men vit skuldu enn passa upp á slangur. Vit gingu so rundt á plássinum og sóu okkum um og nýttu veðrið, ið var blivið eitt sindur betur. Til nátturða fóru vit út at eta og á veg til húsið aftur møtti vit einum áarrossi, ið var komi upp á land at eta gjøgnum náttina. Seinni um kvøldið sóu vit so eisini fleiri áarross og vit tendraðu vit bál, høvdu sangløtu og grillaðu ein fisk vit høvdu fingið fyr rum dagin, so tað var ordiliga hugnaligt við stjørnuklárum himli og øllum nárttúruljóðinum.
Sunnudagin fóru vit so sum tað fyrsta at eta morgunmat og so á krokodillijagt. Vit gingu runt á økinum og sóu eini 6 krokodillur, ið lógu hægst 10 metrar frá okkum. Síðani fóru vit í kirkju, so út at eta og svimja og sóla okkum og so heim aftur. Á vegnum steðgaðu vit við ekvato, so hevur man eisini verði har.
Mánadagin var so aftur tíð til papírarbeiði úti hjá Leif og Susanne. Men tað var ikki bara papírarbeiði á skránni, jólatræið bleiv tikið fram, eg bakaði syropskøkur og pakkaði gávur inn.
Týsdagin vóru eg, Tine og Søren so aftur tíðliga úti hjá Susanne og Leif, men hesaferð var tað ikki til papírarbeiði, sjálvt um eitt sindur av tí eisini bleiv gjørt. Vit vóru 21 danskarir og 3 føroyingar, ið skuldu hava jólafrokost um kvøldið, so vit stákaðust við mati allan dagin. Og vit høvdu eitt sera gott kvøld og man kom ordiliga í jólhýri, við øllum jólamatinum og jólasangunum. (Men hann er langt síðan farin í ommu sína, sjálvt um tað er 1. dec. í dag ;p )
Onsdagin var ein serligur dagur, her í Nakuru. NLAI skuldi hava eitt stórt stuðulstiltak mitt í býnum. Vit býrjaði við at ganga gjøgnum allan býin, við hornorkestrinum hjá Frelsunar Herinum fremst og so fleiri frá NLAI aftanfyri, ið deildi flyers um arbeiði hjá NLAI og um nýggja brúðarhandilin út. Síðani vóru framførðslur, søla av ymiskum ið NLAI skapar og selur og Fasionshow við brúðarkjólum, ið NLAI hevur fingið frá Lilly Kjoler í Danmark, og sum verða leigaðir út. (Alt hetta var í samband við at ein nýggjur handil opnar og at fáa fólk tilvitaði um arbeiði ið NLAI ger her.)
Um kvøldið var so tíð hjá Tine og Søren, sum eg havi búð saman við síðan eg kom her, at fara heim frá Nakuru, so eg sat einsamøll inni í alt gjárskvøldið, og tað var sera merkiligt, tá man er vanur at hava fólk rundan um seg alla tíðin. Tey hava eisini verði ein sera stór hjálp við at falla til her niðri og um tað var nakað man yvaðist í tá man kom her var bara at spyrja tey.
Í dag var so aftur ein dagur úti hjá Leif og Susanne og tað var sera nógv at gera, tað er tað sum so altíð, men serliga seinastu tíðina, tí nú skal alt tað man er í gongd við fáast liðugt áðrenn man fer heim, og tað er ikki altíð bara sum at siga tað.
Til nátturða í dag fekk eg so eina grashoppu í høvdið meðan eg sat inni og át, enn eitt kryb-upplivilsi… Tey eru mong eftir hondini.
Nú hopi eg ikki at eg havi skriva alt ov nógv, men tað sæst at eg havi ikki ordiliga havt tíð at skriva, tí tað hevur verði sera nógv at gera. Hopi tit bera yvir við mær ;)
- comments
bjørg Je elski at lesa tín blogg. Eri bara so hamrandi øvundsjúk! Hervilig sjúka. Her ganga ogor og fjasast við tombola fyri at fáa pengar at arbeiða við har niðri, meðan tú bara er mitt í rokanum. Heilsa endiliga rundanum um tje - svørtum sum hvítum. Alt tað besta.