Profile
Blog
Photos
Videos
Týsdagin vóru vit eisini úti hjá Susanne og Leif og gjørdu papírarbeiði og eftir tað vóru vit á skúlanum við skrelliplássið og vóru við tá ommurnar hittust. Har lærdi eg tær so at hekla húgvur, tí tær gera allar taskur úr plastik, og har hekla tær á sama hátt sum vit gera í føroyum. (Myndin er harfrá. Og tit síggja at ein hevur barnið við og at ein situr og heklar húgvuna.)
Mikudagin vóru vit aftur hjá Susanne og Leif og gjørdu papírarbeiði og tá vit komu heim fortsettu vit við tí. So tá hendi ikki serliga nógv.
Hósdagin vóru vit so allar á sjúkrahúsinum, tí vit hava ikki havt tað serliga gott við búkinum seinastu dagarnar og tað vísti seg at eg hevði bakteriur í blóðinum og av tí at eitt ella annað tal var almindeligt og eitt annað lágt so kundi tað verða malaria, men av tí at eg taki doxycycline (fyri malaria) kundi tey ikki taka ein blóðprøva sum kundi vísa um eg hevði tað ella ikki, so eg fekk nakað fyri at fyribyrgja tí, um tað var malaria. So nú fara vit allar vónandi at hava tað fragari heilsumessiga.
Eftir at hava verði hjá læknanum fóru vit so út til Susanne og Leif aftur. Og í dag skuldu vit gera klárt til at senda jólabrøv til allir sponsoranir, og tað tók langa tíð at fáa gjørt allar konvuluttanir klárar við at stempla, skriva "by air" á og koyra 3 frímerkir á hvønn konvulutt. Vit komu so ikki so seint heim og kvøldið hevur gingið sera skjótt tí eg havi sitið og koyrt myndir á facebook og internetið gongur ikki heilt so skjótt sum har heima, so tað tekur langa tíð.
Í morgun vóru vit so aftur úti hjá Susanne og Leif og gjørdu eitt sindur av jólabrøvunum til sponsorarnar klár at senda. Og so gjørdi eg eisini kontórarbeiði, eg eri í holt við so liðugt sum tað nú kannst gerast. Vit fóru so til býin aftur um trý tíðina og hugdu eitt sindur í handlar, men av tí at eg havi fingið so nógvar tablettir at taka, havi eg verði sera móð í dag, og tí fór eg fyrr heim og kundi sova eina løtu áðrenn nátturða. Og til nátturða í kvøld gjørdi Søren mat (hann er útlærdur kokkur) til okkum øll sum búgva saman og konuna, Florence, sum altíð ger mat til okkum. Og vit fingu oksahalar. Og tað er ikki ein gong lygn! Tað var oksahalar, og teir smakkaði ikki so heilt galið. Og til dessert hevði Tine gjørt súreplakøku. So vit ordiliga hugnaðu okkum og vóru ikki liðug við at rudda av fyrr enn klokkan 22.00. So kvøldið hevur gingið ordiliga skjótt, og tað er ikki sum í byrjanini, tá vit einki hevði at gera og tað var forferdiligt at verða innisperraður hvørt einasta kvøld.
- comments
Helen: Uha... Vónandi er tað ikki malaria tú hevur fingið :O Góðan betring :* Mamma letur heilsa ;)
Alice Nei, men eg fái so medicin fyri tí, so um tað er tað, skuldi tað nokk farið vekk skjótt :P Men takk fyri og heilsa aftur :)