Profile
Blog
Photos
Videos
Í gjár vóru vit so aftur á centrinum, og har skuldu vit hjálpa til at sortera klæðir úr Onglandi. Eitt hold av dreingjum 10-14 ár, hava verði í Onglandi og spælt kriket og við heim aftur hevði teir eini 20 kuffert av klæðum, leikum og øðrum. Tað skulu vit so sortera, so allir næmingarnir á skúlanum kundu fáa nýggj klæðir. Eftir tað fóru vit í býin at eta frokost og aftaná nátturða vóru vit hjá Josef, einum lokalum dreingi, sum hevur verið gøtubarn og nú er komin heilt fyri seg og roynir at fáa sítt egna tourist-guide firma upp at koyra. Vit vóru hjá honum alt kvøldið og tað var sera hugnaligt. Hugdu at film og tosaðu um túrar, sum hann skal fyriskipa fyri okkum.
Í dag skuldu vit so aftur sortera klæðir og tað blivu vit so eisini liðugar við. Vit vóru heima longu klokkan 15.30 og tað var altso heilt merkiligt, tí vanliga eru vit leingi á centrinum ella fara vit í býin aftaná at vit eru lidnar á centrinum. Vit kundu so fáa okkum drekkamunn og slappa av leingi áðrenn nátturða. Eftir nátturða fór streymurin sjálvandi, so tað endaði við, at man mátti vaska tað síðsta av teimum skitnu klæðunum í køldum vatnið og við stearinljósið fyri at síggja nakað. Og so gekk kvøldið sum tað vanliga ger. Við telduna, sudoku og eitt sindur av kontórarbeiði.
Og annars so havi eg akkurát funnið útav at eg kann koyra myndir á her, saman við blogginum, uttan at tað er for besverligt, so eg skal royna at skriva blogg við mynd ;)
- comments