Profile
Blog
Photos
Videos
So eri eg komin til Afrika í øllum góðum.
Eg hevði nakrar tímar á flogvøllinum í Amsterdam, men teir gingu rímiliga skjótt, so tað var ikki so galið. Eg møtti teimum sum eg skuldi fylgjast við frá Amsterdam tá eg var komin til flogvøllin í Kenya og stóð í kø til at fáa visum, so eg havi faktis ferðast einsamøll heilt til Kenya, men tað gekk bara heilt gott.
Eftir at vit lendu í Nairobi, tók tað 2 tímar at koma inn til býin og tað var kø næstan allan vegin, so vit velja bara at kalla tað tålmodighedens land, tí alt gongur líka seint, og vissi man ikki nær nakað í dag, klárar man tað í morgin.
Tá vit so høvdu koyrt í 2 tímar var tíð upp á at fara á wc, so tað mátti blíva alment wc, tí tað var einki annað í nærheitini og tað var so eitt av teimum wc'inum har tað var hol í jørðini. So nú hevur man so prøva tað, sum man ikki kláraði at gera í Sri Lanka.
Vit vóru so allan dagin í Nairobi og fingu ordna internet, telefon nummar og onnur praktisk ting.
Vit komu so til Nakuru seinni um kvøldið. Vit eru 5 sum búgva saman í einari íbúð, 4 gentir og ein drongur, og so eta vit hjá konuni sum eigur íbúðina, sum býr beint við síðurnar av. Eg fekk eitt sindur av einum chockið tá eg sá hvar vit skuldu búgva, tí eg visti ikki ordiliga hvat eg skuldi væntað, men tað var so ikki serliga lekkurt. Men man skuldi bara venja seg við tað, og nú eri eg komin yvir chockið og komin ordiliga upp á pláss og eri "flutt inn".
Í gjár vóru vit so úti hjá parinum, Leif og Susanne, sum standa fyri NLAI í Nakuru. Har vóru vit 10 danskarir (uttan eg) sum vóru saman og har fingur vit ein ordiligan drekkamunn við vanligum køkum og so grillaðu vit seinni og vóru ikki heima fyrr enn seint um kvøldið.
Í dag vóru vit so í kirkju, og 3 tímar flugu avstað. Tað var ordiliga áhugavert og ordiliga festiligt. Eftir tað vóru vit úti og ótu og so vóru eg, Viktoria og Camilla og sóu okkum um í býnum.
Nú er so kvøld og vit eru ikki úti hjá nøkrum her í býnum, so vit eru innisperraði í íbúðini, av tí at tað er farligt at verða úti tá tað er myrkt.. So tað er gott at hava fingið internetið at virka ordiligt, so man hevur okkurt at fáa tíðina at ganga við.
Nú er so eisini fyrstu ferð tað regnar síðan eg eri komin her. Hava annars bara havt summar og sólskin.
- comments