Profile
Blog
Photos
Videos
Eeeendiliiiga fingu vit sol aftur!! :P Vedrid hevur verid gott allastadni, men av ti, at vit bara hava verid i storum byum vid ongari strond, hava vit ikki ligid og solad okkum, sidan vit voru i Mission Beach, Australia.. Bara eitt litid sindur i Cairns, Australia, men tad var ikki nogv. So vit hava glett okkum leingi at sleppa til Phuket, id hevur fleiri strendur :)
Vit lendu vid flogfari i Phuket 19. jan. Her vordu vit avheintadar av einum manni, id koyrdu okkum til hotellid. Tad tok 50 min. at koyra, so vit logdu okkum at slappa eitt sindur av i bilinum. Vit gjordu ikki tad stora um dagin, gingu bert runt og kannadu, hvat var at gera har og otu sjalvandi. Men vit foru i biograf um kvoldid :D Hehe! Tad er so deiliga biligt at fara i biograf her, 100 bath, sum er 15 foroyskar kronur :) So eg vaenti, at vit fara i biograf aftur i Bangkok, men ta skulu vit nokk vera klarar uppa stuttfilmin um kongin.
Naesta dagin foru vit tidliga upp at eta morgunmatsbuffet, sum vit to mattu gjalda 200 bath i part fyri, og sidan a STRONDINA. Hon la bert 5 min. til gongu fra okkara hotelli, so tad var so deiligt. Vit fingu poolhandklod fra hotellinum og leidadu okkum liggistol a strondini. Har voru fleiri folk, flest skandinavar, serliga svenskarar. Vit logu ikki so leingi og soladu okkum. Adrenn vit foru heim, keyptu vit okkum okkurt at eta a eini matstovu. Heimkomnar foru vit beint i song.
Tridi dagurin minti sera nogv um fyrra dagin. Vit foru upp tidliga at eta morgunmatsbuffet og sidan a strondina. Har er deiliga avslappandi, men tu faert ikki frid fyri folki, id royna at selja ymiskt. Tad er alt moguligt tey royna at selja: Heingikoyggjur, kjolar, massagu, frukt, vatn, pyntiting, smykkir og hvat veit eg! Ein madur kom yvir til Maluna vid onkrum hann vildi selja, men sum Malan ikki var ahugad i at keypa, og segdi: "Do you want?" Malan: "No, thank you!" Hann: "Yees!" lol! Tad er ofta ringt hja teimum at fata, at man ikki vil keypa fra teimum. Hehe! Men onkuntid selja tey okkurt man er ahugadur i. Solrun keypti saer ein nalvaring og ein taring, og vit allar triggjar fingu okkum fotreinsning, har tann deyda hudin undir fotinum verdur fjernad. Har var gott nokk nogv deyd hud, id kundi skavast av, og vit foldu storan mun eftir hesa "vidgerd". Eitt sum folk eisini royna at selja, medan man roynir at slappa av, eru atgongumerki til ymiskar klubbar. Vit keyptu okkum einki atgongumerki, men fingu at vita at i einum klubbi, sum kallast Club Lime, samlast fleiri touristar, og hetta kvoldid var temaadi "The 90's" tvs. at tad kostadi 90 bath at sleppa inn, allir drykkir kostadu 90 bath og so spaeldu tey 90'ara tonleik. So um kvoldid avgjordu vit at fara har, eftirsum at vit ikki hava verid uti nakrastadni sidan i Australia.
Vit triggjar sotu fyrst og hugnadu okkum a okkara hotelli og bilogdu eisini pizza, sum to ikki var so lekkur, tad siggja tit kanska i myndaalbuminum. Eftir hetta gekk leidin til Club Lime, har var raettliga tomt, bert eini 15 folk. Her tosadu vit eitt sindur vid triggjar dreingir ur Gotlandi og fylgdust vid teimum hetta kvoldid. Vit tosadu eisini um at spaela flogbolt imoti teimum i Koh Phi Phi, ti teir skuldu eisini avstad sama dag sum vit, men hetta hava vit droppad. Heh! Hetta var eitt gott kvold, men vit foru nokkso seint i song, og av ti sama komu vit nakad seint upp dagin eftir og fingu ti neastan onga sol hendan dagin. Vit gjordu heldur ikki nakad serligt. Bara slappadu av og pakkadu ryggsekkin, ti naesta dagin gekk leidin til Koh Phi Phi, tad gleddu vit okkum sera sera nogv til, ti oll siga hvussu lekkurt tad er. Vit voru avheintadar uttan fyri hotellid og koyrdar til batin, sum siglir til Koh Phi Phi.
- comments