Profile
Blog
Photos
Videos
Hey aftur!
Ur Bangkok gekk leidin til Chiang Mai. Busstururin tok 10 timar, so vit valdu at ferdast um nattina. Morgunin eftir kl. 6.00 vordu vit heintadar av einum, sum arbeiddi a hotellinum. Forrestin, so bugva vit a hotelli og ikki hostelli fra nu av, ti tad er so biligt i Thailandi. Ta vit komu a hotellid, svovu vit fyrst eina lotu, ti svovnurin i einum bussi er so sum so! Seinnapartin foru vit a ein marknad her, sum er eitt raettiliga vanligt fyribrigdi her i Thailandi. Sundaymarket, Saturdaymarket, Nightmarket... Er tad ikki ein, so er tad ein annar :) Og tad er raettiliga farligt eisini, ti alt er so biligt! Man skuldi ikki trud at tad var plasstrot i okkara ryggsekjum, ta vit triggjar fara at keypa! Vit keyptu onkur smating og foru seinni a eina lekra matstovu at eta piparbuff. Annars foru vit nokkso tidliga i song, ti vit hovdu bilagt okkum ein tur til dagin eftir. I veruleikanum visti vit ikki ordiliga, hvagar vit foru - tad einasta vit vistu var, at vit skuldu mota folki vid longum halsum. Bussurin stod i tuninum kl 7 um morgunin, og vit, sum trudu, at vit skuldu vera vekk i nakrar timar, funnu utav, at vit ikki komu heim, fyrr enn kl niggju um kvoldid! Vit koyrdi lengi og stedgadu ymsastadni - tit kunnu siggja myndirnar i myndaalbuminum. M.a. sou vit eitt heitt springvatn, flotta Hvita Templid og so nordur til the Golden Triangle (sum eru londini Thailand, Myanmar og Laos). Vit foru eisini yvir um til Laos og voru har i uml. ein tima. Har sou vit nogv logid - t.d. slangu- og fyrbeinwhiskey.. Eewwll! Hadani gekk leidin at eta og sidani til Long-Neck Village. Vit toku naestan synd i hesum konufolkunum, sum gingu vid tungum gullringum rundan um halsin og beinini fra ti, at taer eru 5 ara gamlar. Hvort ar verda tveir ella triggir ringar lagdir afturat, og vanliga kann man ikki faa meir enn 28 ringar at passa a halsin. Taer taka bara ringarnar av, beint adrenn taer skulu foda, ella um taer hava syndad (blivnar vid barn uttan fyri hjunarband, stolid o.a.) So verda taer straffadar vid at vera noyddar at taka halsringarnar av. Tururin heim skuldi taka 3,5 timar. Sjaufforurin hja okkum koyrdi sum eitt ort, og vit voru naestan heldig, at vit komu livandi fra turinum. I flestu yvirhalingunum var "lukkan betri enn forstanden"!
Annars eru vit naestan byrjadar at bliva troyttar av teimum kongaligu her. Ta vit koyrdu aftur til Chaing Mai, bleiv OLL ferdslan stedgad og koyrd inn til siduna av einum einsamallum logreglumanni, sum gekk og veittradi vid einum reydum pinna a bilarnar. Ljosini a bilunum skuldu slokkjast og vit skuldu halda okkum inni i bilinum, ti at prinsurin skuldi koma koyrandi motsattan veg. Tad var ikki eingong nakad hatidarhald ella nakad, hann kom bara koyrandi, ti hann skuldi okkurt orindi longur norduri. Her stedgadi halva landid upp i try korter, bara ti at ein limur i kongshusinum skuldi ferdast eitt sindur. Okkurt hovdu Frederik og Joachim sagt :) Harraguuud.. Vit gloymdu eisini at nevna biografturin hja okkum i blogginum fra Bangkok. Aftan a at hava sitid og bidad eftir filminum og hugt at reklamum i halvan tima, medan man sat og guffadi poppkorn og sodavatn i seg, reisti alt seg knappliga upp rundan um okkum. Juju, vit skuldu reisa okkum upp, i togn, til aeru fyri konginum og standa har i einar 2 minuttir... Gudstaenastu-deja-vu!
I dag, 17. januar, valdu vit at sova leiiingi aftan a langa turin i Nordurthailandi. Vit hava slappad av inntil kl. 19 i kvold, ta vit foru til eitt tiltak, har vit otu thailendskan mat og sou flottan traditionellan dans. Myndir av ti koma inn a bloggin skjotast gjorligt. I morgin aetla vit okkum eiiisini at slappa av. Tad verdur gjort vid at faa okkum eitt sindur av massagu - taer finnur man a hvorjum hjorni.
I ovurmorgin, 19. januar, gongur leidin vid flogfari til Phuket at sola okkum! Tad verdur gott at faa eitt sindur av farvu aftur. So long folks! :)
P.S. Eitt alvorligt countdown er byrjad.. 13 dagar til vit lenda i Danmark! (Og Malan i Foroyum!)
- comments