Profile
Blog
Photos
Videos
Nu eru vit endiliga komnar til Thailands, sum er okkara sidsta destination av allari fjakkingini!! :/
Vit lendu seint um kvoldid, so vit foru beinleidis til hostellid, sum vit hovdu bilagt frammanundan. Vit royndu at finna taxabil fra flogvollinum, og har funnu vit skjott utav, at tey royna at snyta vid at siga ein NOGV haegri pris fyri taxabilin, enn hvat hann i veruleikanum er. Men hetta vistu vit beinanveg og funnu ti ein annan taxabil og komu til hostellid i ollum godum :)
Vit sou ikki so nogv av Bangkok hetta kvoldid, av ti at tad var so myrkt, og vit sotu bara i bilinum, men hoast tad, fingu vit eitt kulturchok, ti her er alt odrvisi, enn hvat vit kenna til heima i Foroyum. Og tu saert alt moguligt snedugt runt um kring. Tit kunnu siggja myndir, sum vit hava lagt inna :)
Hoast vit komu til hostellid i ollum godum, mugu vit innramma, at vit fingu als ikki eina goda byrjan uppa okkara ferd i Thailandi :( Ti morgunin eftir sum vit voru komnar, skrambladi Malan oman gjognum trappurnar, sum eru gjordar av hodrum steini. Hon hevdi just verid undir brus og hevdi latid seg i vatar flipflops, sum voru so halir at hon gleid. Hon datt oman gjognum trappurnar og misti ondina, men adrenn hon svimadi, fekk hon tibetur ropt a Turid, sum var a veg inn a wc'id.. Hetta hoyrdi Solrun, sum sat eina haedd longri nidri, eisini, so Turid og Solrun skundadu saer at hjalpa. Malan fekk illa andad og ei heldur flutt seg, so vit ringdu eftir sjukrabili. Hann segdi, at hann skuldi koma um 10 min., men tad endadi vid, at vit bidadu i 45 min, adrenn hjalp var a stadnum. Malan var flutt a sjukrahusid, og har vard hon kannad. Tey fortaldu okkum, at hon hevdi ikki brotid nakad, men at musklarnir i rygginum voru hovnir og eymir so tad var held i oheldi :) Hon matti liggja har i 3 dagar, av ti at hon ikki fekk gingid ella flutt seg. Sjukrahusid var ordiliga gott, rumid var reint og hevdi song, wc, sofu, bord og sjonvarp :) Og hoast sjukrasystrarnar einki enskt skiltu, voru taer ordiliga fittar og hjalpsamar. Hesar 2 naeturnar svav Malan einsamoll a sjukrahusi, medan Solrun og Turid svovu a hostellinum, men taer foru til Maluna hvonn dag. Eisini fekk Malan vitjan av Runar, Rannvu og Hjordis, sum eru i Thailandi i nakrar vikur. Tad var stuttligt at siggja tey aftur, men minni stuttligt at motid skuldi fyriganga a einari sjukrastovu. Soleidis er at vera klossut! Medan Malan la a sjukrahusinum foru Turid og Solrun eisini ut at hyggja, hvat var at gera i Bangkok. Eisini foru taer a eitt sum kallast Sundaymarket, sum er ein kempistorur marknadur, sum bert er opin i vikuskiftinum. Har var alt ov stort og alt ov nogv folk, man fekk naestan ikki gingid fyri folki.
Malan fekk tad betur fyri hvonn dag sum gekk, men hon hevur to enn eitt sindur ilt i rygginum. Hon bleiv sum sagt utskrivad 12. januar. Hendan dagin foru vit i storsta shoppingcentrid i Asia, tad er mega stort, faktist ov stort, ti tad er ringt at fylgja vid hvorjum handlum tu hevur verid i og ikki.
Naestan dagin foru vit upp klokkan 6 um morgunin, ti vit aetladu a eitt, sum kallast Floating market. Vit funnu ein taxashauffor, id vildi hava 2000 bath, sum er uml. 300 kr, fyri at koyra okkum 1,5 timar til marknadin, bida eftir okkum har i 2 timar, sidan koyra okkum at rida a elefanti, bida eftir okkum har i eini 20 min og sidan til eina ferdaskrivstovu, so vit kundu bileggja okkara ferd gjogum Thailand, har hann bidadi eftir okkum i 2 timar, og sidan koyrdi hann okkum heim til hostellid, sum tok 1,5 timar. So alt i alt var hann vid okkum i eini 8 timar fyri 300 kr. Hetta var ein ordiliga godur dagur. Floating market var stuttligt og odrvisi, vit hovdu okkara egna litla bat vid styrimanni, vit skuldu bert fortelja styrimanninum, hvar vit ynsktu at stedga. Vit stedgadu eisini i einum stadi, har tey gera sukur. At sleppa at rida a elefanti er nakad vit langt sidan hava avtalad, so hetta var ordiliga stuttligt :p Og seinast fingu vit eisini tosad vid eina ferdaskrivstovu, sum kundi bileggja restina av okkara ferd i Thailandi.
Sidsta dagin i Bangkok aetladu vit at fara at hyggja at templum, men klokkan bleiv ov nogv, so tad mugu vit gera, ta vit koma aftur til Bangkok, adrenn leidin gongur heim til Foroyar.
14. januar seint um kvoldid foru vit vid bussi i 10 timar nidan til Chiang Mai. Lesid vidari seinni a okkara bloggsidu :) Khawp khun kha (takk a thailendskum) !!
- comments