Profile
Blog
Photos
Videos
Heey tit har heeima :) !!
Nu eru vit staddar i Koh Phi Phi. Her er himmalskt, eitt satt paradis!
Men fyri 5 arum sidani stod ikki so vael til her. Tad var nemliga 26. desember i 2004, at ein flodalda rakti hesar deiligu oyggjarnar. Bygningar rapadu, og so at siga alt bleiv oydilagt. Heili 1300 folk doydu. Sigast skal, at tey eru komin vael fra vanlukkuni, men enn saest orudd runt allastadni, summir bygningar eru eitt sindur skroypiligir, men strondini feilar so einki :)) Vit triggjar hava eisini lagt planir um, hvussu vit skulu gera, um hetta hendir, medan vit eru her, og hugsast kann, at tad gera oll hini ferdafolkini eisini.
Hetta er okkara sidsti moguleiki at faa eitt sindur av sol, adrenn vit koma heim. So allir dagarnir hja okkum her hava verid ein rutina. Vit fara upp kl. 9 um morgunin, sidani eta vit morgunmat, leggja okkum at sola okkum vid svimjihylin i nakrar timar, eta dogurda, sola okkum aftur. Sidani fara vit heim undir brusuna, eta natturda, sidani a internet og so at sova :) So deiligt, at vit allar eru so samdar - man skuldi trud, at vit voru eitt og sama menniskja :) Um ein av okkum er mod og aetlar at faa sar ein lur, ja so gera vit allar tad, so her er einki roks :D
I gjar foru vit to ein tur runt um Phi Phi oyggjarnar :) Fyrst stedgadu vit at snorkla, sera flott og nogv slog av fiskum, sum vit ikki sodu i Australia ella Fiji. Sidani gekk leidin til eina oyggj, sum kalladist Bamboo Island, um eg nu minnist raett. Har fingu vit dogurda, og eisini hovdu vit tid til at sola okkum eitt sindur, adrenn leidin gekk vidari :) Sidani var farid til Monkey Island og har var heilt otruligt :) Har voru apur allastadni, nokkso stuttligt at hyggja at teimum. Stuttligt (og flovisligt) at siggja, hvussu nogv taer likjast okkum menniskjum!! Har var ein apa, sum fekk fatur i eini sodavatnsflosku, og pinadoyd, um hon ikki fekk proppin av floskuni og byrjadi at drekka.. Ta mundu vit skraednad, so nogv vit flentu :D Vit sigldu eisini forbi Viking Cave - ein hola, har folk hovdu busett seg! Eini 10 folk tilsamans. Sidani gekk leidin til tad, sum vit gleddu okkum mest til: Maya Bay, har filmurin The Beach vid Leonardo DiCaprio vard innspaeldur. Har var FANTASTISKA flott og LEKKURT!!! Har kliktu vit sum eg veit ikki hvat vid myndatolunum, adrenn leidin gekk vidari :) Nu var klokkan blivin so mikid nogv, at nu var solsetur. So mitt uti millum allar oyggjarnar, sotu vit i einum fittum bati og sou solina seta. Sera flott og romantiskt :)) So var hesin tururin at enda komin, og vit sigldu heim. Foru i brusu, fingu okkum ein lekran bita a The Cosmic, lekrasta restaurant vit hava verid a i Thailandi (Vit hava verid har 5 kvold a rad.. hehe), sidani heim i song... ZzzZZzzz !
Nu sita vit her a internetcafe vid sera blandadum kenslum. Hetta er okkara sidsta kvold i Koh Phi Phi, adrenn leidin gongur til Bangkok, har vit vera i 2 dagar, og so er okkara turur komin at enda :( :D Men sigast skal, at hetta hevur verid ein otruliga godur turur :) Eg trugvi ikki, at tururin kundi blivid betur, enn hann hevur verid, og so hevur man eisini ferdast saman vid tveimum av sinum bestum vinkonum, so hvat meira skal man forlanga? :)
Takk fyri hesu ferd :) See you back HOOOMMMEEE !!!! :D :D :D
- comments