Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit!! :)
Í morgun fóru vit upp kl. 10, av tí at minibussurin til Phuket skuldi koma eftir okkum kl. 10.45. Vit checkaðu út og goldu fyri næturnar, vit høvdu búð her á hotellinum hjá hesu fittu fólkunum. Av tí at vit báðar vóru tey seinastu, sum blivu avheintaðar av minibussinum, var ikki pláss fyri okkara bagagu aftanfyri í bagagurúminum, so teir stóru ryggsekkarnir hjá okkum blivu tveittir á takið, har teir blivu bundnir fastir. Vit hopaðu bara eitt, og tað var, at tað ikki fór at regna, meðan vit koyrdu! ;p
Vit blivu fyrst koyrdar til eina bussstatión, har nógv fólk sótu og bíðaði eftir einum øðrum bussi. Her kom ein kona yvir til okkum, og spurdi um vit høvdu nakað stað at búgva i, meðan vit vóru í Phuket Town, og av tí vit onki høvdu, avgjørdu vit at bestilla eina nátt á einum hotellið í Phuket Town frá henni. Aftaná sótu vit bara og bíðaði, til vit skuldu avstað. Um 12-tíðina bleiv Phuket Town rópt upp, og vit fóru síðani í bussin.
Vit vóru í Phuket Town um 15-tíðina, men blivu bara blakaðar av bussinum á einum turistafirmaði. Busssjafførurin sigur so, at ein taxabilur kemur eftir okkum, og skal koyra okkum á hotellið, men vit skulu gjalda 100 Baht! Hetta var faktiskt ikki meiningin, tí vit skuldu verða koyrdar beinleiðis til hotellið, men av tí vit vóru so troyttar og heitar, tímdu vit ikki at mótmæla. Taxabilurin kom tíbetur skjótt og koyrir okkum síðani á okkara hotell, sum eitur Twin Inn. Orsøkin, til at tað eitur Twin Inn, er at tað faktiskt eru tvey hotellir, ið liggja yvir av hvørjum øðrum. Vit skuldu búgva á tí gamla, ið hevur svimjihyl. Vit blivu vælmóttiknar og fingu kamarið hjá okkum beinanveg. Vit avgjørdu at slappa av eina løtu, og fara at skriva bloggar á telduni.
Tá kl. nærkast 20 fara vit at gera okkum klárar at fara til Patong Beach. Her skuldu vit nemliga møtast við Kasper, Sofie og Søren, sum vit møttu í Ao Nang fyri 3 døgum síðani. Av tí at tað kostar heili 500 Baht við taxa-bili og tuktuk at koma til henda býin, sum er uml. 15 km herfrá, avgera vit at leiga ein skutara frá hotellinum. Vit høvdu ætlað at leiga hvør sín, men tey høvdu tó bert ein akkurát nú, so vit tóku hann. Hetta er næstu ferð í lívinum Gurið koyrir skutara, og nú má Gunnvá eisini sita aftanfyri, so hetta var ein avbjóðing. Gurið koyrir fyrst tvær ferðir runt her á parkeringsøkinum hjá hotellinum, og biður Gunnvá síðani seta seg á, tí nú skuldu vit avstað. Áðrenn vit fóru út úr býnum, skuldu vit hava bensin á skutaran, men vit vistu sjálvandi ikki, hvar vit kundu keypa hetta, so vit spyrja fleiri. Ein drongur er so fittur at vísa okkum veg til eitt stað, har vit kundu keypa tað, so tað var ordiliga deiligt. Nú var tíðin so komin, at vit skuldu fara avstað.. Hetta vistu vit fór at vera ringt, tí vit hava ongantíð koyrt her fyrr. Vit høvdu eitt kort yvir Phuket Town, Patong Beach og síðani eitt kort av allari oynni. So meðan Gurið koyrdi, sat Gunnvá á aftanfyri, og royndi at siga hvønn veg, vit skuldu. Fólk sóu, hvussu vit sótu og roksaðu og hugdi í kort, meðan vit koyrdu, so tey, sum koyrdu forbí okkum, róptu og spurdu, hvar vit skuldu. Vit róptu aftur til tey: "Patong Beach", og so peikaðu tey okkum veg. Hetta gjørdu vit so allan vegin út úr býnum, og koyrdu ongantíð skeivt :D
Ferðslan her í Phuket, er sum ferðslan flesta staðni í Thailandi - kaos! Man hevur tó fyrimunir, tá man koyrir við skutara, tí tá kann man nemliga koyra ímillum allir bilarnar, tá tað er kø. Her eru fáa ferðslureglar, so man finnur nærmast uppá reglurnar, meðan man koyrir. Undarligt nokk gongur ferðslan fínt, av tí at øll fólkini eru so blíð í ferðsluni. Vit høvdu ongar trupulleikar nakrantíð at koyra her, hósast tað er vinstrakoyring :)
Komnar til Patong Beach, spyrja vit fólk har, hvar Bang la Road er, tí tað er har, vit skuldu møta teimum donsku. Fólk her vóru eisini so hjálpsom at vísa okkum veg, og tað er ikki leingi, áðrenn vit hava parkerað skutaran. Vit fara fyrst á Subway at eta ein sandwich, og eftir hetta møta vit Kasper og Søren á Blue Lotus, har teir sita og hyggja eftir fótbólti; Liverpool ímóti Chelsea. Beint áðrenn dysturin er liðugur kemur Sofie. Tá dysturin er liðugur, fara við so við Sofie til Slik. Her situr Matilde, sum er tann, ið Sofie ferðast saman við. Vit øll fylgjast síðani restina av kvøldinum, og áðrenn vit fara heim, ganga vit ein túr á strondini. Her síggja vit fýra fólk, sum koma rennandi úr vatninum; tey eru nakin!!! Vit fata tað ikki beinanveg, at tey eru nakin, men blíva fyrst illa við, og byrja aftaná bara at flenna eftir teimum.
So gekk leiðin heim aftur til Phuket Town. Komnar aftur til skutaran síggja vit, at tað bert er ein hjálmur á skutaranum. Onkur hevur stjolið hjálmin hjá Gunnvá! Vit standa so her og kjakast eina løtu, um hvussu vit nú gera. Men Gurið er tvør, og av tí at hon koyrir skutaran noyðir hon Gunnvá at hava hjálmin. Gunnvá er eisini tvør, og vil ikki hava hjálm, tá Gurið ongan hevur, men av tí at Gurið koyrir, vinnir hon kjakið ;)
Komnar heim, finnur Gunnvá útav, at hon hevur fingið eina stóra bløðru á tjúkkan. Vit halda, at hetta er sikkurt av skutaranum. Hon koyrir hol á bløðruna og setur eitt sterilisera plástur á tað. Aftaná fara vit í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Karin Gott tit hava trivist so gott í Thailandi :) Góðan túr til Singapore í morgin, havi tað ordiliga gott:)
Mannbjørn Stuttligt at lesa um túrin hjá tykkum.