Profile
Blog
Photos
Videos
Heey tit :)
Vit bíløgdu rock climbing túrin í gjár, so nú máttu vit upp longu kl. 7.30, av tí at túrurin byrjaði kl. 8. Vit skuldu jú flyta yvir aftur í tað fyrra hotellið, nemliga Baan Taveesri. Tað fyrsta vit gjørdu, tá vit vaknaðu, var at kanna um klæðini hjá okkum vóru liðug at vaska. Vit høvdu nemliga koyrt øll klæðini i vask, so vit høvdu bara ein kjóla hvør eftir. Hetta er ikki akkurát tað besta at fara at klatra í ;) Til alla lukku vóru tey liðug, so vit sluppu undan at fara at klatra í kjólum.
Sum vanligt eru vit í síðstu løtu við øllum, so meðan vit pakkaðu, kom (last)bilurin, sum vit skuldu við, eftir okkum. Vit skundaðu okkum at blakað alt í ryggsekkin, og bóru hann yvir til Baan Taveesri. Øll, sum sótu í lastbilinum flentu eftir okkum, og so hjálpti tað ikki, at Gurið kom í lastbilin við sínum brotnu sólbrillum, har tann eina stongin er brotin. Tey hildu okkum vera ordiliga ófantaligar! :) Í lastbilinum vóru Joy (27 ár; Singapore) Helene og Linnea (25 og 14 ár; Svøríki). Vit sigldu yvir til Railey Beach við long tail báti.
Komin til Railey Beach spyrja vit beinanvegin, um vit hava tíð at eta morgunmat, áðrenn vit fara at klatra, tí vit lukkaðist jú einki at eta. Vit báðar og Joy fara so at fáa okkum morgunmat. Eftir at hava fingið skógvar og útgerð til at klatra við, fóru vit yvir til eitt av teimum støðunum, har man kann rock climb'a.Vit høvdu tveir guide'ir, Rum og Tic. Áðrenn vit kundu byrjað, skuldu vit líka læra, hvussu vit skuldu gera, tá vit hildu bandinum. Tá man klatrar, má man hava onkran niðri á jørðini at halda bandinum, tí um man skuldi dottið, verður man bjargaður á hendan hátt. Tað er eisini hesin persónurin, ið heldur bandinum, sum hjálpir tí sum klatrar niður. Tá vit høvdu lært hetta, fóru vit at klatra. Gunnvá byrjaði at klatra, meðan Gurið hevði bandið.
Tað eru ymiskar leiðir, har man kann klatra. Vit klatraðu fýra ferðir áðrenn døgurða; vit byrjaðu fyrst á einum eitt sindur lágum støðið fyri at venja okkum við tað, men tann síðsta klatringin var torfør. Her kundi man velja at klatra tað longstu leiðina, ið er 30 metur upp, ella tað næst longstu, ið er 20-25 metur upp. Gurið valdi at royna tað longstu, meðan Gunnvá tað næst longstu. Tað passaði seg so væl, at vit sum so fylgdist, meðan vit klatraðu. Leiðin, sum Gurið klatraði, var sama leiðin sum tann hjá Gunnvá, men bara eitt sindur longur. Gurið byrjaði at klatra, so hon var framman fyri Gunnvá allan vegin upp; tá Gurið endiliga kom upp til har Gunnvá skuldi endað, hugdi hon við stórum eygum. Tað, ið var eftir av leiðini, var bókstaviligtalt beint upp við nærmast ongum holum at halda í og einki at traðka. Gurið byrjaði so leiðina víðari niðaneftir, áðrenn Gunnvá var komin niðan á. Tá Gunnvá næstan hevði klárað niðan til málið, hugdi hon niður. Tað skuldi hon ikki havt gjørt.. Tá hon sá, hvussu langt niður tað var, fór hon eitt sindur í panik. Hon hugsaði hvat í allari víðari verð hon gjørdi her uppi, og hon byrjaði at fáa hæddarskrekk. Men til endans tók hon seg saman og kláraði tað. Nú var so tíð at koma niður aftur hjá Gunnvá, men hetta helt hon vera sera torført, tí tað var so langt niður. Tíbetur klárar hon aftur at taka seg saman, og verður so lora niður.
Sum sagt var Gurið byrja leiðina víðari niðan. Hetta síðsta petti av leiðini var øgiliga torført. Tú sást niður til øll - og tað var langt niður - og tað einasta, ið helt tær uppi, vart tú. Hetta tonkti man tó slett ikki yvir, meðan man klatraði - tað einasta, ið var í hugnanum, var at klára upp til toppin. Tað var næstan einki at halda í ella traðka á í hesum síðsta pettinum, so Gurið royndi bara at koma niðan sum best bar til. Man føldi seg ordiliga tryggan, av tí at man hevði eitt band fast í sær, so man visti at um man datt, so fór einki alvorligt at henda. Tá Gurið endiliga kláraði upp til toppin var hon so stólt. Her uppi hevði tú eitt fantaskiskt útsýnið, so hon royndi at halda sær fast, meðan hon stóð her uppi og nýtti útsýnið. Eftir eina løtu bleiv hon eisini lora niður.
Tá vit endiliga settu okkum at eta døgurða við Helene og Linnea, vóru vit báðar so stóltar, tí hatta var ein ordans avbjóðing fyri okkum. Joy hevði bara bílagt at klatra í ein hálvan dag, so hon skuldi heim, tá vit fóru at eta. Eftir at hava etið thailendskt skuldu vit aftur klatra. Nú fóru vit eitt øðrvísi stað. Meðan vit klatraðu her, komu vit allar í eitt sera tvassit humør - eingin av okkum hevði sovið nakað serligt hesa náttina, so tað skuldi ikki nógv til, áðrenn vit fingu láturkrampa - hetta er ikki so gott, tá man skal klatra. Helene byrjaði at kalla tann eina guide'in fyri "ballerina". Vit tríggjar tóku so undir við henni, og hetta hekk við allan túrin. Eftir at allar høvdu klatrað eina ferð, fóru vit ein lítlan gongutúr. Vit komu so til ein boksiring, har Muay Thai var hvørt kvøld. Vit spurdu so, um vit kundu sleppa at royna at boksa. Hetta var so skeg - vit gingu so og tvassaði býtt í ringinum við boksihandskum og øðrum útstýri.
Tá vit komu aftur til har, vit skuldu klatrað, avgjørdu vit bara at droppa tað síðsta klatringina og fáa okkum milk shake ístaðni. Vit vóru sera troyttar í øllum kroppinum av at klatra, og eisini alt ov tvassutar til at tað. Vit sótu so og slappaðu av við einum milk shake'ið, meðan vit bíðaðu eftir long tail bátinum.
Tá vit komu heim, blakaðu vit okkum í songina, har vit svóvu í 3 tímar.
Vit vaknaðu aftur kl. 22, og tá vóru vit ordiliga svangar. So vit fóru beinaleið í Subway at keypa okkum sandwich. Sum ikki einaferð gekk Gunnvá skóleys, tí hon hevði jú aftur mist skógvarnar vekk kvøldi fyri. So eftir at vit vóru blivnar mettar, fóru vit at keypa henni skógvar.
Meðan vit vóru og klatraðu, hevði Malin skrivað sms, um at hon var komin til Krabi, Ao Nang. So vit avtalaðu at møtast við henni í Luna Beach Bar kl.23. Á veg til Luna Beach Bar steðgaðu vit í einum turist handli, har vit bíløgdu minibuss til Phuket. Aftaná gingu vit ímóti Luna Beach Bar og hugdu í nakrar handlar, áðrenn tað lukkaði. Áðrenn vit vita av, hoyra vit onkran siga: "Hi!". Tá er tað Malin :) Hon fylgdist við einum frá Australia, sum eitur Sebastian, so vit øll fýra fylgdist yvir til Luna Beach Bar. Her spældu vit pool; Malin og Gunnvá móti Gurið og Sebastian. Tað var sera tætt, men tað endaði vit, at Gurið og Sebastian vunnu. Eftir hetta fóru vit avstað, tí øll vóru so troytt, og vit báðar skuldu eisini víðari í morgin til Phuket. Vit søgdu bei við tey. Á veg heim steðgaðu vit í Chiang Bar, av tí at vit eru komnar at kenna tey, ið arbeiða har, sera væl. Vit fóru inn at siga bei, og so beina leið heim at sova.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments