Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í dag vóru vit seint uppi - uml. kl. 11. Kvøldið fyri høvdu tey donsku spurt okkum, um vit ikki komu við teimum til Phi Phi. Vit hava jú longu verið í Phi Phi, men tonktu at tað kundi verið skeg at farið aftur, so vit søgdu ja. Vit chekkaðu so út kl. 11.30, og fóru at kanna, nær báturin silgdi. Tað seinasti túrurin var kl.13.30, og kostaði rættuliga nógv. Vit sótu og umhugsaðu hetta eina løtu, men av tí at tað ofta plagar at vera trupult at finna stað at sova í í Phi Phi, droppaðu vit tað bara, og søgdu teimum donsku frá.
Vit fingu loyvið til at lata bagaguna hjá okkum liggja á hotellinum, meðan vit fóru út. Vit leigaðu skutara í gjár - tá man leigar skutara her, leigar man hann í 24 tímar, so vit høvdu leiga hann líka inntil kl.21 hetta kvøldið - so hetta ætlaðu vit at útnytta.
Vit høvdu hoyrt um eitt centur, sum var her í nánd. Tá vit høvdu funnið centrið á kortinum, byrjaðu vit at koyra. Tað sá lætt út á kortinum, men vit koyrdu og koyrdu og endaðu allatíð úti úr Phuket Town. Tað var so ringt at finna runt, og vit hava sikkurt koyrt fleiri ferðir í runding. Meðan vit standa við eitt ljóskryss, royna vit at finna útav, hvar vit eru. Vit hava nokk sæð nakað forvirraðar út, tí ein maður, ið eisini er á skutara, spyr okkum, hvar vit skulu. Tá vit hava fortalt honum, at vit skula til Robinson Center, roynir hann at forklára okkum leiðina hartil. Tað ljóðaði rættuliga innvikla, so vit hava nokk sæð uppaftur meir forvirraðar út. Hann sigur so, at vit bara skulu fylgja aftaná honum, og so skal hann vísa okkum vegin. Hetta gjørdu vit so - vit koyrdu í næstan 15 min, so vit hava verið langt vekk frá centrinum. Tá vit komu til centrið, vóru vit so glaðar, og fóru yvir til hann við pengum. Hann noktaði at taka ímóti pengunum, og gav okkum ein seðil. Á seðlanum stóð navnið hjá honum (Nadvi) og hansara telefonnummar. So segði hann, at vit endiliga skuldu ringja, um tað var nakað. Vit gingu runt í centrinum eina løtu, har vit hugdu í handlar og ótu.
Komnar aftur á hotellið, spurdu vit, um vit kundu chekka inn aftur, tí vit høvdu bestemmað okkum at vera verandi. Tey vóru glað við, og vit fingu eitt kamar beinanvegin. Nú, eftir at vera komnar uppá pláss aftur, planløgdu vit so at fara ein skutaratúr runt til tær størstu strendurnar, nemliga Kata Beach, Karon Beach og Patong Beach. Kata Beach er tann sunnasta av teimum, so vit fóru fyrst til hana. Hetta var ein langur koyritúrur, men av tí at vit vóru á skutara, gekk hetta ordiliga skjótt fyri seg, tí vit høvdu tað so skeg :) Meðan vit koyra á skutaranum síggja vit ein kempi stóran Buddha, ið stendur á einum fjalli. Vit funnu útav seinni, at hesin Buddha var 45 metur høgur.
Tá vit eru komin til Kata-økið, royna vit at finna oman á strondina. Vit koyra og koyra, og knappliga byrja vit at koyra niðan gjøgnum eina brekku. So vit hava openbart koyrt ov langt :p Við brekkuna stendur "Viewpoint" á einum skilti. Vit hava ongantíð enn verið á einum viewpointi á ferðini, so eftir sum at vit vóru á veg ímóti tí nú, hildu vit bara á fram at koyra. Vit koyrdu niðan ígjøgnum nógvar langar brekkur, inntil vit endiliga komu uppá toppin. Hetta staðið æt Karon View Point, so her steðgaðu vit. Áðrenn vit fóru at hyggja eftir tí, ið var at síggja her, keyptu vit okkum okkurt at drekka og ein oreo's pakka. Vit settu okkum síðani á ein bonk at eta, har man sá yvir alt økið. Vit sóu tær tríggjar strendurnar, ið vit ætlað at koyra til. Harumframt sótu vit aftur tann stóra Buddha, hóast fjallið, hann stendur á, er langt burturi frá hesum viewpointinum.
Eftir at hava sitið her eina góð løtu, fara vit aftur at koyra. Hesa ferð koyrdu vit ikki skeift, og komu til Kata Beach. Orsøkin, til at vit høvdu koyrt skeift áðrenn, var, at vegurin til strondina var ein smalur síðuvegur, ið var illa uppmerktur. Á Kata Beach keyptu vit okkum sjálvandi banana milk shake, og so gingu vit eisini túr á strondini. Hendan strondin var deiliga avslappandi, av tí at tað ikki vóru so nógv fólk. Hareftir gekk leiðin til Karon Beach. Á veg til Karon Beach síggja vit ein fiska handil. Vit steðga her, tí Gurið skal keypa Jónas (syskinabarninum) nakrar húkar ;)
Eftir at hava gingið eina løtu á Karon Beach, fara vit til Patong Beach. Í Patong er ferðslan ordiligt kaos; her vóru vit noyddar at koyra zikzak í millum bilarnar. Tá vit endiliga parkeraðu skutaran, vóru vit so troyttar at koncentrera okkum um ferðsluna. Í tí vit koma til Patong Beach, fer sólin niður, so ístaðin fyri at fara á strondina, fóru vit at hyggja í handlar. Her keypti Gunnvá m.a. ein kjóla. Meðan vit ganga her og mala, komu vit forbíð ein turistahandil. Her sóu vit, at tey høvdu thailendsk kokkaskeið. Vit fóru so beinanvegin yvir at bíleggja; vit bíløgdu eitt skeið til í morgin, har vit skulu gera tríggjar rættir í part. Tað varar 3-4 tímar og er her á Patong Beach. Áðrenn vit fóru heim, steðgaðu vit í Subway at eta.
Vit tímdu ikki út hetta kvøldið, tí okkum dámdi ikki so væl býarlívið her í Phuket (faktiskt tað á Bang la Road), so vit avgjørdu bara at hygga okkum heima. Á Bang la Road eru ladyboys allastaðni; meðan vit gingu har fyrrakvøldið sóu vit seks ladyboys berjast. Teir mistu bæði hárið og fóru at gráta, tí teir vóru so harðligur - so hetta sá heilt komiskt út.
Komnar heim fóru vit at hyggja eftir Despiceble Me, ið er ein so fittur teknifilmur, og síðani ein túr á internetið - hetta hava vit nú ikki gjørt í langa tíð.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments