Profile
Blog
Photos
Videos
Heey folkenz:)
Í dag er tað okkara seinasti dagur her í Thailandi. Hesin seinasti mánaðin hevur gingið heilt ótrúliga skjótt, og vit kunnu saktans siga, at vit hava nýtt hann og upplivað nógv.
Í morgun vaknaðu vit kl. 9.30 og máttu skunda okkum, tí vit skuldu eta morgunmat, áðrenn vit fóru til Patong Beach á "Pum's Cooking School" kl. 11. Vit vildu fara í góðari tíð, tí vit vistu ikki akkurát, hvar resturatiónin lá, so kl. 10 vóru vit klárar at fara. Tað gekk gott at koyra, líka til vit komu til Patong. Vit vistu ikki akkurát, hvar vit vóru, so vit fóru at spyrja nøkur fólk um hjálp. Hesi vóru so fitt at hjálpa okkum, og nú vistu vit, hvussu vit skuldu koyra. Komin hartil, vit hildu resturatiónina vera, funnu vit hana ikki, og spurdu so ein thailendara. Resturatióin var faktisk beint frammanfyri nøsina á okkum :p Tá vóru vit glaðar, og vit vóru enntá 15 min. ov skjótar, so tað eru frammstig :)
Kokkurin, sum skuldi verða okkara "lærari" í dag, æt Nam, og hon tók væl ímóti okkum. Vit settu okkum til eitt borð til fýra, so vit vistu, at tvey onnur fóru nokk eisini at vera har við okkum. Eina løtu seinni kom eitt ungt par; hetta vóru Katie og Mike, sum koma frá Australia. Tey vóru sera prátingarsom, og fortaldu okkum mangt um Australia og serilga frá har tey búgva, Broome. Eisini mældu tey okkum til at royna kengurukjøt og krokudillu, tá vit eru í Australia :o
Síðani byrjaði okkara kokkaskúli, ið skuldi vara í tríggjar tímar :) Fyrst skuldu vit velja 3 rættir úr okkara nýggju uppskriftbók, sum vit fingu frá teimum. Gurið valdi at gera Green Lipstick (Green Curry with chicken), Khao Tom (Rice soup with chicken) og Phad Phak Ruam (Fried Mixed Vegetables), meðan Gunnvá valdi at gera Khao Phad Andaman (Andaman Fried Rice), United Colours - Phad Prio Wan (Fried Meat in Sweet and Sour Sauce) og Gai Satay (Chicken Satay). Vit vildu ikki gera somu rættir, tí annars sluppu vit ikki at royna so nógvar ymiskar. Nam byrjaði síðani at vísa okkum allar grønsakirnar, sum man plaga at brúka til allar teir thailendsku rættirnar. Vit funnu útav beinanvegin, at Nam var ein sera herlig typa, sum dugdi at fáa fólk við uppá tað.
Eftir at hava fortalt okkum um allar grønsakirnar, sluppu vit endiliga at byrja at gera mat. Gurið og Katie byrjaðu at gera Green Lipstick. Kokkaskeiðið var deilt upp í tvey; so í fyrru helvt gjørdi Gurið, Gunnvá og Katie tveir rættir í part, meðan Mike gjørdi ein. Tá so vit vóru liðug at gera hesar rættirnar, var tíð at eta teir. Á borðinum stóðu 4 ymiskir rættir, og allir smakkaðu heilt ótrúliga væl. Áðrenn vit fóru at gera meira mat, skuldi Nam læra okkum um allar sósirnar, sum tey brúka til teir ymisku rættirnar her í Thailandi. Vit fingu hvør sína skeið og sluppu at royna allar sósirnar. Í seinnu helvt gjørdu vit 4 ymiskar døgurðarættir og so var eisini dessert omaná. Hetta var sticky rice við mango, og sum vit øll hildu smakkaði yvirraskandi gott. Eftir hetta var tíð at fara heim, tí nú høvdu vit lært tað, sum tey skuldu læra okkum. Men áðrenn vit báðar fóru, avgjørdu vit at skriva tvær uppskriftir upp, sum ikki stóðu í okkara uppskriftbók. Vit hildu, at hesar máttu vit hava, tí tær smakkaðu so gott!
Síðani gekk leiðin aftur til Phuket Town. Tað var eingin trupulleikin at koyra heim, og man skuldi næstan trúð, at vit hava koyrt her alt okkara lív ;) Komnar aftur á hotellið, fóru vit beinleiðis út aftur, tí vit vildu gjarna keypa okkum okkurt at hugna okkum við í kvøld, eftirsum hetta jú var okkara seinasta kvøld í Thailandi. Vit fóru yvir til sentrið Robinson, og her keypti vit mangt og hvat fyri lítið og onki. Vit keyptu jarðber, vatnmelón, ananas, mango, kakao, vatn, breyð, smyrjusjokolátu, oreos og nógv slikk fyri bert 110 kr. Aftaná fóru vit aftur á hotellið og byrjaðu at eta, meðan vit hugdu eftir The Other Guys. Vit funnu skjótt útav, at hesin filmurin var ikki so stuttligur, sum vit væntaðu, at hann fór at verða. Vit royndu at hyggja, men aftaná nógvan mat, vóru vit alt ov troyttar til at hyggja eftir øllum! Báðar sovnaðu, men Gunnvá fekk tó endan av filminum við, tí hon svav ikki so leingi. Seinni fóru vit yvir til hotellið við síðurnar av at brúka teirra internet, tí vit vildu fegin skypa við tey har heima. Tá vit vóru liðugar fór ein undir brús, meðan hin skrivaði blogg á telduni. Kl. gjørdist 1.30, áðrenn vit løgdu okkum, og hetta var kanska sindur býtt, tí í morgin skulu vit upp kl. 6.30!
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Beinta Tað sigur seg sjálvt at maturin frá Nam MÁ verða góður... hihi :) namnam ;)
Jonny Ljóðar ordeliga spennandi. Nú kunnu tit opna eina thai take away og hon kann eita Namnam ;) Vit gleða okkum til tit koma heima aftur :) Klemm klemm