![](/partners/offexploring/images/icons/entry_icon.png)
Koh Phi Phi, Thailand
Hey tit :)
Í dag vóru vit seint uppi, og fóru beinleiðis oman í Banana Bar at fáa okkum okkurt at eta. Gurið royndi teirra kyllingaburgara, ið eisini hevði speila egg í, meðan Gunnvá royndu teirra fajitas. Vit hildu báðar, at hetta smakkaði sera væl. Hendan dagin vóru vit rættuliga troyttar, og vildu tí gjarna sleppa at slappa av, so vit høvdu tikið teldurnar hjá okkum oman við, av tí at tey høvdu frítt WiFi :) Meðan vit sótu og fac...