Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í dag vóru vit seint uppi, og fóru beinleiðis oman í Banana Bar at fáa okkum okkurt at eta. Gurið royndi teirra kyllingaburgara, ið eisini hevði speila egg í, meðan Gunnvá royndu teirra fajitas. Vit hildu báðar, at hetta smakkaði sera væl. Hendan dagin vóru vit rættuliga troyttar, og vildu tí gjarna sleppa at slappa av, so vit høvdu tikið teldurnar hjá okkum oman við, av tí at tey høvdu frítt WiFi :) Meðan vit sótu og facebookaðist og hugdu eftir hotellum til Koh Lanta, byrjaði tað at regna.. og tað pissregnaði eina góða løtu. Tá vit 1 tíma seinni fóru frá Banana Bar var alt sum so longu tordna. Vit fóru síðani at bestilla ein túr til Maya Bay, har filmurin The Beach er tikin upp. Vit funnu eitt stað, har tú kundi bestilla ein hálvan dag við longtail-boat, har tú m.a. slapp at vitja Maya Bay, Monkey Beach og Shark Point. Vit fingu hetta fyri 300 Baht, eitt sindur undir 50 kr., so vit tóku av.
Aftaná fóru vit niðan aftur til okkara hotell at gera okkum klárar at fara ein túr í býin. Av tí at vit bert høvdu bestillt 2 nætur í Phi Phi og ætlaðu at vera har í 3 nætur, spurdu vit mannin har á hotellinum, um vit ikki kundi verið har eina nátt eyka. Vit halda ikki, at maðurin skiltu okkum, men vit hopaðu bara, at vit sloppu at vera har longur :) Av tí at hotellið har hevði eitt poolborð, vildu vit gjarna sleppa at royna tað. Meðan vit spældu pool, sótu trý thailendsk, ið arbeiddu har, og hugdu. Hetta var eitt sindur irreterandi, nú tá vit ikki duga væl pool. Men so byrjaði tey at tosa við okkum. Tey dugdu so illa enskt, at vit skiltu tey yvirhøvur ikki; men vit skiltu tó ein setning, og tað var tá tann eini maðurin spurdi okkum: "altso duga tit slett ikki at tosa enskt?!". Vit blivu so irreteraðar inn á tey, so vit skundaðu okkum at spæla spælið liðugt. So aftaná hetta eina spælið av pool, gekk leiðin oman í býin. Vit keyptu okkum eitt pizzastykki - vit halda at hesi smakka soo gott :) Aftaná gingu vit bara runt og maldu í býnum, men fóru so inn í Irish Pub at dansa. Á dansigólvinum møttu vit 8 gentum frá Australia, sum vóru sera blíðar og festligar. Her vóru vit eina góða løtu, og tá vit komu út harfrá, kundu vit næstan vinda burturúr okkara klæðum, tí tað var so mega heitt har inni. Síðani fóru vit í Rolling Stones, har vit møttist við Aodán, Sarah og Marcel. Her spældi eitt rockband, so vit settu okkum niður at lurta eftir teimum. Teir spældu mega gott! Vit dansaðu eisini eina løtu her, áðrenn vit fóru víðari oman á strondina, har tey eisini spældu musikk. Av tí at tað var leygarkvøld var tað longur opið enn vanligt (tey plaga at enda um 2-tíðina), so vit vóru ikki heima fyrrenn kl. 6.
Tá vit komu heim vóru vit eitt sindur irreteraðar inná okkum sjálvar, tí vit høvdu jú bílagt ein túr. Hesin túrurin byrjaði kl.8.30. Vit svóvu tí einki hesa náttina.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments