Profile
Blog
Photos
Videos
Heey aftur :)
Sum sagt í seinasta bloggi, svóvu vit einki hesa náttina. Tá klokkan gjørdist 8.15, byrjaðu vit at ganga oman. Gunnvá var ikki í nøkrum skóm, tí hon hevði - óvtrúligt nokk - mist teir vekk kvøldið fyri :p Vit vita ikki, hvat tað er við okkum, og at missa skógvar vekk, men gotter, teir eru so bíligir at keypa her :) Komnar til møtistaðið, komu vit at tosa við eitt norskt par, Morten og Trine. Tey fortaldu, at tey vóru farin í song kl. 22, so tey vóru ordiliga úthvíld. Her blivu vit báðar ordiliga øvundsjúkar, tí vit kláraðu akkurát halda eyguni opin. Gunnvá hevði sólbrillur við, so hon kláraði betur at goyma sína troyttheit enn Gurið, sum hevði gloymt tær eftir heima.
Vit fóru við einum long tail báti. Hesin rullaði sera illa, men av tí at man sat úti, var hetta sera frískligt. Fyrst gekk leiðin forbíð Viking Cave. Síðan steðgaðu vit í Phi Phi Lee bay. Her fóru vit at svimja, tí Vatnið her var so kristalklárt. Tað var øgiliga djúpt, men tað var stilt, so tað bar væl til at svimja. Síðani fóru vit til Shark Point at snokla. Orsøkin til at tað eitur Shark Point er, at her plaga hajar ofta at halda til. Tá hajar eru plaga fólk at snorkla við teimum. Men tað vóru heldigvís eingir at síggja, so Gurið fór at snorkla, meðan Gunnvá sat í bátinum. Tað var ordiliga lekkurt at snorkla her, og man sá ein hópin av fiskum. Hetta gjørdi so at Gurið ordiliga vaknaði.
So gekk leiðin til Maya Bay. Tað er her filmurin "The Beach" við Leonardo DiCaprio er upptikin. Strondin var ordiliga flott, men tað vóru so nógvir turistar, at tað tók ordiliga sjarmuna frá staðnum. Síðsta stoppið á túrinum var Monkey Beach. Á hesu strondini ganga apur allastaðni. Man kann geva teimum at eta og tílíkt, men hesar apurnar eru villar, so tær eru bestemt ikki fittar - bara gradigar. Kvøldið áðrenn hendan túrin vóru vit sum sagt í Rolling Stones. Her tosaðu vit við ein, sum hevði verið á Monkey Beach; hann hevði eins og øll hini givið apunum at eta, men tá hann ongan mat hevði eftir at geva teimum, var ein apa lopin á hann, og hevði bitið hann tríggjar ferðir. Apurnar her hava rabies, so hann var noyddur at fáa fleiri sproyttur og tílíkt. So meðan vit báðar vóru á hesi apu strondini hildu vit okkum eitt sindur burtur frá apunum. Tá túrurin endaði kl. 13, vóru vit ordiliga glað, tí nú sluppu vit endiliga at sova :p Á veg heim møttu Marcel og Sarah; vit avtalaðu so at møtast seinni á Rolling Stones. Vit keyptu okkum sandwich heim við, tí vit lukkaðist faktiskt ikki at eta morgunmat, áðrenn túrurin byrjaði. Eftir at hava blakað okkum í songina, steinsovnaðu vit. Vit endaðu við at sova í einar 5 tímar.
So gekk leiðin oman í býin, tí vit vildu hava meksikanskt (banana bar). Meðan vit ganga roksandi oman í gjøgnum brekkuna, rópar ein thailendskur maður á okkum og biður okkum steðga. Orsøkin til hetta er, at ein slanga! er akkurát áveg yvir um vegin. Vit vistu slett ikki av, at slangur vóru her á Phi Phi. Hendan slangan var ein kobraslanga; tær eru vandamiklar. So vit stóðu uml ein metur frá og hugdu eftir, meðan hon skreið yvir um vegin. Vit vóru ordiliga heldigar at hesin thailendski maðurin var her, tí tað var myrkt úti, so vit høvdu gingið beint á hana, um hann ikki hevði rópt. Eftir hesa hendingina hugdu vit ordiliga gott eftir, hvar vit traðkaðu niður.
Vit ótu so aftur meksikanskt á banana bar hetta kvøldi. Eftir vit vóru liðnar at eta, fóru vit í Rolling Stones at møtast við teimum írsku. Meðan vit sita her og roksa, síggja vit tað norska parið koma inn. Tey komu so at seta seg hjá okkum. Hetta kvøldið møttu vit eisini eini aðrari gentu, ið var úr Írlandi - hon æt Niemve. Eftir at hava sitið og lurta eftir tónleiki á Rolling Stones, fóru vit ein túr á strondina. Her møttu vit aftur Peter frá Australia. Vit báðar dansaðu eina løtu við honum og nøkrum sum hann fylgdist við.
So vildu vit báðar sleppa á Banana Bar, tí her er ein rooftop bar - her er ordiliga hyggeligt at sita. Áðrenn vit fóru, søgdu vit teimum írsku frá. Aodán kom við okkum. Her slappaðu vit fyrst av eina løtu, áðrenn við fóru í hálvt við at mála hvønn annan. Banana Bar er kend fyri at øll ganga málaði við sjálvlýsandi máling. Eftir vit vóru liðug at mála hvønn annan, komu hini frá Írlandi. Tá tað lukkaði her fóru vit á strondina, men á strondini var eisini alt lukkað, so vit fóru bara heim í song - klokkan var jú 4, og vit vóru sera troyttar :)
Klemm Gurið og Gunnvá.
- comments