Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :D
Vit fóru upp kl.11, tí vit skuldu bíleggja eina fergu til Koh Lanta. Vit vistu ikki heilt, nær vit skuldu vera úti úr kamarinum, so vit fóru bara um 12-tíðina. Vit goldu fyri tvær nætur her, tá vit vóru í Krabi, men av tí at vit vóru eina nátt eyka, áttu vit at betala eyka. Meen tá vit checkaði út, segði maðurin bara at alt var í ordan. Hesin maðurin var øgiliga løgin, og skilti nærmast einki av enskum; vit halda ikki, at hann visti av, at vit áttu at betala eyka. Vit tímdu ikki at gera vart við hetta, tí bunglowin var alt ov dýr, til hvat hon var verd, soo ;) Vit fóru síðani vælnøgdar avstað oman í býin. Síðani gekk leiðin til har man kundi bíleggja ferðaseðil við ferguni. Eftir at hava bílagt ferguna, fóru vit eisini at bíleggja eitt hotel/bungalow. Tað bíligasta vit funnu var 1000 Baht pr nátt, so hetta tóku vit. Vit skuldu gjalda 400 TBH í depositum. Meðan vit bíløgdu hetta, kom Aodán her, og fortaldu at tey trý sótu á einari resturant.
Vit fóru síðani til tey, og keyptu okkum at eta. Meðan vit sita her, ringir Malin. Hon var nú eisini komin til Phi Phi. Hon fortaldi okkum, at hon ikki hevði avbestillt hotelli, sum vit høvdu bílagt í Bangkok, so nú máttu vit gjalda fyri hetta :( Vit høvdu bestillt 3 nætur, men Malin segði, at hon skuldi spyrja, um vit bert kundu gjalda fyri 2. So vónandi ber hetta til. Vit fóru so oman á keiina og umborð á ferguna til Koh Lanta. Gurið sat úti allan túrin. Fyrst endaði hon at tosa við nakrir thailendarar, ið stýrdu bátin. Teir bjóðaðu so henni at koma í stýrihúsið at sita - hetta var ordiliga skeg. Hareftir kom hon at tosaði hon við Donnu, sum kemur frá Írlandi (hon visti um Føroyar ;)). Tær báðar rokasðu so allan túrin. Gunnvá sata inni og tosaði eina løtu við nakrir spaniólar og svav síðani tað mesta av túrinum.
Umborð á ferguni blivu vit bjóðaðu bungalow fyri 400 baht. Nú ergraðu vit okkum yvir, at vit longu høvdu bílagt stað at sova. Men av tí at vit bert høvdu goldið depositum, tóku vit av. Tað vóru tríggjar fríar bungalows, so tað passaði so gott. Vit øll (Vit báðar, Sarah, Marcel og Aodán) fóru so á sama stað. Komnar til bungalow'irnar vóru vit glaðar. Tær liggja ikki meira enn 5 metur frá strondini. Vit búgva niðast á Long Beach, so tí eru ikki nógv fólk her - tað er ordiliga avslappandi. Eftir at hava ligið á strondini og dasa eina løtu, fóru vit báðar og Aodán at eta. Tá vit komu aftur til bungalowirnar vísti Aodán okkum ein film, ið hann og Marcel høvdu gjørt av túrinum hjá teimum - tað var ordiliga skeg at síggja. Harumframt fingu vit eisini fleiri filmar frá honum. So vildu vit báðar hava ís, og av tí at tað er frítt WiFi (internet samband), tóku vit teldurnar við. Ísurin var sooo góður ;)
Í kvøld høvdu vit bestemmað okkum fyri, at nú skuldu vit ordiliga slappa av. So vit trý fóru at hyggja eftir einum (tekni)filmi :) Hann eitur Monsters vs Aliens. Av tí at Gunnvá var so troytt, sovnaði hon, tá bert einar 20 min vóru farnir av filminum. Bæði Gurið og Aodán hildu filmin vera ordiliga skegan. Hetta kvøldið fóru vit longu í song kl. 00 - 01.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Gudrun Kristiansen Tit eru raskar at skriva og læta frætta frá tykkum, ansi gott eftir tykkum, Omma og Abbi
Karina, Sølvi, Sigbrit og Sára Sera stuttligt at lesa um tykkara upplivingar :-) Gott at tit hava tað so stuttligt. Vinarliga: Karina, Sølvi, Sigbrit og Sára