Profile
Blog
Photos
Videos
Heey aftur :D
Í gjárakvøldið eftir at hava skrivað bloggin, kom tann eina danska gentan, sum vit fylgdist á hotellið við, yvir til okkum og fortaldi, at hon og 4 onnur fóru út um 20-tíðina, og spurdi um vit høvdu hug at koma við :) Gunnvá var ordiliga troytt, so bara Gurið fór ein túr við.
Gurið skrivar:
Fyrst sótu vit niðri undir í felagsøkinum, har onkur av teimum fekk sær okkurt at eta. Vit vóru 6 fólk; tann danska, Sean (Australia, Brisbane), Jim (London), Malin (Svøríki) og Michachel (Hollandi). Vit tosaðu tí bert enskt, av tí at tað vit dugdu øll :) Vit fóru síðani avstað um 21.30-tíðina, har vit høvdu avtalað at fara til eitt stað, ið Sean kendi. Hetta var har, sum nógv ið fjakka koma til. Av tí at vit vóru 6 fólk, vóru vit noydd at taka tveir taxa-bilar. Eg var í tí seinna taxa-bilinum við Jim og Michachel. Vit vistu ikki heilt, hvar tað var at vit skuldu, so tí bóðu vit bara taxa bilin fylgja aftaná tí fyrra. Meeen hetta var øgiliga býtt gjørt.. So skjótt sum vit komu í allan tann thailendska trafikkin, vóru eini 100 ljósareyður taxa bilar (flestu taxa bilar her í Bangkok eru ljósareyðir), og vit mistu taxa bilin hjá hinum vekk. Eingin av okkum visti, hvar tað var vit høvdu avtalað, tí tann frá Australia var eitt sindur ringur at skilja, so øll høvdu bara satsa uppá, at onkur annar lurtaði :p Men so fann Michachel okkurt í mappuni hjá sær, sum ljóðaði kent, so vit fóru bara har til. Vit royndu at leita eftir hinum, men har var eingin kjansur at finna tey, so vit settu okkum bara inn eitt stað :) Tað var sera hyggelig, og ordiliga skeg at koma at kenna nýggj fólk :) Vit vórur heima aftur kl.1.30.
Gunnvá:
Fyrst fór eg niðan í kamari eina løtu at rudda míni ting upp. Eina løtu seinni fór eg at seta meg við telduna, har eg skypaði við mammu eina løtu. Vit avtalaðu at skypað aftur seinni, tá pabba kom aftur frá skúla. Eg skypaði eisini við Maritu, og meðan eg tosaði við hana, ringdi telefonin! Tey ringdi frá Vøruhúsinum og søgdu, at eg hevði vunnið eitt gávukort á 1000 kr. frá teimum (okkurt, sum eg sendi inn áðrenn jól) :) Hetta hildu vit vera rættiliga skeg, eftirsum eg var stødd í Bangkok. Eftir hetta tosaði eg við mammu og pabba á skype og fór hareftir í kamarið at pakka til dagin eftir. Eftirsum eg var soo troytt, legði eg meg longu at sova kl. 00.
Tórsdagur 13.
Vit skuldu upp kl. 7.30 í morgun (13.), tí vit høvdu bílagt ein túr, ið eitur River Kwai Adventure. Malin, ið var tann frá Svøríki, er eisini við á hesum túrinum. Vit fóru frá hotellinum kl. 8.45, og koyrdu í bussi til Kanchanaburi, har vit skuldu vera fyrsta dagin/náttina. Hotellið eitur River Kwai Bridge Resort, og er meeega lekkurt! :D Kempi kamar við trimum sengrum, og sjálvandi eisini wc og brúsu. Malin skuldi búgva einsamøll, so vit bjóðaðu henni at búgva við okkum.
Aftaná vit høvdu etið døgurða, fóru vit súkklu sightseeing. Vit vóru 5 gentir - vit trýggjar og so tvær danskar, Katrine og Sine - og so høvdu vit eisini eina guide við okkum. Hetta vardi í einar 4 tímar. Vit fóru fyrst til "the death rail way" museum. Her hoyrir man søguna um, tá Japanesarar royndu at gera eina jarnbreyt ímillum Thailand og Burma. Hetta var sera áhugavert - tit kunnu googla tað ;) Har eftir súkklaðu vit til Chung Kai War Cemetery; her liggja um 1.800 vesturlendskir fangar frá krígnum. Teir vóru jarðaðir, tá brúgvin og jarnbreytin blivu gjørd, ið var í 1942-1943.
Hareftir fóru vit til Khao Poon Cave. Hendan var brúkt til goymslu av japanesiskum vápnum undir 2. heimsbardega. Her inni sóu vit millum annað nógvar Buddah standmyndir og so eisini flogmús! :) Tær flogi rundan um okkum inn í millum; og ein var líka við at rena á Gunnvá :D
Hareftir gekk leiðin til brúnna yvir Riwer Kwai. Hetta er høvuðsattraktiónin her í Kanchanaburi. Meðan hendan brúgvin bleiv bygd mistu 80.000-100.000 lokal fólk teirra lív. Aftaná kríggið vóru stórir partar av tí 415 km strekkinum oyðilagt. Tað bleiv bumbað av amerikanarunum. So nú eru bert 80 km eftir av "Death rail way", ið tað verður kallað av teimum lokalu. Hvørgan av okkum plaga at vera søgu-áhugaðar, men hetta hildu vit vera sera áhugavert. Vit gingu yvir um brúnna og aftur. Meðan vit gingu her, blivu vit steðgaðar av nøkrum ungum thailendskum gentum. Tær vóru ringar at skilja, men vit skiltu tað sum, at vit skuldu takað mynd av teimum. Men nei.. Tær vildu hava mynd av teimum saman við okkum :p Openbart síggja tey ikki so ofta skandinavar, ella okkurt sovorðið. Aftaná fóru vit at hyggja eftir tí, ið var at keypa :) Gurið keypti ein kjóla.
Aftaná hetta gekk leiðin heim aftur á hotellið, har vit fóru at eta náttura. Kl. 20 var so tíðin komin til Oil Massage! :D Hetta er ein full body massage, ið varar í 1 tíma :) Hetta er tann traditionella thai massagan bert við olju :) Vit fingu hesa massaguna í kamarinum. Tað var ordiliga avslappandi, og massagan var ordiliga góð. Men tær thailendsku konurnar blivu við at roksa í telefon og sína millum - hetta var eitt sindur irreterandi, men massagan var so góð, at vit gloymdu tað næstan burtur.
Aftaná skuldu Gurið og Malin fara í night market at keypa okkurt við til túrin í jungluni í morgin, tí vit skulu ganga í 4-5 tímar. Men tað var stongt, so tað endaði við at tær bara keyptu oreo's í reseptiónini og ein ís :)
- comments