Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :D
Nú eru vit endiliga komnar til Danmarkar eftir ein harðan dag í Vágunum - tað var hart at siga bei, men nú kann okkara ferð endiliga byrja! :D
Í løtuni sita vit hjá Rúnu, Søren og Idu, har vit hava fingið bollar og heitt kakao :) Um eina løtu fer Gunnvá til Inga bróður á vitjan ;) Í morgin er ætlanin at keypa tað seinasta, sum vit skulu hava við á okkara ferð, m.a. flugunet, sólkrem og tílíkt :)
Í morgin byrjar so tann langa ferðin yvir til Thailand! :) Fyrst verður flogið til Eysturríki, har vit skifta flogfar og síðani gongur leiðin til Bangkok :D Her verður væntandi ein, sum tekur ímóti okkum við skilti, og koyrir okkum á hotellið :) Vit skulu búgva á New Road Guesthouse.
Spennandi verður at vita, hvussu alt fer at ganga - nú tá vit skulu flúgva í heilar 12 tímar :) men vit vóna at thailendarnir taka væl ímóti okkum ;)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Eydis Hey tit báðar. Eg ynski tykkum alt tað best á tykkara ferð og Jesus verið hjá tykkum. Heilsan Eydis
Jonny Hey góða Gunnvá og Gurið! Ja, tað var ringt at siga bei, men verri at koma heim til tómt hús. Vit gleða okkum longu til tit koma aftur. Jesus fylgi tykkum víðari. Klemm Jonna/fastur
Karin Hey tit báðar Tit mugu hava ein ordiliga góðan túr.....í dag verið eg ordiliga nervøs, nú tit skulu flúgva til Thailands :)
Jensa Hey tit báðar :) Tað verður spennandi at fylgja við tykkum á netinum :) Ynski tykkum alt tað besta við nógvum góðum upplivilsum :)
Halla Hey tit báðar :) Stuttligt at lesa:) Gleði meg at hoyra meira um túrin í næstu bloggu :) Góð ferð Klemm Halla
Halltóra Hey tikur báðar :D Stuttligt at lesa :) Super góða ferð víðari - gleði meg at lesa næsta blog hjá tykkum, sum eg VÒNI verður skjótt aftur :D Muss og klemm.. Passi gott uppá tykkum :)
Barbara Joensen Hey tigor báðar :) stuttligt at lesa. Hopi tigor hava havt ein super góðan túr til Bangkok. Alt tað besta :* ansið tigon!