Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit har heima :)
Í morgun vaknaðu vit upp beint áðrenn kl. 11, og máttu tí skunda okkum at pakka alt, tí vit skuldu vera úti úr kamarinum kl. 11. Klokkan var eitt sindur yvir tá vit checkaðu út, men vit skuldu ikki gjalda nakað eyka. Fólkini her eru so fitt og hjálpsom. Tey søgdu, at tey frá Rock Climbing-firmanum høvdu verið eftir okkum kl. 8 í morgun og banka uppá dyrnar. Hetta hava vit opinbart ikki hoyrt, men tað var heldur ikki meiningin, at vit skuldu fara í morgun - vit høvdu jú bestillt til 5. feb. Tá vit síðani kannað seðilin, sum vit fingu frá teimum, sum vit bookaðu túrin frá, síggja vit, at tey hava skrivað 4. feb á. Vit blivu øgiliga illa við, og avgjørdu at fara at kannað hetta seinni.
Vit fingu at vita frá teimum á hotellinum, at tey høvdu funnið kamar til okkum til í dag, og hetta var beint yvirav tí vit júst høvdu búð í. So hetta var ordiliga lekkurt at fáa at vita - nú nýtist vit ikki at ganga langt vit ryggsekkum og øðrum :p
Vit báðar fóru síðani til gongu oman í býin. Á vegnum oman fóru vit inn til eina restaurant at fáa okkum morgunmat, tí vit høvdu jú onki etið í allan morgun. Síðani fóru vit at kanna hatta við Rock Climbing. Vit sóu ikki nakran har, sum hevði verið har kvøldið fyri, so tað var ringt at forklára teimum, at vit høvdu verið har í gjár og bestillt, og høvdu bestillt til 5. feb og ikki 4. Tíbetur kemur ein kona har, sum var har, tá vit bestilltu (hetta var sama konan, sum hjálpti okkum at finna okkurt at búgva í í Phi Phi), so hon kendi okkum aftur. Vit forklára so fyri henno, hvat er hent, og hon sigur, at hon skal ringja til Rock Climbing-firmaði og kannað hetta. Til alla lukku var tað ongin trupulleiki at fáa tey at broyta tað til 5. feb, so vit vóru lukkuligar, tá vit fóru harfrá.
Nú vildu vit sleppa oman á strondina at sóla okkum, men av tí at tað var so mega heitt, og vit orkaðu ikki at liggja, avgjørdu vit skjótt at fara at gera okkurt annað ístaðinfyri. Vit gingu runt í býnum og maldu eina góða løtu, áðrenn vit fóru at eta spagetti bolognese. Eftir hetta fóru vit at hyggja í handlar, og her fann Gurið ein mega flottan kjóla fyri bert 250 Baht. Áður vit fóru heim undir brús, keyptu vit okkum ein lekran banana shake, sum vanligt. Tá vit komu heim, svav Gurið eina løtu, meðan Gunnvá fór undir brúsina og so fór Gurið aftaná, tá hon var vaknað. Meðan vit gjørdu okkum klárar at fara út, byrja vit at fjasa býtt - fyrst settu vit hárið upp í toppar, sum sóu bara heilt herligur út og av tí vit høvdu eina viftu í kamarinum, var hon eisini brúkt. Vit høvdu tað mega skeg, men eftir eina løtu við tvassi, avgjørdu vit at nú var tíð at fara oman í býin at fáa okkum okkurt at eta. Av tí at tað er nokso langt oman í býin, tóku vit ein tuktuk, og goldu 40 Baht tilsamans (uml. 8 kr). Aftaná vit høvdu etið, gingu vit ein túr í býnum og her møttu vit Kasper, Sofie og Søren (Kasper var tann, sum fann kameraði hjá Gurið í gjár). Vit fóru síðani við teimum á onkra bar. Her sótu vit eina løtu og prátaðu og hoyrdu thailendskan musik. Hesi thailendsku sungu tó næstan bara enskar sangir, so vit kendu teir flestu av teimum, sum tey sungu. Seinni um kvøldið fóru vit á Chang Bar og aftaná á Luna Beach Bar.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Jonny Deiligt at kunna lesa aftur havt tit hava upplivað. Góða ferð víðari og Jesus veri hjá tykkum. Klemm klemm P.s. Ansið eftir tykkum xoxoxo