Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í dag er kinesisk nýttár her í Thailandi :D Hetta hoyrdu vit eisini í gjárkvøldið kl. 00, tá vit skuldu fara at leggja okkum. Tá byrjaðu tey at skjóta fýrverkarí beint uttanfyri hotelli hjá okkum.
Vit vaknaði um 10-tíðina aftaná minst eini 9 tímar svøvn. Beinanvegin vit fóru upp, fóru vit at gera okkum klárar at fara avstað. Tá klokkan nærkaðist 11, checkaðu vit út, men lótu bagaguna liggja eftir har, tí vit ætlaði líka at vitja eitt tempul, áðrenn vit fóru. Vit vóru øgiliga svangar, og høvdu hug at eta mysli við jogurt og frukt. Vit fóru inn beint við síðurnar av hostellinum at eta, og her sóu vit eitt kort yvir heimin, og tað merkiliga var, at ein nál var sett í Føroyar! :) Vit hildu, hetta vera mega skeg og tóku eina mynd av hesum ;p
Síðani gekk leiðin til templið, sum kallast Tiger Temple. Vit høvdu hoyrt okkurt um hetta templið, at tað skuldi vera 12000 trin niðan í tað.. Hetta passaði tó ikki, tí vit gingu bara niðan gjøgnum 107 trin. Men vit skulu ikki grenja, tí vit vænta ikki, at vit høvdu klára øll hasi 12000 trinini ;) Templið líktist øllum hinum templunum, sum vit hava sæð, so vit fara neyvan at hyggja eftir fleiri templum her í Thailandi ;p
Aftaná hetta fóru vit at keypa milk shake :) uhmm... vit eru blivnar ordiliga avhengigar av teimum, tí teir smakkar SOO gott :D Gurið royndi ein kiwi-shake, meðan Gunnvá fekk sær ein banana-shake.
So var tíð at fara avstað. Bussurin til Ao Nang koyrdi 10. hvønn minutt, so tað gekk ikki long tíð áðrenn vit sótu í bussinum. Hetta var tó ikki ein heilt vanligur bussur, men ein lastbilur við taki. Í bussinum passaðu í hægsta lagi 12 fólk, men av tí vit høvdu stórar ryggsekkar, var tað uppaftur meira trongt. Eftir at hava koyrt í 30 min, komu vit til Ao Nang. Vit sóu eitt skilti, har tað stóð Baan Taveesri til ein síðu veg. Hetta var hotellið, har vit skuldu gista. Tá vit fingu "bussin" at steðga, byrjaði vit at ganga ígjøgnum hendan síðuvegin. Vit gingu og gingu, men vit sóu einki skiltið, ið vísti veg til nakað hotell, sum æt Baan Taveesri. Eftir at hava gingið niðan í gjøgnum eina brekku - og ja, vit bóru tveir ryggsekkar hvør í uml. 32 gradum - steðgaðu vit einum á skutara. Hesin virkaði ikki til at hava hoyrt um hotellið, men var sera hjálpsamur kortini. Hann steðgaði eini aðari konu á skutara, og so royndu tey at finna útav, hvar tað var. Men tey komu ikki fram til nakað.. Vit blivu ordiliga vónleysar nú - serliga tí ryggsekkarnar vóru so tungir at bera. Gurið smekkaði seg so mitt á vegin, ti hon vildi hava eina pausu, og Gunnvá gjørdi tað sama. Men so var Gunnvá fornuftig, og bað Gurið bara sita har og passa uppá ryggsekkarnar, meðan hon fór til gongu sama veg, sum vit vóru komnar. Meðan Gurið situr her, steðga fleiri thailendarar á skutara fyri at kanna um alt er í ordan - allir thailendarnar, vit hava møtt, hava verið sera hjálpsamir! :) So kemur Gunnvá til gongu niðan aftur gjøgnum brekkuna - hon hevði nú funnið hotellið! Hetta lá tætt við har síðuvegurin byrjaði, men av tí at tað eisini lá á einum síðuvegi, og ikki var upplýst nakrastaðni, var hetta ógjørligt at síggja. Vit fóru so fúsar avstað oman í gjøgnum brekkuna. Tá vit endiliga komu fram, vóru vit so troyttar, tí vit høvdu gingu við ryggsekkunum og leita í uml. ein hálvan tíma, at vit blakaðu teir av okkum, tá vit komu inn.
Vit vóru ordiliga væl móttiknar, so vit føldu okkum ordiliga heima her. Tað er ein danskari, ið hevur hetta hotellið saman við eini thailendskari konu - ordiliga fitt og blíð fólk. Kamarið var ordiliga nossligt - eingir kakelakkar ella moyggjabitar! :) Eftir tann laaanga gongutúrin var eitt brúsubað, tað fyrsta vit høvdu í tonkunum.
Tá Gunnvá hevði pakkað alt út, finnur hon útav, at hon ikki hevur vandraskógvarnir hjá sær! Áðrenn hevði hon havt ein varhuga av, at hon ikki hevði teir við sær (at hon hevði gloymt teir onkrastaðni). Gurið fer so at kanna sín ryggsekk og tekur sínar skógvar upp og sær, at hon faktisk hevur skógvarnar hjá Gunnvá. Nú byrjaði vit at blíva bangnar um, at vit høvdu gloymt teir hjá Gurið onkrastaðni. MEN til alla lukka lógu skógvarnir hjá Gurið niðast í hennara ryggsekki, so tá hon endiliga hevði fingið alt úr ryggsekkinum og funnu skógvarnar, vóru vit so glaðar.
Vit fóru so út at eta í Subway, har vit hava etið ofta eftirhondini, tá vit hava verið her í Ao Nang. Meðan vit sótu her og ótu, opnar Gurið sínar sólbrillur og tann eina stongin brotnar av. So nú eru sólbrillurnar hjá henni eitt sindur hálvar, men hon brúkar tær kortini enn :p So fóru vit at hyggja í handlar, men endaðu tó ikki við at keypa nakað. Vit duga ikki at ganga úti her í Thailandi uttan at keypa milk shake, so tað fóru vit sjálvandi eisini at gera nú. Vit ganga so forbíð eitt turistkontór, ið vit vóru inni í, seinast vit vóru her í Ao Nang. Fólkini her kendu okkum aftur beinanvegin og komu at tosa við okkum. Vit sóu, at tey høvdu ein rockclimbing túr. Hesin virkaði sera spennandi, og av tí at vit ikki hava roynt hetta áður, bookaðu vit ein eindags túr til um tveir dagar (5. feburar).
Á vegnum sóu vit ein handil, sum seldi cd'ur og dvd-filmar. Dvd-filmarnir kostaðu bara 100 Baht = undir 20 kr. og man fekk 6 fyri 500 Baht. Gurið keypti sær 12 ymiskar og Gunnvá keypti sær 6 filmar.
Eftir hetta fóru vit aftur á hotellið við tí, ið vit høvdu keypt, og fóru so beinanvegin út aftur at feira tað kinesiska nýttárið. Vit fóru fyrst at spæla pool (tey kendu okkum eisini aftur frá seinast, vit vóru her), og her møttu við Herman frá Svøríki. Grundin til, at vit komu at tosa við hann, var tí, at hann bjóðaði Gurið av í pool. Í tí fyrra spælinum vann Gurið stórt, so hann vildi gjarna spæla ímóti henni. Tað endaði faktisk við, at Gurið vann, av tí Herman koyrdi ta svørtu kúluna í skeivt hol. Síðani fóru vit øll trý í Chang Bar. Tey, sum arbeiða her, kendu okkum báðar beinanvegin aftur, og vóru ordiliga glað at síggja okkum aftur har :) Aftaná fóru vit í Luna Beach Bar, tí vit báðar vildu gjarna sleppa at dansa :) Eftir at hava dansað eina løtu, finnur Gurið útav, at hon ikki hevur kameraði uppi á sær. Hon fór ordiliga í panikk og byrjaði at leita eftir tí. Meðan hon gongur púra koncentraða og hyggur niður, meðan hon leitar eftir tí, kemur ein drongur har, og spyr, hvat er galið. Gurið fortelur so fyri Kasper, sum hann eitur, at hon hevur mist sítt kamera vekk og leitar eftir tí. Hann hjálpir henni at leita eftir tí, men tey finna onki kamera. Meðan tey ganga í hvør sínum lagi og leita, fer Kasper yvir til barrdiskin og spyr tey, um tey hava funnið nakað kamera. Tíbetur hevur onkur funnið tað og verið so fittur at koma við tí yvir til diskin. Tá Kasper kemur yvir aftur til Gurið, og gevur henni kameraði, er hon so glað, at hon loypir um hálsin á honum :) Vit vóru heima aftur á hotellinum kl. 4.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Gudrun Tykkara órvitisknokkar, vónandi koma tit heim aftur í øllum góðum, jesuspápin verið hjá tykkum. Omma og Abbi