Profile
Blog
Photos
Videos
Hey aftur ;)
Í morgun fóru vit upp kl.10, tí vit báðar høvdu avtalað við Aodán, Sarah, Marcel og Niamh at fara at hyggja eftir onkrum á oynni. Eftir at hava etið morgunmat fóru vit at leiga skutarar. Eingin av okkum báðum hevði roynt at koyrt skutara fyrr, so Gunnvá hevði heldur ikki hug at royna tað nú. So hon sat aftanfyri á skutarinum hjá Aodán. Gurið vildi læra at koyra skutara - Marcel lærdi hana - ikki tað at tað var so innvikla ;) Men Gurið hevði tó eitt sindur av trupulleikum við at halda seg á vinstru síðu eftir eitt sving, men tað gekk alt gott kortini :p Her í Thailandi koyra tey nevniliga vinstrakoyring.
Vit koyrdu inn til býin, har vit fyrst fóru at fáa okkum milk shake. Hareftir fóru vit genturnar at hyggja í handlar. Hálvan tíma seinni byrjaðu vit aftur at koyra. Vit koyrdu til Long Beach, har vit steðgaði á eina lítla løtu at taka myndir ;) Síðani gekk leiðin til bungalow'irnar, tí nú máttu vit báðar fara avstað. Tað var mega undarligt at siga bei við tey fýra, av tí vit hava fylgst so leingi. Maðurin, sum koyrdi okkum, virkaði eitt sindur irreteraður á okkum, tí vit líka skuldu eftir baggaguni, siga bei við tey fýra og keypa vatn (tað var so mega heitt) ;) men oh well ;D Nú koyrdu vit móti Krabi Town. Vit skuldu fyrst við tveimum bilfergum. Tað tók kanska 5 min við hvørjari fergu, og tað føldist ikki sum um, vit sigldu.
Vit komu til Krabi Town, men visti ikki, hvar vit skuldu av, tí vit høvdu ikki bookað nakað hotell/hostel frammanundan. Aodán hevði fortalt okkum um eitt hostel, sum hann hevði búð á, tá hann var í Krabi Town. So vit bóðu sjafførin koyra okkum á Pak-Up Hostel. Hetta var onki problem og vit fingu eina song beinanveg. Eitt par, sum kom beint aftaná okkum, spurdi um okkurt at sova í, og tá sigur konan við diskin, at tað var fult. So vit vóru mega heldigar ;)
Hostellið líkist einum skúla, av tí at rúmini itu eins og ymisk skúlafak. Vit búðu í IT, ið lá aftaná English, Math og Thai og áðrenn Art, so hetta hildu vit vera nokso cool :) Vit búðu í kamari saman við átta øðrum fólkum. Beinanvegin vit komu inn í kamarið blakaðu vit ryggsekkarnar á hvør sína song. Allar sengurnar sóu líka ruddiligar út, so vit hildu ikki at nakar svav har. Vit fóru so út úr kamarinum at hyggja eftir hostellinum. WC var ordiliga stórt og flott, og brúsurnar vóru fantastiskar! :D Ella okey, tær hava kanska ikki verið so fantastiskar sum vit hildu, tí vit hava nú sovið nakrar nærtur í bungalow's, har man var undir brús við fýrbeinum, sniglum, kakelakkum og eiturkoppum.
Tá vit komu innaftur í kamarið, funnu vit útav, at sengurnar, ið vit høvdu blakað bagaguna hjá okkum á, faktiskt vóru upptiknar. Vit fingu at vita, at tað bara vóru tvær, har eingin svav - báðar vóru á ovari hædd. Åja, vit gloymdu at nevna at vit sova í koyggjusengrum. Eftir at hava fingið skil á, hvar vit skuldu sova, fóru vit út. Krabi town er ein sera hugnaligur býur. Vit vóru í frukt-market, og fóru síðani inn í Vogue centrið. Vit vóru ordiliga chokeraðar, tá vit komu inn - hetta var eitt ordiligt civilisera centur við handlum :o Tá vit høvdu keypt spagetti og bolognese, fóru vit at hyggja eftir einum krossvegi, har ljóskurvar vóru. Orsøkin til hetta er, at hesar ljóskurvarnar eru tær einastu í heiminum, ið eru standmyndir av einum manni. Ljóskurvarnar eru beint við nógvir ymiskir handlar, har m.a. man kann keypa milk shake. Vit fóru so sjálvandi at keypa hvør sítt banana milk shake. Vit vóru eitt sindur yvirraskaðar, tá vit fingu milk shake'ið í einum posa! :) Aftaná at hava drukkið hetta, skuldi Gunnvá á wc. Vit fóru so inn á eitt apotek. Tá Gunnvá spyr, um hon kann lána wc'ið, spyr maðurin heilt alvorligur: "pee og poo?". Gunnvá bleiv illa við, og vit báðar byrjaðu at flenna. Tá Gunnvá hevur svara "pee", vísir maðurin henni, hvar wc'ið er :')
Her vóru ein hópin av handlum, so tað endaði við, at vit keyptu okkum klæðir. So blivu vit aftur lekkurtsultnar, og fóru at keypa okkum banan pannukøkur. Pannukøkurnar eru sera ymiskar frá staði til stað, men tær smakka ordiliga gott hvørja ferð :) Vit settu okkum at eta hesar uttan fyri trappurnar til Tigara Templið. Meðan vit sita her og eta, kemur ein genta yvir til okkum. Hon spyr okkum, um vit vita um nakra barr. Vit vistu ikki um nakra aðra, enn hana sum var á takinum á okkara hostellið. Hon spurdi so, um hon kundi fylgjast við okkum. Hendan gentan er úr Ísrael og eitur Liat. Hon er 25 ár og ferðast sjálv í løtuni. Vit trýggjar fóru so til hostellið, aftaná vit vóru lidnar við pannukøkurnar. Í barrini á hostellinum keyptu vit okkum allar "heitt" kakao, sum faktiskt var kalt, tá vit fingu tað. Meðan vit sita her, blívur ein thailendari við at tosa við Gunnvá. Hann var so irreterandi, og bleiv við at siga akkurát tað sama. Eina líta løtu aftaná koma tveir japanesarar yvir til okkum. Teir fortelja, at teir eru fleiri, sum hava bookað ein túr 5. feb, har man m.a. stendur á jet ski og siglir til tær fýra oyggjarnar, og vilja vita um vit hava hug at koma við. Vit fortelja sum er, at vit longu hava verið siglitúr til tær fýra oyggjarnar, og at vit ætla at fara til Railey Beach tá. Teir siga so, at kanska kunnu teir møtast við okkum á Railey Beach, so at vit báðar eisini sleppa at royna at standa á jet ski. Teir virkaðu eitt sindur pussiður, so nú ætla vit at fara til Railey Beach 4. feburar ístaðin, so at vit ikki møta teimum nakrastaðni :p
Vit fóru so at skypa eina løtu, áðrenn vit fóru í song. Tá Gunnvá skal leggja seg í sína song, liggur onkur longu har. Hon blívur eitt sindur illa við, men av tí at allar sengurnar vóru upptiknar uttan ein, so mátti tað vera hennara.
Klemm Gurið og Gunnvá.
- comments