Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Í dag skuldu vit so aftur chekka út, so vit vóru noyddar at vera úti úr kamarinum kl. 12. Vit skundaðu okkum at fáa okkum fransbreyð við nutella, tá vit høvdu pakkað. Eftir at hava chekkað út, gingu vit til hotellið hjá Kasper og Søren. Teir vóru so fittir at lata okkum hava alla bagaguna hjá okkum har, so tað var super. Eftir at hava slappa av á hotellinum hjá teimum eina løtu - tað var jú ein stravin gongutúrur, nú tá man skuldi bera báðir ryggsekkarnar og ein fullan posa (vit shoppaðu jú í gjár) - fóru vit til høvuðstokstatiónina. Tað er bert her, tað ber til at keypa tokbilett til Singapore. Vit tóku rullutrappurnar á veg niðan til monorailway'in (metro). Meðan vit koyra í hesum rullutrappunum, stendur ein drongur, allarhelst muslim, aftanfyri okkum. Hann skrivar okkurt niður á eitt papír. Tá vit eru komnar upp ígjøgnum rullutrappurnar gevur hann Gurið hetta papírið, og sigur at tað er eitt bræv til hana. Vit lesa so hetta brævið, og eru um at skrædna sum vit flenna, tá vit eru liðugar at lesa. Í brævinum stendur:
"Hello dear. I am Babak and I am looking for a good girl to be my life partner and marry me. I am student here and I am studying medicine. As I am a shyness person, I decided to write to a girl whom I think she is a good and suitable girl for me. You can find me on facebook". Eftir hetta, stóð hansara fulla navn og hansara e-mail addressa.
Tað var lætt at finna fram til høvuðstokstatiónina, sum liggur í útkantinum á býnum. Tað er skjótt og bíligt at brúka MRW (metro), so hetta er tann besti hátturin at ferðast aftur og fram í Kuala Lumpur. Komnar á tokstatiónina keyptu vit bilett til tann túrin, ið fer kl. 23 í kvøld. So gekk leiðin inn aftur í býin.
Nú fóru vit í Times Square, tí vit vistu, at eitt posthús var her. Vit ætla at senda ein pakka heim við øllum tí, sum vit hava keypt og ikki tíma at bera uppá - eins og vit gjørdu í Chiang Mai (Norðurthailandi). Tá vit komu til centrið, fingu vit at vita, at tað var sunnudagur, so tí var posthúsið ikki opið. Nú meðan vit fjakka, hava vit slett einki tíðarfornemmilsi, so vit vistu slett ikki, at tað var sunnudagur.
Nú tá vit ikki fingu sent okkara pakka heim, avgjørdu vit aftur at fara at eta í Kenny Rogers. Tá vit høvdu etið, møttist vit við Kasper og Søren. Vit høvdu avtalað at fara at upp í skybridge'ina á Petronas Twin Towers. Vit tóku taxa hertil, men tá vit komu høvdu tey ongar bilettir eftir, hóast kl. bert var 15. Vit fingu so at vita, at man mátti fara longu kl. 8 um morgunin at keypa bilettir; so hetta bleiv tíverri til einkis. Í millum bæði tornini er eitt shoppingcentur, ið eitur KLCC. Vit gingu inni her eina løtu, og vit siga bara eitt.. Uff, tað er strævið at shoppa við donskum mannfólki! Teir báðir gingu inn í allar handlarnar, og brúktu øldir inni har! Vit báðar settu okkum bara niður á gólvið, tí vit tímdu slett ikki at shoppa. So her sótu vit, tvey konufólk, og bíðaðu til mannfólkini vóru lidnir at shoppa :p
Tá teir endiliga vóru lidnir, fóru vit at keypa okkurt lekkurt at styrkja okkum við, áðrenn leiðin gekk oman aftur á hotellið hjá teimum. Tá vit akkurát eru komin inn um hurðina, byrjar at regna. Tað ordiliga oysti niður, og lítla løtu aftaná kom toran og snarljós. Hetta var tað ógvisligasta, vit hava upplivað; tað var so ógvilsigt, at Gunnvá helt, at onkur tók myndir :) Hetta helt á í ein tíma, har tað toraði allatíð, og tað vóru sera nógv snarljós.
Vit baglaðu okkum so gott undir teppi, og fóru at hyggja eftir film við báðum teldunum hjá okkum. Tað passaði so gott, teldurnar eru so lítlar, og tað vóru tvær sengur. So vit báðar lógu í tí einu við eini teldu, meðan teir í hinari við hinu telduni. Vit settu filmin frá samstundis, so tað virkaði heilt væl.
Tá filmurin var liðugur var kl. 21, hevði Gurið líka tíð at fara at skypa við tey har heima, áðrenn vit skuldi avstað. Hon skypar inni í kamarinum. Meðan hon skypar, siga foreldrini hjá henni okkum um, at tey hava sæð onkra mynd av okkum báðum inni á facebook hjá Kasper Munk. Báðir danskarnar eru sjálvandi í kamarinum, so tá Kasper hoyrir sítt navn, blívur hann heilt forskrektur. Hann skilti jú ikki, hvørjum samanhangi tað var sagt í, so hann var ordiliga forvitin. So var tíð at fara á tokstatiónina, og vit søgdu farvæl við Kasper og Søren - tað var heilt syrgiligt, av tí at vit hava fylgst so nógv við teimum báðum bæði í Thailandi og Malaysia.
Komnar á tokstatiónina fáa vit at vita, at tokið er forsinkað í 15 min. Vit eru í góðari tíð - fyri eina ferð skyld - so vit seta okkum niður á gólvið, og fáa okkum fransbreyð við nutella. Øll plássini vóru upptikin, so vit høvdu einki annað val, enn at seta okkum á gólvið. Vit smyrja nutella á við eini skeið, vit hava fingið frá 7-eleven. Fólk hugdu eitt sindur løgi eftir okkum, men vit smíltist bara aftur til tey :)
Í tokinum liggja vit báðar á tí ovari koyggjuni. Hetta var ordiliga deiligt, tí so liggja vit yvir av hvørjari aðrari, so tað ber væl til at roksa. Vit fóru so at skriva allir bloggarnar frá Malaysia.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Karin Tit klára tykkum bara heilt væl, stuttligt at síggja bíløt eisini :) Góðan valentinsdag :)
Jonny Sum tað er stuttligt, at lesa tykkara bloggar. Tit hava uppliva so nógv. Deligt hjá tykkum. Deiligt at síggja myndir og hvussu glaðar tit eru. Hugnið tykkum á date´ini og framhaldandi góðan Valentines´day :)))) Klemm klemm