Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Eftir at hava etið morgunmat, møttist vit við Kasper og Søren á eini tokstatión her í Chinatown. Vit vóru í tveimum kinesiskum templum, áðrenn vit fóru at hyggja í handlar í Chinatown. Sigast má, at vit vóru heilt ótrúliga yvirraskaðar, hvussu gott teir dámdu at hyggja í handlar; teir vóru nógv verri enn vit báðar. Vit tímdu faktiskt slett ikki, tí tað var øgiliga heitt, men Gurið fekk so keypt sær einar nýggjar klippklapparir, og teir, sum hon var í, fingu tey í handlunum at koyra vekk. Av tí at Gurið hevði málað teir í Banana Bar í Phi Phi, var tað øgiliga ringt hjá okkum báðum at koyra teir vekk, men so er ;) Á endanum á vegnum í Chinatown keyptu vit okkum frukt.
Av tí tað var so heitt at ganga úti, funnu vit eitt centur, sum hevði air condition, og fóru inn í tað. Her var tað deiliga svalligt í mun til hitan uttanfyri! Vit gingu gjøgnum tað, áðrenn vit fóru víðari til eina park, sum eitur Merdeka Square. Hetta var tó bert ein stórur grasvøllur, sum var fýrakantaður, so vit fóru skjótt avstað aftur. Nú vóru vit blivin svong, og vildu tí hava okkurt at eta. Tað gongur ein løtu, áðrenn vit avgera at fara inn til eina gøtukøk; her kann man keypa døgurðamat. Hetta hava vit báðar ongantíð roynt á okkara ferð, men eina ferð skal verða fyrstu ferð. Rís varð koyrt uppá tallerkin, og so kundi man sjálvur velja sær hvønn rætt man vildu hava til, og man kundi eisini velja sær fleiri ymiskar. Vit hildu, at hetta smakkaði yvirraskandi gott, og tá rokningin kom, stóðu vit sum á nálum. Fyri øll okkum fýra kostaði tað 17,50 MYR, sum er eitt sindur undir 35 kr. Harafturat høvdu Kasper og Søren keypt sær sodavatnblikk, so hetta var øgiliga bíligt, hildu vit. Her inni sóu vit ein mann, sum eisini hevði keypt sær døgurða. Tað merkiliga var, at hann át við hondini, og vit øll vóru øgiliga imponeraði yvir, hvussu gott og skjótt, tað gekk hjá honum at eta. Hann koyrdi einki niður, og bleiv nærmast slett ikki skitin um hendurnar. Og tá ið hann var liðugur, lá ikki tað einasta rís eftir á hansara tallerki!
Eftir hetta gekk leiðin víðari. Vit vildu gjarna sleppa at síggja eina mosku, sum var tætt við har, sum vit høvdu ótu. Tá vit koma hartil, síggja vit, at fleiri fólk eru steðgaði uttanfyri moskuna. Tey hava lagt eitt teppi á vegin og eru byrjaði at biðja. Meðan tey biðja, gera øll somul nøkur undarlig øvilsir. Tey gera øvilsini í senn, og vit hildu, at hetta var sera herligt at sleppa at síggja. Men vit tíma ikki at standa leingi og hyggja eftir teimum, so vit fara víðari at hyggja eftir einum sum kallast National Monumenti, sum Kasper so fegin vildi sleppa at síggja. Hetta er ein standmynd av fleiri soldátum frá onkrum kríggi. Hon er til minnist um teir, sum doyðu í hesum krígnum. Standmyndin er 15,4 metur høg og er gjørd úr bronsu. Vit tóku myndir av henni, og settu okkum so niður á nakrar trappur at hvíla okkum eina løtu. Meðan vit sita her, kemur ein maður yvir til okkum báðar og spyr, um kona hansara ikki kann taka eina mynd av honum og okkum báðum :p Av tí at hann hevði konu, so søgdu vit jú :) Beint aftaná kemur ein flokkur av fotografum ímóti okkum; ein kemur yvir til Kasper og ein kemur yvir til Gurið. Tey spyrja Gurið og Kasper, um tey kunnu taka eina mynd av teimum til okkurt projekt, sum tey skulu brúka í skúlanum :) Tað er ikki annað at gera hjá teimum báðum enn at standa sum model framman fyri kameranum ;)
Vit ganga síðani víðari til parkina. Her skuldi sigast vera ein stór fugla park, so vit fóru at leita eftir henni. Komin fram til hana síggja vit, at hon lukkar um hálvan tíma og at tað kostar nokso nógv at koma inn. So av tí eingin er serliga áhugaður í fuglum, tíma vit ikki at fara inn. Vit keypa okkum ís, og fara síðani við taxa til okkara hotell. Vit avtala at møtast í sentrinum seinni.
Kl. 18.30 fara vit yvir til sentrið har vit møtast. Ætlanin var at eta okkurt, men av tí vit eisini hava ætlað okkum, at royna tann stóra rytsjubanan vit sóu í gjár, útseta vit tað. Komin til rytsjubanan, finna vit útav, at hetta faktiskt er ein stór forlystilsispark við fleiri ymiskum at royna. Vit fara so yvir at keypa bilett til parkina - í fyrstuni var tað ringt at fáa Gurið inn við, tí hon helt ikki, at hon tordi alt tað ymiska - men aftaná eina løtu fingu Gunnvá, Kasper og Søren yvirtala hana til at koma við ;) Gurið helt jú eisini at hon skildaði Gunnvá tað, av tí at hon hevði noytt hana við til rock climbing og okkurt annað á tí fyrsta kanotúrinum. Her vóru fleiri ymiskir banar, og tað besta var, at her vóru næstan ongi fólk, so man skuldi ongantíð standa í kø fyri at royna nakað. Gunnvá og Kasper vóru sum tvey smábørn, og vildu bara royna alt! Beinanvegin vit komu inn, høvdu tey funnið sær eitt ting at royna. Gurið helt hetta síggja ógvisligt út, so tá Søren bestemmaði seg fyri ikki at fara, vildi Gurið heldur ikki. Hetta tingið maldi bæði upp og niður, so Gunnvá og Kasper endaðu á høvdinum aðru hvørja løtu. Aftaná fóru vit øll í ein rytsjubana - hesin var stuttligur, men kvalmisligur. Síðani fóru vit øll í eitt sovorðið, sum dreygar runt. Hetta var yvirraskandi nokk deiliga avslappani. Gunnvá og Kasper fóru so aftur í eitt, sum dreygar runt. Eftir hetta fóru vit so at koyra í radiobilum. Hetta var ordiliga skeg, og vit krasjaðu bara á øll. Tað einu ferðina meðan Gurið stendur still, krasja trýggir bilar á hana í senn. Bilurin fer so harðan stoyt, at fóturin hjá Gurið smekkast uppundir okkurt í bilinum. Tá vit eru liðug at koyra í radiobilum, síggja vit, at Gurið bløðir rættuliga nógv úr lítlu tá. Kasper fer so yvir til ein vakt at spyrja um plástur. Áðrenn vit vita av, standa fimm fólk uppi yvir Gurið. So verður ein maður tilkallaður. Hann hyggur eftir fótinum á Gurið, og biður hana koma við sær. Gurið sigur so, at tað ikki er nakað alvorligt, og at eitt plástur er fínt. Hann biður hana so eina ferð afturat koma við sær, so har er ikki annað at gera, enn at fara við. Aftaná at hava gingið í gjøgnum alla forlystelsisparkina opnar hann eina hurð. Her inni er ein klinik. Hann biður so Gurið leggja seg niður. Alt fyrigongur ordiliga professionelt. Hann steriliserar fyrst sárið, og koyrir okkurt gult á. So fer hann eftir eini salvu. Tá hann hevur koyrt hana á, fær Gurið endiliga sítt plástur. Hetta er heilt ótrúliga góð service, man fær. Tá Gurið endiliga kemur aftur, hevur hon nærmast verið vekk í 10 min. Gunnvá situr og bíðar eftir henni, meðan Kasper og Søren eru farnir at royna tann stóra rytsjibanan. Júst sum Gurið kemur aftur, eru teir lidnir, og biðja okkum koma eisini. Vit øll fýra fara so at royna rytsjubanan - og hann var so skeg :) Av tí at Gunnvá dámdi so gott tann triðja rytsjubanan, sum bara hon og Kasper royndu, vildi Gurið eisini sleppa at royna hendan. Kasper fortelur okkum so, at hesin rytsjubanin følist akkurát, sum tá man skydive'ar (loypir út av einum flogfari við faldskermi). Rytsjubanin er slett ikki óbehagiligur, so nú hava vit bestemma okkum fyri, at fara at royna skydiving, tá vit eru í New Zealandi! :)
Aftaná at hava roynt tann síðsta rutsjibanan, hildu vit, at tað var nú tíð at fara at eta. Vit gingu eina løtu og mólu fyri at finna okkurt, men funnu síðani Subway. Tit kunnu trúgva, hvussu glaðar vit báðar vóru at fara inn har... men vit fóru tó eitt sindur skuffaðar út aftur aftaná at hava etið, tí hetta var slett ikki líka gott sum Subway í Thailandi. Men mettar blivu vit hóast alt :) Aftaná at hava etið, skuldu Kasper og Søren líka hyggja eftir nøkrum converse-skóm ;) hehe :) Vit halda, tað vera so herligt, at teir skulu dáma so væl og shoppa. Vit báðar máttu sita so fitta og bíða eftir teimum. Tað eigur heldur at verið umvent, men sama ger :)
Síðani gekk leiðin heim á hotellið, har vit líka skypaðu við foreldrini og facebookaðist, áðrenn vit fóru í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments