Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :)
Tá klokkan endiliga bleiv 6.30, vekkaði vekkarin. Nú var tokið endiliga komið til Kuala Lumpur. Toktúrurin var sera stravin, so vit høvdu fingið lítið av svøvnið. Í tokinum komu bøkurnar, ið vit keyptu í Singapore, gott við. Vit byrjaðu uppá hvør sína bók, tá vit fóru úr Singapore. Tá vit høvdu koyrt í ein hálvan tíma, steðgaði tokið, og øll skuldu út úr tokinum. Vit skuldu nemliga til eitt "pass kontrol". Her fingu vit so stempul, um at vit fóru úr Singapore. Meðan Gurið stendur her, og bíðar eftir at fáa passið aftur, sigur tann, sum arbeiðir har: "åå Kallsberg, so you drink beer?". Gurið hevði ikki idea fyri, hvat hann tosaði um, tí vit vistu ikki at Carlsberg var populert her í Malaysia. Tá tað gekk upp fyri henni, at hann tosaði um Carlsberg, smíltist Gurið bara og segði, at hon ikki dámdi øl :) So skuldu vit aftur í tokið. Ljósið var frá allan vegin í tokinum, og fólk roksaðu, so tað var ikki lætt at sovna. Harumframt vóru sengurnar ordiliga lítlar, men Gurið kláraði tó eisini at liggja útstrekt - men tað gekk akkurát.
Komnar á tokstatiónina, vistu vit ikki, hvar vit skuldu fara. Vit funnu so eina atm, har vit tóku pengar út, so at vit høvdu pengar til ein taxabil. Taxabilurin slepti okkum bara av á gøtuni, har sum hotellið (bed and breakfast) lá. Nú gingu vit so aftur við okkara stóru ryggsekkum, og leitaðu eftir hotellinum. Vit gingu fyrst forbíð hotellið, av tí at tað als ikki sá út sum eitt hotell, men heldur sum ein niðurfallin bygningur. Tá vit funnu útav, at hetta var bygningurin, har vit skuldu sova, fóru vit inn. Komnar inn, sóu vit, at hetta ikki sá so heilt galið út allíkavæl. Man sleppur ikki at chekka inn fyrr enn 12, og klokkan var bert 7.30. Tey hava sofur her, ið standa beint framman fyri eitt sjónvarp. Vit settu okkum so her, men áðrenn vit vistu av, blivu vit vaktar kl. 11.30, og fingu at vita, at vit kundu chekka inn nú - so vit stein sovnaðu openbart! :) Komnar inn í kamarið, løgdu vit okkum aftur at sova, og svóvu líka inntil kl.15.30 :) Í kamarinum hjá okkum er bert ein dupultsong, skrellispann og aircondition inni - tað er simpulthen ikki pláss fyri meira, men tað er sera reint og nossligt. Vit hava felags wc og brúsu.
Eftir at hava sovið fóru vit út at leita eftir eini resturatión, tí nú vóru vit ordiliga svangar. Vit búgva í Chinatown, so her fæst nógvur "gøtumatur"; men vit vildu hava okkurt, sum vit vistu, at vit dámdu. Vit gingu so víðari. Vit gingu og gingu, men sóu onga resturant nakrastaðni. Eftir at hava gingið og leita í meira enn hálvan tíma (hetta var ordiliga longi, tí vit vóru simpulthen so svangar), funnu vit eina resturant. Vit kendu ikki nakran av rættunum hjá teimum, men endaðu vit at bíleggja spagetti and spicy thai meat. Ja, akkurát komnar úr Thailandi, og so keypa vit longu thailendskan mat :) Meðan vit sótu og ótu, komu tvey frá Malaysia yvir at tosa við okkum; tann eina var servitrisan hjá okkum, ið júst var liðug at arbeiða, og sjeikurin hjá henni. Tey góðu okkum góð ráð, um hvar man kann fara í Kuala Lumpur, og bóðu okkum endiliga koma aftur til resturatiónina, um vit høvdu nakrir spurningar. Ordiliga skeg at fólk eru so fitt allastaðni :) Tá vit skuldu gjalda fyri matin, endaðu vit við at fáa telefonnummarið hjá manninum, ið arbeiddi har. Hví vita vit ikki, men vit fara so ikki at ringja til hann! :D
Nú tá vit endiliga vóru mettar, kundu vit konsentrera okkum um at hyggja eftir býnum. Kuala Lumpur er ein sera vakur býur við hópin av høgum bygningum. Leiðin hjá okkum gekk til Petronas twin towers. Tey vóru teir hægstu bygningarnar í heiminum frá 1998 til 2004, men eru enn tann hægsti tvillinga bygningarnar í heiminum. Vit komu seint her til, so tí var tað lukkað at sleppa upp í bygningin. Meðan vit vóru her, fingu vit sms frá Søren og Kasper, ið vóru teir donsku, ið vit høvdu fylgst við í Thailandi. Vit avtalaðu so at fara at bowla eitt sindur seinni. Vit báðar fóru so líka á hotellið hjá okkum at venda, áðrenn vit møttist við teimum á Times Square. Tá vit fóru frá hotellinum, fingu vit at vita frá teimum á hotellinum, at vit kundu taka buss til Times Square. Vit gingu so oman á bussstatiónina. Vit stóðu her og bíðaðu í yvir 30 min, áðrenn nakar bussur kom.
Bussurin steðgaði so við Times Square, og vit fóru inn. Vit skundaðu okkum inn í elevatorin. Vit høvdu fingið at vita frá danskarunum, at bowling var á fimtu hædd, men í elevatorinum kundi man bert fara á 15-30 hædd. Vit stóðu bara býttar og hugdu. So spurdu vit ein mann í elevatorinum, um hvussu vit komu til har sum bowling var. Hann segði bara, at tað vara 19. hædd. Vit fóru so til 19. hædd, men her vóru bara kømur. Tað gekk tað upp fyri okkum, at vit faktiskt vóru á einum hotellið! So máttu vit allan vegin niður aftur. Vit fingu so at vita frá einum, ið arbeitti á hotellinum, at vit skuldu ganga ígjøgnum eina hurð fyri at koma í centrið. Komnar í centrið vita vit ikki hvønn veg ,vit skulu venda okkum. Hetta er størsta centur, vit nakrantíð hava verið í. Tað eru 10 hæddir, og tað er barasta so stórt.
5. hædd var 'spælilandið'. Tað fyrsta, vit sóu, var ein kempi rytsjubani - hendan ætlað vit okkum at royna í morgin, um vit tora :p Tá vit gingu longur komu vit endiliga til bowlinghøllina. Bowlinghøllin var eisini ordiliga stór - heili 44 banar! Her møttu vit so Kasper og Søren, ið longu vóru byrjaðir at bowla. Vit báðar vóru 40 min ov seinar, so teir vóru bara byrjaðir. Tá teir høvu bowla eitt spæl, fóru vit øll at bowla. Tað var ordiliga skeg at bowla.
Tá vit vóru liðug at bowla, fóru vit út úr centrinum. Vit gingu so eftir gøtuni, tá vit hoyrdu fýrverkarí. Hetta fóru vit so sjálvandi at hyggja eftir. Meðan fýrverkaríið er, koma vit til eitt stað, har tað ber til at keypa banana milk shake. Vit settu okkum so niður her at hyggja eftir fýrverkaríi, meðan vit drekka milk shake. Tá vit eru liðug at drekka milk shake, kemur fýrverkaríið frá einu aðrari gøtu, men man hoyrir tó bert buldrini av tí. Vit fara so yvir at hyggja, og síggja eitt stórt bál mitt á vegnum. Tey skjóta fýrverkarí og brenna bál fyri at feira tað kinesiska nýttárið - tað kinesiska nýttárið varar opinbart longið, tí tað byrjaði 3. feb.
Vit avtalaðu so at fara at hyggja eftir býnum saman við teimum donsku dreingjunum í morgin, og fóru so heim í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments
Jonny Deiligt at hoyra frá tykkum og um tykkara upplivingar.