Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í dag vaknaðu vit kl. 10.45 og fóru upp at eta morgunmat. Kl. 12 checkaðu vit út, og fóru so fittar omaneftir vegnum við stórum ryggsekkum, har leiðin gekk at finna eitt nýtt hotel til tað seinastu náttina í Kuala Lumpur. Komnar nakrar fáar metrar oman, spyr ein takasjafførur, um hann skal koyra okkum. Vit takka ja, tí vit orka simpulthen ikki at ganga her í hesum hitanum við stórum ryggsekki. Vit biða hann koyra okkum til ein veg, sum er tætt við shoppingcentrið Time Square og fara av har. Her ganga vit inn til nøkur hotellir/hostellir og spyrja um prís og fara út aftur. Alt virkar nokso dýrt akkurát her, og avgera at ein skal passa uppá bagaguna, meðan hin fer at leita víðari eftir onkrum. Gurið sigur, at hon skal fara, eftirsum Gunnvá fór at leita eftir hinum hotellinum í Ao Nang í Thailandi. Tá Gurið skal fara inn í okkurt, verður hon steðga av einum taxasjafføri, sum sigur, at vit ikki skulu búgva her, av tí tað er so dýrt (leygardagur). Hann sigur, at hann veit um eitt hotel. Hann koyrir okkum á hetta hotellið, so vit kunnu kanna tað, áðrenn vit takka ja. Hetta sá fínt út, so vit tóku tað. Tað endaði tó faktiskt við, at tað var eitt sindur dýrari enn taxasjafførurin segði, men vit orkaðu ikki at hugsa um, at aftur at fara út í býin at leita eftir onkrum øðrum, so vit tóku av.
Aftaná vit eru komnar uppá pláss á hotellinum, gekk leiðin yvir í shoppingcentrið Time Square! Vit funnu útav at tað tók 2 minuttir at ganga yvir, so vit vóru øgiliga glaðar, at vit tóku hotellið. Vit brúktu eitt sindur av pengum í centrinum, og eftir nakrar tímar fara vit yvir aftur á hotellið við øllum tí, vit hava keypt.
Meðan vit vóru í shoppingcentrinum, ótu vit á Kenny Rogers Roasters - vit vóru fyrst einaferð har inni og ótu døgurða, og so aftur seinni at fáa okkum onkran lekkran drink. Gurið keypur tann lekkrasta Chocolate Ice Shake'in, vit nakrantíð hava smakkað. Uhmm, lekkurt :) Meðan Gunnvá keypur ein drink, ið sær ordiliga lekkur út á menu'ini. Vit sóu bara at ein sjokulátakúlan var í, so vit blivu beinanvegin forliptar í drinkinum. Tá Gunnvá so keypti hann, finna vit útav, at tað er coca cola við eini sjokulátakúlu í! Tað er tann undarligasta samanblandingin vit vita um - coca cola og sjokuláta! Hann smakkaði tó bara av coca cola.
Vit avtalaðu at fara í biograf saman við Kasper og Søren at hyggja eftir The Green Hornet seinni, so vit møtast við teimum í centrinum um 20-tíðina. Av tí at teir sita inni í Kenny Rogers Roasters og eta, fara vit har og keypa okkum aftur ein Chocolate Ice Shake, men hesa ferð ein í part, tí hann smakkaði so gott :)
Aftaná keypa vit bilett til The Green Hornet. Av tí at vit gjarna vildu síggja hann í 3D, byrjar hann ikki fyrrenn kl. 23.30, so Kasper og Søren fara á internet café, meðan vit báðar ganga bara og mala í centrinum. Alt lukkaði kl. 22, so vit funnu okkum ein bonk í centrinum og smekkaðu okkum niður har at práta. Her avtalaðu vit, at eftirsum tað er Valentines Day um 2 dagar, skulu vit báðar fara út á date saman í Singapore :) hehe :) So tað verður spennadi!
Vit møtast øll aftur, beint áðrenn filmurin byrjar, og fara so inn at hyggja. Vit báðar hildu, at filmurin var fantastiskur, av tí at hann var so stuttligur og góður! Tað var eisini ordiliga annaðleiðis at síggja ein film í 3D - hetta var fyrstu ferð vit sóu nakað í 3D. Aftaná filmin fóru vit heim - Gurið fór beinleiðis í song, meðan Gunnvá fór á interneti at skypa heim, áðrenn hon eisini fór í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments