Profile
Blog
Photos
Videos
Heey!!!
Hetta er so okkara seinasti dagur á okkara FANTRÚLIGU fjakkaraferð!! Sera syrgiligt at hugsa, men nú gleða vit okkum til at koma heim aftur til tykkum øll.
Í morgun var meiningin at fara upp kl. 7.15, tí vit høvdu avtalað at møtast við teimum frá TrekAmerica-túrinum á Pier 33, har vit ætlaðu at keypa billettir til at fara yvir til fangaoynna Alcatraz. Men opinbart hava vit báðar sløkt vekkaran hjá okkum, og knappliga vaknar Gurið kl. 8, og finnur útav, at vit hava forsovið okkum. Hon vekir Gunnvá, og vit avtala bara at leggja okkum aftur, tí vit lukkast ikki allíkavæl at vera har kl. 8.30. So vit seta vekkarin at vekka klokkan 10.
Tá vit báðar vakna aftur klokkan 10, eru vit nokkso glaðar fyri, at vit løgdu okkum aftur, tí báðar fortelja hvørja aðrari, hvussu troyttar vit vóru í morgun. Vit gera okkum so kláran at fara út at hyggja eftir býnum sjálvar. Komnar oman á gøtuna og skulu yvirum tann fyrsta vegin, møta vit Emil, sum var við á Trek America túrinum. Vit halda, tað vera mega undarligt at skula møta honum her í San Francisco, tí býurin er jú sooo stórur. Hann fortelir okkum, at tað bleiv ikki til nakran túr út á Alcatraz, tí ongar billettir vóru at fáa. Tá vit hoyrdu hetta, blivu vit báðar ordiliga glaðar okkara vegna, tí um vit høvdu farið upp í morgun, hevði tað verið til onga nyttu ;) Tá vit so hava tosað við Emil eina løtu, siga vit honum ordiliga bei, og avtala at vit mugu møtast aftur onkuntíð, tá vit koma til DK, og fara síðani víðari.
Vit avgera at byrja okkara gongutúr við, at fara at hyggja eftir tí bratastu brekkuni í Amerika. Hon liggur her í San Francisco á Filbert Street. Vit ganga eftir Hyde Street fyri at koma her til. Hetta er ein langur gongutúrur, og á byrjanini á gongutúrinum føla vit okkum ikki so gott tilpassar í umhvørvinum her. Orsøkin til hetta er, at júst hetta fyrsta strekkið av gøtuni er eitt sindur skummult umhvørvið, ið virkaði øgiliga fátæksligt. Men av tí vit ganga nokkso skjótt, koma vit skjótt herfrá, og forseta við einum róligari tempoi :) Vit síggja síðani eitt supermarked, og fara inn har at keypa okkum baguette-breyð og kakao, tí vit høvdu ikki etið nakran morgunmat. Vit seta okkum útum at eta, og her ganga nakrar dúgvur, so Gurið undirheldur sær sjálvari við, at geva dúgvunum breyð at eta ;p Meðan Gurið situr í sínum egna lagið og gevur dúgvunum breyð, sigur ein kona takk við Gurið, og sigur at hon elskar dúgvurnar :)
Tá vit eru liðugar, ganga vit víðari, og eftir einari lítlari løtu, koma vit so endiliga til Filbert Street. Grundin til, vit gjarna vildu síggja hesa gøtuna, er, at hon hellir heili 31,5%, sum eru 17 gradir. Hetta sást eisini beinanvegin! Vit hildu, at hon var sera brøtt og eisini nokso long til tað. Vit gingu helvtina oman og so niðan aftur, og gingu so víðari til tað hægsta punkti á Hyde Street og eisini til Lombard Street. Hyde Street er ein kend gøta, sum ofta er at síggja í filmum, og frá henni sær man eisini út á fangaoynna Alcatraz. Lombard Street er kend fyri at vera brøtt og hava nógv sving; heili 8 sving. Vit gingu eisini oman gjøgnum hana!
Síðani gekk leiðin at shoppa! Vit høvdu hoyrt um eitt, sum eitur Ghirardelli Square, har vit hildu, man kundi shoppa. Men vit blivu eitt sindur skuffaðar, men snedugt nokk eisini yvirraskaðar. Hetta staðið var sera hugnaligt; her vóru caféir, sjokolátahandlar og lítlir aðrir fittir handlar, so sum ein hundahandil og onkrir souvenirhandlar. Her gingu vit og spákaði eina løtu, áðrenn vit fóru víðari. Vit gingu nú móti Fisherman's Wharf (kajin her í San Francisco). Her vóru nógvir handlar, og vit fóru inn í fleiri at hyggja, hvat var at fáa har, og tað endaði við, at vit keyptu onkrar souvenirir at hava heim við. Á veg til Pier 39 gingu vit forbí eina staðni, har 3 systkin høvdu eitt show. Vit fóru yvir at hyggja fyri at vita, hvat tey gjørdu. Hetta var eitt show, har tey gjørdu ymiskt heilt ótrúlig ting; tey kláraði at boyggja onkrir kropslimir ómenniskjaliga langt, og ein súklaði á einari súklu við einum hjuli og ongum ratið. Hesin á súkluni var heilt herligur; hann dugdi sera væl at fáa fólkið at flenna og man kundi ikki gera annað. Eitt annað, sum hini bæði gjørdi, var, at tann eini beiggin hevði systir sína uppí á høvdinum; altso systurin stóð uppi á høvdinum hjá beiggjanum, og hvørki hon ella hann hildið í hvørjum øðrum. Til endans gjørdu tey tað sama, men hesaferð stóð beiggin á einum stórum bólti!! :o Tá showið endaði vóru vit ikki annað enn sera imponeraðar, so av tí man kundi lata teimum pengar, lótu vit teimum pengar. Síðani gekk leiðin til Pier 39. Henda keiin er kend fyri at hava kópar liggjandi á plattum inni í bátahylinum. Vit hildu, hetta var sera stuttligt og hugnaligt.
Nú vóru vit sum so liðugar við tað, vit ætlaðu at síggja her í San Francisco, og eftirsum klokkan bert var 16, avgjørdu vit at fara at shoppa. Vit gingu síðani til Union Square, sum vit høvdu hoyrt skuldi hava nógvar handlar. Á vegnum hartil, gingu vit gjøgnum Chinatown; eftirhondini hava vit verið í nógvum Chinatown ;) og beint áðrenn vit komu til Union Square gingu vit í eini tunnel. Tá vit komu til Union Square, síggja vit tó, at her bert eru merkjahandlar :( Vit avgera tó, at ganga oman gjøgnum einagøtu bara at hyggja... Og hvat finna vit? H&M!!! :D Vit vóru ordiliga glaðar, tá vit sóu tað. Vit fóru beinleiðis inn har, og byrjar at hyggja eftir klæðum og fara síðani at royna tey. Tað endaði við at Gurið keypti 3 pør av buksum og 2 toppar, meðan Gunnvá keypti sær ein jakka. So vit fóru vælnøgdar út herfrá. Vit ganga síðani runt í Union Square, har tað endar við at vit loypa inn í handilcentrið Macy's, men vera ikki verandi longi, tí her var tað alt ov dýrt til okkum. Vit ganga víðari og koma framvið ein sjokolátahandil, Ghirardelli. Tá vit gingu í Fisherman's Wharf í dag, keyptu vit okkum sovorðna sjokolátu, og dámdu hana sera væl. Tí lupu vit inn her, og keyptu nakrar plátir at hava heim við, og so eina at hava í kvøld at gotta okkum við ;)
Eftir hetta fóru vit í aðrar handlar, men vóru so troyttar og avgjørdu tí bara at fara heim á hotellið at chilla. Vit settu okkum eina løtu við telduna - Gunnvá skypaði við mammu sína og so vóru vit á facebook. Tá klokkan nærkaðist 20, fóru vit at keypa okkum subway sandwich. Ein av teimum, sum arbeiddi har, spurdi okkum, um vit gjørdu eina reklamu her í San Francisco. Vit stóðu bara púra býttar og hugdu eftir hvørja aðrari og svaraði honum aftur: "Ehm... nei!". Vit hildu, hetta vera ordiliga herligt!!! ;) LOL!!
Vit tóku sandwich'in heim við og løgdu okkum at hyggja eftir American Dad, meðan vit ótu. Restina av okkara seinasta kvøldið á okkara fjakkingarferð skrivaði vit bloggar, tvætlaði býtt og bara hugnaðu okkum saman. Men eisini syrgdi yvir, at hetta er okkara síðsta kvøld! :(
Vit halda báðar, at San Francisco er ein sera hugnaligur býur, og vit vilja gjarna koma aftur her einaferð :)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments