Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy tit :)
Hetta er seinasti dagurin við Trek America, so tað verður ordiliga undarligt at skula siga farvæl við øll hesi fittu fólkini, sum vit hava fylgst við nú í 1 viku. Vit fóru upp klokkan 7.10, av tí at vit skuldu møtast í kamarinum hjá Mike klokkan 7.30 at eta morgunmat. Tá øll vóru klár at fara, byrjaðu vit at koyra. Vit báðar vóru sum ikki einaferð rættiliga troyttar og svóvu í bussinum í eini 2 tímar. Løtu aftaná vit vóru vaknaðar, steðgaðu vit við eina bensinstøð, har vit fóru á wc og sluppu at keypa okkum okkurt at eta. Meðan vit vóru her, ringdi Gunnvá til systir sína, Beintu, sum hevði føðingardag í gjár. Gunnvá fekk ikki ringt til hana í gjár, av tí at onki telefonsamband var í Yosemite National Park.
Síðani koyrdi vit víðari - nú gekk leiðin til San Francisco!! :) Vit koyrdu eina løtu, inntil vit so smátt byrjaðu at síggja býin. Tað tók tó eina løtu at koma líka inn í býin, av tí at tað var so nógv ferðsla. Á veg inn til býin sóu vit millum annað tað vælkendu Golden Gate Bridge, men fingu tíverri ikki nakra serliga góða mynd av henni, tí tað var nógvur mjørki. Tað undarliga var tó, at tað bert var toka við brúnna. Harumframt sóu eisini tað kendu fangaoynna Alcatraz, sum fyrr var brúkt at hava fangar á.
Aftaná at hava koyrt gjøgnum býin, koyrdu vit tvørturum Golden Gate Bridge, og koyrdu av við fyrsta avkoyrsil inn til eitt parkeringspláss. Hetta var beint við brúnna. Nú var tað tíð at eta okkara seinastu máltíð saman. Vit ótu restir frá okkara mati, og eftir hetta gekk leiðin yvir um aftur Golden Gate brúnna - hesa ferð skuldu vit ganga tvørturum hana og møta Mike hinumegin brúnna. Golden Gate brúgvin er 2,5 miles long (einar 4 km), men tað tók okkum bert eini 30-40 min. at ganga yvirum hana. Vit sóu ikki tað heilt stóra her vegna mjørkan, so hetta var eitt sindur keðiligt, men tað gerst ikki við. Komin yvirum møta vit Mike og fara nú víðari.
Nú skuldu við til ein part av San Francisco, sum er nokkso hippie'agtigur. Mike setti okkum av beint við McDonalds, og so gingu vit víðari til gøtuna Haight. Vit sóu beinanvegin, at vit vóru komin til eina HEILT aðra verð. Tey flestu fólkini her gingu í sera serligum/skegum klæðum, sminkan var meira ógvislig og hárið hjá fleiri var eisini stórt, langt og annarleiðis enn tað man er vanur við. Tó vóru vit øll samd um, at tað var heilt ótrúliga hugnaligt at ganga her. Lítlir handlar, lítlar caféir og nógv annað. Man kundi saktans brúkt meira tíð her, men tað høvdu vit tíverri ikki, og møttist øll aftur beint við eina park kl. 16.
Hetta var so endin av okkara túri, tí nú var tíð hjá okkum at fara á Best Western Americana hotellið. Her skuldu vit fylla eitt papír út, har vit skuldu siga okkara meining um túrin hjá okkum sum heild. Harumframt fortaldi Mike okkum, um nøkur støð her í San Francisco, sum eru áhugaverd at síggja og gav okkum eitt kort, har hann hevði viðmerkt støðini. Vit báðar og Isabelle skuldu búgva á hesum hotellinum, so vit fóru út aftur í trailarin eftir okkara ryggsekki og vit chekkaðu síðani inn á hotellið. Nú var tíð at siga farvæl - vit góvu Mike okkurt frá okkum øllum; Emil hevði keypt sólsikkefrø (tað dámar Mike so gott) og eitt kort, har tað stóð "When words are not enough", sum vit løgdu pengar í (tips til Mike). Mike bleiv ordiliga glaður, tá hann fekk gávuna frá okkum. Tað var syrgiligt at siga bei við Mike, men vit sluppu tíbetur undan at siga farvæl við øll hini, tí vit hava avtalað at fara út á Alcatraz og so bara hugna okkum saman í býnum í morgin :)
Tá øll vóru farin, fóru vit báðar at leita eftir okkara hotellið. Vit búgva á 2. hædd og máttu taka elevator upp. Komnar út úr elevatorinum, er tað fyrsta vit síggja eitt fitnesscentur - man sá inn ígjøgnum tað, av tí tað var glasveggur ;) Síðani leggja vit merki til at vit búgva beint viðsíðurnar av tí, so nú er bara at fara at trena, áðrenn vit koma heim :) Vit sleppa okkum síðani inn í kamarið og blíva øgiliga yvirraskaðar; kamarið er mega lekkurt og nýmótans. Møblarnar eru í sterkum farvum, vit hava tvær stórar sengur, flatskerm, frítt internet og lampur uppi undir loftinum, sum faktiskt kunnu flytast :D Vit blivu ordiliga glaðar og vóru ordliga uppi at koyra! :) Hetta er tað lekkrasta hotellkamarið vit hava búð á okkara ferð, so tað er ein góður endi :)
Vit avtalaðu bara at slappa av restina av degnum, tí vit eru so troyttar, so vit settu okkum við teldunum. Gunnvá skypaði fyrst við mammu sína, og síðani skypaði Gurið við mammu og pápa sín. Vit hildu hetta verða ordiliga deiligt :) Tá vit báðar vóru liðugar, vóru vit so svangar og fóru beint yvir til Subway at keypa okkum ein sandwich (kann ikki passa, ha? ;)); Subway'in liggur 1 min. vekk frá hotellinum ;) Komnar aftur á hotellið fara vit at eta sandwich, meðan vit hyggja eftir einum parti av tv'serini "How I Met Your Mother" ;D Restina av kvøldinum brúkti vit at skriva bloggar og leggja teir út. Tó var tað eisini tíð til skemt og annað fjas - tað hava vit altíð til :) Tá klokkan gjørdist 1, løgdu vit okkum at sova.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments