Profile
Blog
Photos
Videos
Ta vit voru i Byron Bay, bilogdu vit m.a. turin til Fraser Island. Ur Noosa koyrdu vit i 3-4 timar til Hervey Bay. Vit komu seint um kvoldid til bussstationina og foru a hostellid vid einari gentu, sum var komin eftir okkum fra hostellinum. Vit tjekkadu in nogv foru i song naestan beinanvegin, ti vit skuldu tidliga upp dagin eftir. Vit mottu i mottokuni adrenn kl. 7 morgunin eftir, ti vit skuldu ordna ymiskt adrenn vit foru avstad. Vit skuldu siggja ein dvd film um oynna og laera at koyra i bilunum. Vit vordu bytt upp i bolkar. Vit voru 9 folk i hvorjum bolki, og vit voru 5 bolkar tilsamans. I okkara bolki voru 3, sum kundu koyra bilin. Fra hostellinum foru allir bolkarnir at fylla teir 5 bilarnar vid utgerd, sum vit skuldu hava vid a turinum. Sidani foru vit at keypa mat til turin, men vit hovdu ikki so goda tid, ti at baturin sigldi ein halvan tima seinni. Okkara bolkur var sidst avstad, og vit koyrdu eftir nokrum skiltum, sum sogdu "Harbour". Ta vit voru komin oman a havnina visti tad seg to, at vit skuldu til eina heilt adra havn, sum la ein halvan tima vekk. So vit settu speedaran i botn og ralladu avstad. Longu ta logdu vit merki til sjaufforin, ein heldur frek genta, sum loyvdi saer sjalvari at gera eitt sindur for nogv vid bilinum, sum okkum odrum ikki damdi so vael. Vit aetladu okkum at sleppa vid ferjuni saman vid hinum, men vit komu fram, sou vit i reyvina a henni! L So vit mattu so fitt sita har og bida i triggjar timar til tann naesta ferjan for. Tad var slett ikki so galid kortini, vit fingu lagt matin ordiliga upp a plass i kolarunum og pratadu til vit sluppu avstad vid ferjuni. Vit sigldu i einar 40 minuttir og voru faktisk i tidarneyd, ti at meiningin var, at vit skuldu sova saman vid hinum a Eli Creek, sum la langt fra stadnum, har ferjan legdi at. Vegirnir(um man kann kalla teir tad) voru otruliga vanaligir, so tad tok raeduliga langa tid at koma fram allastadni. Hendan sama gentan skuldi endiliga koyra, hoast hon slett ikki dugdi! Bilurin for skreidandi og skramblandi gjognum vanaligu sandvegirnar, og vit komu nakrar ferdir fram a adrar bilar, sum stodu fastir i bleyta sandinum. Tad hendi bara eina ferd hja okkum, og ta fingu vit ein annan mann at hjalpa okkum at koyra bilin longur fram. Ta vit endiliga komu ur skoginum og oman a sandin, var farid at skyma og floda, so vit foru ikki at nada at koma fram til restina av bolkinum til tidina, og vit settu teltini saman vid onkrum odrum folkum, sum voru har. Vit skoru salat, steiktu buffar og pylsur i myrkri, men tad smakkadi vael hoast alt. Vit hovdu fingid fortalt, at vit ikki skuldu lata matrestir liggja nakrastadni, ti at annars foru dingoirnir at koma eftir teimum. Tad er eitt slag av hundi, sum liva villir i Australia, og teir kunnu vera farligir, um teir fola seg hottar. Vit logdu okkum i teltid nokkso tidliga. Um nattina vaknadu vit aftur, ti vit hoyrdu onkran larm uttan fyri teltid. Vit hoyrdu odar dingoir knurra uttan fyri teltid og so hoyrdu vit onkran siga "GO AWAY, stupid dingos.. Go away!!" Vit voru klarar at fara ut at hjalpa, um okkurt skuldi hent, men so vard fridarligt og vit sovnadu eftir. Morgunin eftir fortaldi Daniel ur Italia, at hann var vaknadur av, at okkurt rykti i presendingina undir honum. Ta hann hugdi upp, sa hann oyruni a eini 6 ella 7 dingo'um, sum voru komnir at faa saer mat. Eftirsum at tad var so myrkt, ta vit otu, sou vit ikki, um matur var farin vid siduna av, og tad var hann opinbart. Hann var to sloppin snikkaleysur fra hendingini. Tad stuttligasta av ollum var, at ein italienari valdi at tosa enskt vid nakrar odar hundar. Giti ikki, at teir skiltu tad enska betri enn nakad annad mal :) Dagin eftir pakkadu vit tingini tidliga, ti vit vildu koyra til teltplassid hja hinum, adrenn tey foru avstad kl. 13. Hesaferd koyrdi ein onnur genta, og hon klaradi tad bara heilt vael. Vit komu fram til hini, sum hovdu stadid umbord a ferjuni og saed, ta vit komu koyrandi oman a keiina, 5 minuttir ov seint. Vit koyrdu longur nordur og sou eitt rustad skipsvrak, sum hevur ligid har sidani 1935. Vit fingu moguleikan at svimja i einum vatni, og tad kom otruliga vael vid, sidani vit ikki sluppu fram at nokrum brusum. Hadani koyrdu vit aftur til stadid, har vit hovdu sovid nattina fyri, ti tad hevdi verid meiningin allatidina. Seinna kvoldid var nogv stuttligari, ti vit sluppu at vera saman vid hinum bolkunum eisini. Daniel ur Italia gjordi spaghetti vid tun, og tad smakkadi ordiliga vael :) Vit sotu uttan fyri teltini og pratadu og sungu til eitt sindur ut a nattina. Vit foru oman til sjogvin at siggja fosforid, sum lysti. Dagin eftir skuldi vit koyra til Lake McKenzie, og tad vard eitt ogiligt strid um, hvor skuldi koyra bilin. Maria ur Portugal hevdi dugad nogv betri, og vit oll foldu okkum tryggari vid henni, men Julia ur Sveis skuldi absolutt koyra, so tad slapp hon eina lotu, inntil hon rendi i okkurt trae og mundi brotid okkum bilin. Sidani bleiv hon blakad afturum og vit skiftu sjauffor. Lake McKenzie var sooo flott! Vit voru har i nakrar timar, toku jolamyndir og soladu okkum. Hadani skuldu vit koyra til ferjuleguna, sum var 10 km. fra Lake McKenzie, og aftur hesaferd vard eitt strid um, hvor skuldi koyra. Har for alt at skeldast, men tad endadi vid, at taer fingu 5 kilometrar i part. Vit stodu fost eina ferd, men sluppu leys aftur aftan a eina goda lotu. Hesaferd naddu vit to at koma oman a ferjuleguna i godari tid! Vit foru yvirumaftur, tomdu bilarnar og foru aftur a hostellid i Hervey Bay. Turid hevdi fodingardag dagin eftir, og Malan og Solrun royndu at leggja onkrar planir, men tad er otruliga ringt, ta man er saman allatidina. Vit foru a McDonald's og Malan og Solrun fingu keypt triggjar kokubitar til dagin eftir. Tad var ikki bara sum at siga tad at krogva teir fyri Turid, ta man hvorki tasku ella posa hevdi, men tad gekk :) Solrun og Malan foru tidliga upp dagin eftir at blasa ballonir, sum taer hovdu keypt i Noosa og vaktu Turid vid "Tillukku"-sangi, ballonum og kokum. Vit foru upp at eta morgunmat og ta hevdi Solrun fingid naeldefepur um naestan allan kroppin, so vit voru noyddar at fara til laekna. Har skuldi Solrun fylla eina rugvu av pappirum ut, og laeknavitjanin kostadi tad hvita ut ur eygunum. Ta vit endiliga sluppu inn til laeknan, fingu vit ikki eingong at vita ordiliga, hvat tad var, ti laeknin toktist at raedast okkum. Solrun fekk onkra tablett og krem smurt a naeldefepurin og vit foru avstad aftur. Vit aetladu okkum a strondina, men hon la so langt vekk, so vit droppadu tad og foru at keypa jolagavur til hvorja adra i stadin :) Um kvoldid foru vit a bussstationina og foru vid bussinum, sum skuldi taka meira enn 12 timar! Wuhuuu :/
- comments