Profile
Blog
Photos
Videos
Hallo Again :) !
Endiliga komu vit fram! Eftir at hava sitid i einum bussi i meira enn 12 timar fra Hervey Bay til Airlie Beach :) Hetta var ikki ein av teimum bestu bussturunum, vit hava havt. Litid plass var til hvonn, ti setrini voru so smol, og so var bussurin nastan fullur, so ikki bar til hja okkum at hava tvey setur i part :) Men tad gekk!
Komnar til Airlie Beach, gingu vit til okkara hostel, Magnums. Hetta var nokkso stravid, vid ryggsekkjunum og so eisini i ollum hesum hitanum... puuhaa!! Aftana at vit hovdu tjekkad inn, foru vit oman at sola okkum. Her er ein manngjord lagoon, seeera lekkur. Hendan lagoonin bleiv gjord, ti at her eru so nogvar hvalspyggjur, at ikki ber so val til at svimja a sjonum. Aftana at hava ligid har i nakrar timar foru vit nidan aftur a hostellid, ti vit skuldu fara at gera okkum lekran buff vid piparsos, ti at Turid fylti 20 ar dagin fyri. Vit funnu so utav, at eingin kokur var a hostellinum, so vit mattu so penar fara ut at eta. Tad var ikki so galid allikaval, ti buffurin, sum vit bilogdu, var eisini sera godur :) Aftan a hendan lekra bitan var farid i song Vit hovdu ikki fingid sovid so nogv i bussinum, so tit kunnu atla at vit so steinsovnadu :)
Godan morgun! Dagurin byrjadi vid at vit foru so fittar til OZ Travel at tjekka inn til okkara Whitsundays tur! Vit skuldu nemliga halda jol umbord a einum katamarani, sum eitur Avatar! Ta hetta var gjort, foru vit aftur ein tur oman til lagoonina, ti at sol er ikki til at faa nokk av :) Ta vit hovdu ligid har i nakrar timar, gingu vit bara og molu aftur og fram i hesum hugnaliga bynum :) So var tid til at pakka, ti dagin eftir gekk leidin til Whitsunday Islands at halda jol :)
Komnar til The New Marina, har baturin hja okkum la, leigadu vit okkum "stingersuit", so at vit ikki skuldu bliva stungnar av ollum hvalspyggjunum, sum eru her umkring :) So skjott sum vit sou batin vistu vit, at jolini i ar foru god, men odrvisi :) Vit logdu fra landi, og ta byrjadu eini ogloymandi jol!!
Ta vit hovdu siglt i uml. ein tima, var tid til at snorkla. Waaauw!! Har var so lekkurt og flott, men fingu to at vita, at hatta var einki i mun til tad, sum vit foru at siggja :D Aftana hetta foru vit triggjar at opna okkara jolapakkar. Vit hovdu allar fingid ein pakka i part, sum vit sjalvar hovdu keypt til hvorja adra. Eisini hevdi Malan tvaer jolagavur vid - eina Hugin og eina fra ommuni og abbanum hja Hugin, sum hon opnadi um morgunin, adrenn vit foru :) Tit kunnu atla, hvussu merkiligt hetta foldist. Vit sotu so fittar har og opnadu okkara jolapakkar, i skinandi sol og nissuhugvu og so eisini umbord a einum lekrum katamarani :) Til natturda fingu vit spaghetti bolognaise! Ordans maltid at faa, serliga ta man er vanur vid lekra gas ella dunnu!! Um kvoldid sotu vit og pratadu eitt sindur vid hini folkini umbord. Eisini hugdu vit at stjornunum, har var stjornuklart og ordiliga flott:)
So var tid uppa at fara upp aftur, kl. 07 00 um morgunin! Byrjad var vid at snorkla eitt sindur, og hetta var nogv flottari enn tad vit sou dagin fyri. Tad ber ikki til at forklara i ordum, hvussu flottir allir fiskarnir eru. Vit sou fiskar vid alskyns litum og ymiskum skapi :) So var kosin sett moti Whitehaven Beach, sungid vard eitt sindur av jolasongum, men ikki foldu vit, at vit hovdu 25. desember. Vit gingu fyrst til eitt stad, sum kalladist Lookout, har vit hovdu gott utsyni yvir strendurnar! WAUW!!! Har var heeeilt otruliga vakurt! Heilt overuligt!!! Har kliktu vit sum eg veit ikki hvat vit myndatolunum, vid jolahugvu a.. Sindur logid, ta man vanliga setur jol i samband vid kava. Whitehaven beach er flottari enn a ollum myndunum, sandurin er so hvitur sum kavin og vatnid ljosablatt!! So man kann siga at vit hovdu eini hvit jol hoast alt :) Vit otu lasagnu a strondini vid fleiri slogum av salati afturvid.. Mmm tad smakkadi :) So var farid vidari! Komin til stadid, har vit skuldu sova, var natturdin klarur! Vit fingu lekkurt kjot vid eplamosi, sos og gronsakjum.. mmm!! Medan hini oll foru a eina barr, sum la a landi, sotu vit triggjar bara umbord a Avatar og slappadu av, og foru eisini tidliga i song.
Nasta morgunin blivu vit vaktar vid at folk lupu a sjogv! Vit skundadu okkum upp, i bikini og tjums! Har foru vit fyri bord :)) Lekkurt at byrja dagin vid at leypa a sjogv :) So var leidin sett imoti Airlie Beach! Eitt sindur syrgiligt, men eisini deiligt! Showers, here we come!!! Og vit lupu so beint undir brusuna :)
Eini fantastisk og sjalvsom jol! :)
- comments