Profile
Blog
Photos
Videos
So lendu vit i Melbourne aftan a ein heldur obehagiligan flogtur ur Fiji vid nogvum turbulensi. Klokkan var tolv um kvoldid, so vit toku ein taxabil a hostellid. Vit budu a Nomads, sum var eitt stort og gott hostel. Dagin eftir foru vit upp, fingu okkum at eta og hugdu okkum sindur runt um i bynum. Seinni foru vit heim, fingu okkum ein lur, ti vit hovdu ikki sovid so nogv. Ta vit vaknadu aftur, hevdi Malan fingid utslett um allan kroppin og andlitid, og nosin, varrarnar og hendurnar voru hovnadar. Hon hevdi ongantid havt tad fyrr, so vit valdu at fara til laeknan at vita, hvat var galid. Hann segdi, at tad matti vera onkur matur ella vaskipulvur, sum hon ikki toldi. Vit fingu onkrar allergitablettir, sum hjalptu aftan a tveir dagar :)
Adrenn vit foru til Australia hovdu vit tosad eitt sindur vid Hanus Jakupsson ur Kollafirdi, sum byr i Melbourne, men av ti at vit voru har so stutt og skuldu vidari so skjott, so hildu vit ikki, at vit fingu tid at hittast, ti hann skuldi eisini til arbeidis o.s.fr. So aftan a at vit hovdu tjekkad ut tann sidsta dagin, settu vit okkum bara a uppihaldsstovuna a hostellinum at slappa av eina lotu. Vit sovnadu allar, men Turid vaknadi aftur, for ein tur a internetid og aetladi sidan at vakja Maluna og Solrun fyri at fara ut ein tur. Knappliga saer Turid Hanus koma inn a hostellid - hann hevdi droppad at farid til arbeidis tann dagin og kom at vitja okkum i stadin. Tad var heldugt, at hann kom ta og ikki eina litla lotu seinni, ti so hovdu vit nokk verid farnar ut. Hanus visti okkum ymiskt i Melbourne, men vedrid var ikki av ti besta, so vit fingu ikki gingid so leingi runt og saed alt. Vit skuldu til Sydney seinnapartin sama dagin, so Hanus anbefaladi okkum eitt hostel a Kings Cross i Syndey, har hann hevdi bud i eitt halvt ar. Vit toku nattarbussin kl. 19. og voru i Sydney 12 timar seinni. Fyrsta dagin laerdu vit okid rundan um okkum at kenna - ein otruliga serlig gota vid nogvum originalum :) Annan dagin foru vit a Bondi Beach. Tad er ein stor strond og har voru eisini otruliga nogv folk. Um kvoldid foru vit ein tur i byin a Oxford Street. Tad var nogv liv i Sydney - ein miniversion av New York :) Tridja dagin komu Asa og Eydna, tvaer vinkonur hja Solrun, at vitja okkum a Kings Cross. Vit foru a Bourbon at eta 10-dollar-steak. Tad ma man prova, medan man er har! Asa og Eydna skuldu vidari til Thailands dagin eftir, so vit voru ikki so leingi uti, men foru heim i song. Fjorda dagin foru vit at hyggja at Operahusinum, Harbour Bridge og odrum. Vedrid var ikki so gott, men tad var heilt sikkurt eitt upplivilsi kortini! Vit gingu runt i Sydney tad mesta av degnum, so vit voru raettiliga troyttar, ta kvoldid kom. Dagin eftir skuldu vit tjekka tidliga ut, ti vit skuldu a surfcamp fra Sydney til Byron Bay. Surfcampin hovdu vit bilagt a Nomads hostellinum i Melbourne, og tad gleddu vit okkum ordiliga nogv til!! :)
- comments