Profile
Blog
Photos
Videos
Hola a todos!
Aftana at hava ferdast I meira enn eitt dogn, lendu vit endiliga I Cancun, Mexico. Alt hevdi gingid vael, men a flogvollinum funnu tey utav, at bagagan hja baedi Solrun og Maluni var eftir i Atlanta. Ikki serliga lekkurt, ta man hevur ferdast so leingi og kemur til eitt land vid 30 hitastigum. Ryggsekkirnir komu dagin eftir um 14 tidina. Komnar ut ur flogvollinum vordu vit naestan alopnar av taxachaufforum og hotelarbeidsfolki, sum voru svang eftir pengum. Vit leigadu ein taxa saman vid tveimum odrum porum. Hotel okid var meeeeega lekkurt, og vit blivu naestan ovundsjukar inn a hesi porini sum skuldu sova i teimum flottu hotellunum, ti vit vistu, at okkara soviplass var knapt so lekkurt. Longur inn vit koyrdu, minni flott var tad. Vit komu til Hostel Quetzal ta tad var myrkt og blivu eitt sindur klokkar, ti tad virkadi sindur skummelt vid graffiti a vegginum og lognum lukti av royki (funnu utav, at tad bara voru roykipinnar). Ein ungur madur tok imoti okkum og visti okkum upp a eitt hippiesligt kamar, har vit skuldu sova saman vid 9 odrum. Ta hugsadu vit nokk allar "Hvat haaava vit rotad okkum uti?!" Dagin eftir, ta tad var ljost, fingu vit mott ollum hinum fjakkarunum og funnu skjott utav, at hostellid var eitt hugnaligt stad :) I gjar voru vit eitt sindur runt i bynum og foru um kvoldid ut vid hinum fjakkarunum. I dag hava vit verid a einum stadi a strondini, sum eitur Beach Club, og har var FOR-I-BAN*AD lekkurt!! Nu sita vit so solbrendar a hostellinum og royna at gera tykkum jaloux vid myndunum, sum vit leggja ut ;) I morgin ferdast vit vidari til Playa del Carmen. Vit vita ikki hvussu leingi vit skulu vera har, men vit hava fingid fleiri tips fra hinum fjakkarunum, sum vita, hvagar man skal fara og hvat er gott at siggja i Mexico.
Vonandi faa vit givid ljod fra okkum nakad skjott. Hasta luego!
PS. Vit stridast vid at leggja myndir inn, men tad saer ikki ut til at rigga vid hesi seinu telduni..
- comments