Profile
Blog
Photos
Videos
Heeey tit oll har heima i Foroyum! :)
Nu er eitt sindur sidan vit hava skrivad nakad inna her, men tad er ikki altid, at vit geva okkum tid til tad. Vit hava roynt at lagt nyggjar myndir inna, men tad tekur altid so leingi, men vonandi faa vit nakrar inna hesa ferd.
Her er nogv nytt at fortelja, sidan sidst vit skrivadu.
Aftana vit hovdu verid i Cancun, Mexico, gekk leidin til Playa del Carmen i Mexico, har vit budu a einum hostelli, sum kallast Maria Sabina Hotel and Backpackers Hostel. Her fingu vit okkum eitt 3-mans kamar vid egnum wc'i og altan, hetta var ordiliga deiligt og eisini biligt. A hostellinum mottu vit fleiri odrum folkum fra allastadni i heiminum, sum eisini ferdast sum vit :) Ta tey spyrja, hvadani vit eru, kennir eingin The Faroe Islands ella Las Islas Feroe, men tey flestu eru sera ahugad i at vita meira um Foroyar. Serliga minnast vit eitt fitt sudurafrikanskt par og ein eldri mann ur San Francisco.
Eftir hava hava bud a hesum hostellinum i eini 4 dagar foru vit vidari til Tulum i Mexico, her budu vit i eini mini litlari smattu a strondini. Har var bert plass fyri trimum sengrum og okkara ryggsekkum. Vit hovdu avtalad at fara ein tur dagin eftir, har man kann snorkla, hyggja at ruinum, pyramidum o.a. Men tururin bleiv avlystur, ti vedrid var so ringt hendan dagin, baedi regn, vindur og toruslattur :(
Dagin eftir gekk leidin til San Pedro i Belize. Vit koyrdu fyrst vit bussi i 3,5 timar, sidan aftur i 3 timar og so vid einum speedbati i 1 tima. A leidini sou vit nogv mega fatoek hus. Hetta fekk okkum ordiliga at hugsa um, hvussu gott vit hava tad heima i Foroyum. Vit komu her til San Pedro i gjar, tad oysti nidur, og vit anadu ikki, hvar vit skuldu bugva, men fingu so hjalp fra onkrum og bugva a einum hostelli, sum eitur Pedro's Inn. Nu sita vit a internetcafe. Her er odrvisi enn i Mexico. Belize er eitt breskt land, so oll tosa enskt, men to sovordid enskt, sum er ringt at skilja. Folkini virka vinarlig, vit fingu i ollum forum nogva hjalp a veg higar, og busssjaufforurin hja okkum hevdi avtalad fart til batin fyri okkum, uttan at vit vistu av. Men mannfolkid virkar naergangandi, og sum um at teir ikki eru vanir vid at siggja ljos konufolk.
I kvold fara vit a barbeque fest vid fleiri odrum, sum bugva a okkara hostelli. Og i morgin gongur leidin vidari til Guatemala.
Vonandi verdur ikki ov leingi til tit hoyra meira fra okkum.
Beei! :))
- comments