Profile
Blog
Photos
Videos
Hey aftur ;)
Ta vit hovdu verid i Belize i 2 dagar, gekk leidin til Guatemala. Men fyri at vera erligar, so anadu vit ikki, hvar i Guatemala vit vildu fara. Men hetta funnu vit skjott utav - ta vit komu ur taxa batinum ur San Pedro til Belize, stedgadi ein madur okkum, og spurdu um vit vildu til Flores i Guatemala. So upp a eitt-tvey-try vard funnid utav, hvagar leidin gekk ;)
Aftana ein 6 timar langan busstur, komu vit endiliga til Flores. Har var sera hugnaligt og oll voru sera blid. Madurin, sum koyrdi okkum, fann okkum skjott eitt hotel, sum bert kostadi 60 kr. um nattina fyri okkum allar ;) Nu hildu vit at tad var tid uppa at fara onkran tur(uppliva okkurt annad, enn at liggja a eini strond), og ti bilogdu vit okkum ein tur, har vit skuldu hyggja at ruinum og nogvum djorum ;) Farid var fra hotellinum kl. 05 30 um morgunin, fyri at siggja so nogv djor sum til bar, og um vit gjordu. Vit sodu millum annad eina krokudillu, fleiri slog av apum, nogvar eiturkoppar o.m.a. Men tad er serliga eitt upplivilsi, sum fer at liggja leingi i minninum, og tad er ta vit allar hildu i einum KEMPI storum eiturkoppi. Eingin av okkum trudi, at vit nakrantid i livinum foru at gera hetta, men nu eru vit sera stoltar av okkum og kunnu reypa eitt sindur! Hetta var eitt sera stort og svakt upplivilsi fyri okkum allar :)
Aftan a at hava verid i Flores i tveir dagar, valdu vit at fara til Atitlan, sum er eitt vatn longri suduri i Guatemala. Vit koyrdu fyrst i 8 timar til Guatemala City, sidani koyrdu vit ein tima til Antigua, og tann sidsti og tridi bussurin vardi uml 2,5 timar, og vit blivu settar av i Panajachel, sum er ein av teimum 15 bygdunum rundan um Atitlan. Vit mugu lika nevna, at okid oman moti Atitlan var otruliga fataksligt. Indianararnir budu i evarska litlum skurum, ein rugva av heimleysum hundum gingu allastadni, og vegirnir voru ooogiliga vanaligir! Vit hovdu hoyrt at San Pedro var tann besta bygdin av teimum, sum logu vid vatnid, so vit sigldu ur Panajachel til San Pedro i eini 25 min. fyri at finna okkum onkrastadni at bugva. Fyrst komu vit til eitt hotel, sum vit hovdu sad a internetinum, men har var so gravskitid og fult av eiturkoppum, at vit tjekkadu ut aftur aftan a ein halvan tima. Sidani gingu vit runt eina lotu og funnu eitt annad hotel, sum var biligari og reinari, so vit svovu har eina natt. Rundan um Atitlan eru eisini try gosfjoll, sum hovdu verid ahugaverd at sad, men vedrid var ikki av ti besta, so vit valdu at fara vidari longu dagin eftir. Vit foru ur San Pedro kl. 7 leygarmorgunin 7. nov. og voru i San Cristobal, Mexico 9 timar seinni. 9 FORFERDILIGIR timar i litlum og vanaligum bussum! Men tad var gott at vera komin til Mexico aftur :) ...
- comments