Profile
Blog
Photos
Videos
Halló! :)
Í lotuni eru vit triggjar staddar i Mexico City. Vit ferdadust vid bussi í 14 timar úr San Cristobal, Mexico. Heldigvís var hesin bussurin ikki líka vánaligur, sum bussurin úr Guatemala. Her vóru setrini stór, gód og bleyt. Eftirsum vit eru tríggjar, er tad sum oftast ein, sum noydist at sita, sova og t.l. einsamallur, hvor tad skal vera, orna vit vid "Stein, Saks og Pappír" :D Hesa ferd var tad Malan, id tapti og mátti sita einsamoll. Hetta var kanska fyri tad besta eftirsum at Malan ofta svevur fast, tí eftir at vit hava sitid i bussinum i eini 2 tímar, og vit allar eru sovnadar, byrjar Turid at fola eina hond nidri vid fotin hja saer, har sum taskurnar hja Sólrun og Turid standa. Hon vaknar av hesum og varnast at tad er drongurin, id situr framman fyri okkum, sum roynir at stjala ur okkara taskum. Hon sparkar til hann, vekjur sidan okkum og vit verda noyddar at sita undir okkara taskum allan vegin. Turid fekk illa sovid hendan langa busstúrin, ti drongurin royndi fleiri ferdir eftir hetta at stjala umaftur, men tibetur eydnadist tad ikki. Men hann hevur sikkurt stolid frá onkrum odrum i bussinum, og tad sá eisini út til, at hann stjol eitt kuffert.
Men vit koma sídan til Mexico City i ollum godum. Hetta er okkara naesti dagur her. Vit búgva á einum hotelli, deiligt at hava gódar sengur og egid wc vid HEITUM vatni aftur :) Fyrsta dagin fóru vit í býin fyri at hyggja okkum runt og fóru á ein marknad har tey seldu ymiskt. Í dag hava vit verid Sight Seeing vid einum bussi, har guidurin forklárar ymiskt um býin og bygningar í býnum. Hetta er ein bussur, sum man kann hoppa av, tá man vil, og koma uppí aftur, tá man vil. So vit fara moguliga umbord aftur um eina lotu.
Annars er ikki so nógv annad at fortelja her frá, av tí at vit bara hava verid her so stutt.
Vit skulu flúgva vídari til Los Angeles mikudagin 11. nov. So vónandi skriva vit okkurt aftur tá.
Alt tad besta til tykkum oll har heima!
Heilsan vit tríggjar ! :D Beei!
- comments