Profile
Blog
Photos
Videos
Heyhey! :)
Nu er tid til at uppdatera okkara blogg. Hopi ikki at tit hava bidad ov leingi. Sum sagt budu vit i Nadi, sum er hovudsstadurin i Fiji, a Nadi Bay Resort Hotel i nakrar dagar, eftir at vit hovdu bud a oyggini Nacula. Hotellid var gott, har voru tveir svimjihylar, tvaer matstovur, spa og ein filmstova. Vit budu i einum 4-mans kamari saman vid eini gentu sum longu tjekkadi ut dagin eftir, men neasta dagin tjekkadi onkur nyggjur inn, men vit sou ongantid vidkomandi fyrrenn um nattina, medan vit logu og svovu, vit hovdu allatid hildid, at tad var ein genta, men hetta var ein drongur, her laerdu vit, at tad kanska ikki altid er so smart at sova i litid av klaedum, hehe.
Teir fyrstu dagarnar gjordu vit ikki so nogv, og vit komu heldur ikki ordiliga i prat vid so nogv folk, ti tey flestu sum budu har, budu har bert eina natt, adrenn tey skuldu vidari til eina adra oyggj, ella adrenn tey skuldu flugva vidari til eitt annad land, ti hotellid liggur beint vid flogvollin. Men vit mottu nokrum folkum aftur, sum voru a Nacula, medan vit voru har :)
Vit hava leingi tosad um Skydiving, men tad er ofta at man bara tosar um tad og ikki ger tad. Men vit SKULDU gera tad, so vit foru at kanna malid. Vit funnu skjott fram til, at man kundi gera tad i Nadi og bookadu tad til dagin eftir, vit bookadu 45 sek. i frium falli, hetta eru 12000 fotur, 3,6km. Tad var kanska ringt at sova hesa nattina fyri nervum, men tad gekk.
Dagin eftir mottu vit vid nogvum nervum upp a kontorinum hja Skydiving firmanum. Vit mattu skriva undir uppa fleiri pappir, m.a. at vit kundu risikera at doyggja; sidan goldu vit og bilgodu eisini myndir og film av okkum, medan vit leypa. So filmin hava vit enn eftir at visa tykkum, ta vit koma heim. Vit mottu monnunum, sum skuldu leypa ur flogfarinum saman vid okkum og vordu sidan koyrdar til flogvollin, har ein litil propell flugvari stod klarur. Tad var bert plass fyri tveimum av okkum i flogfarinum so Turid og eg (Solrun) foru fyrst, medan Malan (sum kanska hevdi eitt sindur minni av nervum) matti bida til vit voru komnar oman aftur. Vit vordu bundnar fast til okkara partnara og settu okkum i flogfarid. Sjalvur flogtururin i hasum litla flogfarinum var vemmiligur, ti flogfarid var so litid, men tad var forbidi flott at hyggja ut, ti tad er so otrudliga flott a Fiji, og nervanir minkadu faktist av hesum. Men ta hurdin opnadist, og Turid skuldi gera seg klara at leypa, foru nervanir aftur i topp. Turid hevdi sjalvandi nogvar nervar, ti hon visti at tidin var komin, men tad var serliga eisini mega vemmiligt fyri meg at siggja Turid leypa ut, og vita at eg var tann naesta, men man ma bara ikki hugsa ov nogv og bara gera tad. I fyrstuni ta man leypur er tad eitt ordiliga lekkurt men somuleidis vemmiligt folilsi, men eftir kanska 3 sek. er tad ordiliga lekkurt at detta nidur i frium falli, og hasi 45 sek. foldust sera stutt, tad var ikki soleidis, at man allatid hugsadi: "Koyr falskermin ut, koyr falskermin ut", ti adrenn man visti av, var hann uti og man fekk eitt sovordid "Ov folilsi" og man hugsadi gaaalid hatta var kul og lekkurt. Men to var tad ein laetti at vita at falskermurin riggadi, og tad var forbidi flott og lekkurt fyri kroppin at hanga i einum falskermi og siggja allar oyggjarnar. Vit sloppu eisini at styra falskerminum sjalvar. Vedrid var sera gott hendan dagin, og sum tit siggja a myndunum, so eru vit i vanligum klaedum, onga drakt ella nakad, ti tad var so heitt.
Ta vit komu oman, stod Malan klar at taka imoti Turid og maer, men vit hovdu avtalad at vit ikki kundu tosa saman um upplivilsid fyrrenn Malan eisini hevdi provad tad, men vit sogdu vid hana, at hon kundi saktans royna 60 sek. stadin fyri 45 sek. ti hitt foldist ikki so leingi, so hon avgjordi at broyta tad til 60 sek. i frium falli hetta eru 14000 fotur :) Malan leyp saman vid einum odrum dreingi, og hon var eisini so heldig at sleppa at siggja hann leypa ut, adrenn hon sjalv skuldi.
Ta Malan endiliga kom oman, kundu vit triggjar tosa um upplivilsi og reypa fyri odrum, hvussu skrappar vit eru, hehehe! :) Enn folist tad so overuligt og man faer nogvar nervar av at hyggja at filminum.
Tann sidsta dagin foru vit ein tur ut i byin, slappadu av og soladu okkum vid svimmjihylin. Og sidan gekk leidin umbord a flogfarid vidari til Melbourne, Australia.
- comments