Profile
Blog
Photos
Videos
Bula!
Vit flugu ur Los Angeles leygardagin 14. nov. kl 22.30 og lendu a Fiji 16. nov. kl 5.00, so vit triggjar upplivdu ikki og sleppa heldur ikki at uppliva 15. november 2009! Vit hovdu ikki bilagt nakrastadni at bugva, ti vit hovdu fingid at vita frammanundan, at nogv arbeidsfolk fra ferdaskrivstovum foru at taka imoti okkum a flogvollinum, og so vard. Ein kona kom beinanvegin imoti okkum, forklaradi eitt sindur um ymisk stod a Fiji og gav okkum eisini halsketur, sum voru gjordar ur gaggum. Vit avgjordu at fara til Nabua Lodge, Nacula, sum er ein partur av Yasawa oyggjunum. Aftan a at hava siglt i 4 timar, komu vit fram. Folkini voru ordiliga blid og fitt, og stadid var lekkurt og hugnaligt. Vit kundu velja millum ymiskar aktivitetir at gera baedi morgun og kvold, so vit valdu at fara at snorkla (reef jumping) sama dagin. Vit sigldu eitt fitt petti fra oynni og hoppadu so uti, mitt uti a sjonum. Um kvoldid slappadu vit av, otu natturda og dansadu 2 slog av lokalum dansi (Buladance) og spaldu okkurt annad spael. Hetta gjordu vit hvort kvold aftan a natturdan. Dagin eftir valdu vit at fara til Blue Lagoon at snorkla. Eitt mega lekkurt stad vid heitum og koldum sjogvi hvort um annad, og vit sou oll mogulig slog av fiskum! Tad var sum at vera mitt i einum risastorum akvarium, og so sou vit eisini Nemo - ein appelsingulan fisk vid hvitum stripum :) Tridja dagin voru vit bara heima a Nabua Lodge og slappadu av, soladu okkum eitt sindur, spaeldu kort og annars tosadu vit vid hini folkini, sum budu har. Hetta kvoldid var barbeque-night, so vit fingu nogvan lekran mat vid fleiri slogum av salati afturvid, tad var ordiliga lekkurt. Hetta kvoldid royndu vit eisini kava, sum er nationaldrykkurin her. Hann er alkoholfriur, men sigst at gera folk heldur slov, um tey drekka ov nogv av ti. Hann smakkadi ikki av nokrum serligum - kanska mest av mold. Hetta kvoldid voru vit eini 24 a hostellinum, folk ur Spania, Eysturriki, USA, New Zealandi, Onglandi og Tysklandi, so tad var ordiliga hugnaligt. Fjorda dagin foru vit i eina holu, sum liggur halvan tima fra Nabua Lodge. Vit foru fyrst i eina stora holu, og skuldu svimja longur inn og undir vatninum, fyri at koma heilt inn i holuna. Har var myrkt og ekkoadi illa, ta man ropti. Vit voru har inn eina lotu og foru so heimaftur at gera okkum klarar og at pakka, ti vit skuldu avstad dagin eftir. Vit ivadust nogv i, um vit yvirhovur vildu avstad, ti at folkini voru simpelthen so blid og fitt vid okkum, og vit timdu illa at siga bei. Men so avgjordu vit at fara til Nadi i nakrar dagar, og her sita vit so nu. Endiliga sluppu vit inn a internetid aftur, aftan a at ikki hava latid hoyrt fra okkum i naestan eina viku. Vit bugva a Nadi Bay Resort Hotel og her er eisini hugnaligt og lekkurt. Vedrid hevur ikki verid lika gott sum uti a oynni, men tad hevur verid heitt og sol vidhvort allikavael. Vit aetla okkum at finna utav, um til ber at royna skydiving ella okkurt annad stuttligt her, og vit skulu nokk lata fraetta fra okkum so skjott sum gjorligt. Vonandi hugna tit tykkum lika nogv har heima, sum vit gera her :D Beiii!
- comments