Profile
Blog
Photos
Videos
Hey! :)
Vit komu til L.A. tann 11/11 og skuldu longu avstad aftur 14/11, men hoast so faar dagar, fingu vit nogv burturur. Vit budu a einum hostelli beint vid Santa Monica Beach. Fyrsti dagurin bleiv bara bruktur til at hyggja okkum umkring og sidan gekk leidin til eitt stort shoppingcentur i Beverly Hills, galid har var lekkurt og stort, og enn einaferd var tad ringt at halda saer vid at keypa klaedir o.a. sum man ikki hevur so nogv bruk fyri, ti ryggsekkurin ma helst ikki vera so tungur. Men ta vit skulu fara heim aftur, var tad blivid myrkt, og vit voru so oheldigar at taka skeivan buss heim, ta vit varnadust at vit koyrdu skeivan veg, mattu vit bara leypa av onkra stadni. Vit foru inn i eina kiosk og spurdu krambakvinnuna, um hon kundi ringja eftir einum taxa fyri okkum, men tad kundi hon ikki. Seinni spurdu vit ein mann, sum eisini arbeiddi, hann ringdi fyri okkum. Vit bidadu eini 40 min. eftir taxabilinum, men ta hann endiliga kom, liktist hann als ikki einum taxabili, hetta var ein flottur sportbilur og ein spanskttalandi madur sat i. Vit foru vid, og hann skuldi koyra okkum heim til hostellid. Men imedan vit koyrdu, kendu vit okkum als ikki aftur, og vit byrjadu at gerast bangnar. Vit byrjadu ennta at avtala, hvussu vit skuldu bera okkum at, um hann aetladi at kidnappa okkum ella okkurt (Gott at eingin skilir foroyskt, hehe). Tururin burdi tikid eini 20 min. Men eftir at hava koyrt i eini 50 min. setti hann okkum av uttanfyri hotellid. Vit skundadu okkum ur, betaldu fyri turin, foru inn a hostellid og hugsadu at hetta mattu vit ikki gera aftur. PUFF!!
Naesta dagin gekk leidin til Disneyland, hesaferd, heldigvis, vid einum touristbussi :) Hetta var ein hugnaligur dagur, vit provadu fleiri rutsjebanar, sou fleiri Disneyfigurar og tilikt, og vit komu ikki heim aftur fyrrenn um kvoldid.
Tridja dagin bilogdu vit ein sightseeing tur. Her sou og upplivdu vit mangt og hvat. Vit sou Hollywood skiltid, gingu a Walk Of Fame og koyrdu vit runt fyri at siggja hus hja kendum folkum. Vit sou husid hja Michael Jackson, har hann doydi, husid, sum Marilyn Monroe budi i i 50'unum, husid hja Adam Sandler, Steven Spielberg og Bill Cosby. Eisini sou vit Playboy Mansion og Pretty Woman hotellid. Men tey flestu husini voru dekkadi vid trodum, so man sa ikki so vael. Men ta vit koyrdu forbid gate'ina hja Steven Spielberg, opnadist gate'in, so vit sou nokkso vael inn. Aftana vordu vit sleptar av a eini kendari gotu, har oll tey riku shoppa, men vit voru ikki so heldigar at siggja nakran kendan. Seinast foru vit aftur til Santa Monica og stedgadu vid strondina.
Fjorda og sidsta dagin bruktu vit i Universal Studios, her sou og upplivdu vit eisini alt moguligt. Vit foru vid einum tokid, har vit kundu siggja, hvar tey hava upptikid fleiri filmar og seriur. Stuttligt var at siggja, hvussu tey gjordu toru, regn, vatnflod, eld og annad. Og eisini sma tricks, sum tey bruka i filmum, t.d. hvussu hurdarnar a onkrum husum, sum verda brukt i cowboyfilmum, vordu gjordar minni, fyri at menninir kundu siggja hagri ut. Ta hesin dagurin vard lidugur, foru vit i flogfarid og vidari til Fiji :)
- comments