Profile
Blog
Photos
Videos
1. apríl var ein deiligur dagur. Tá feiraðu vit øllum teimum, sum hava føðingardag í apríl-mánaða. Vit pyntaðu og gjørdu klárt úti, ímeðan børnini bíðaðu spent eftir at sleppa út at feira dagin. Seño Lore (leiðarin) fortaldi okkum at ein kvinna, sum var har og sum vit tíverri ikki minnast navni hjá, hevði arbeitt nógv tað seinasta árið, bara so hon kundi donera maskur, pynt, chips og cola til hesar føðingardagarnar. Fantastiskt at uppliva tað generøsa menniskja uppá handan mátan.
Børnuni sluppu út og man kann róligt siga at tann maturin tey fáa at eta er ikki lík tann, sum man er vanur við harheima. Klokkan var ikki meira enn 10.00 og tey byrjaðu dagin við at fáa kips og cola sum eitt lítið snack :) Eitt fullkomiliga no-go í DK og FO ;) So var dansur, andlitsmáling og bóltspæl á skránni og tey hugnaðu sær óført. Og vit :) Síðani var sangur á skránni og vit sungu Feliz cumple (happy birthday) fyri føðingardagsbørnunum. 3 køkur til uml 40 børn bleiv tað til, og faktist var tað meira enn nokk. Køkurnar blivu sendar runt til tey sum høvdu føðingardag, soleiðis at tey øll sluppu at blása ljós einaferð :) Hygg at myndunum :)
Sum sagt var hetta ein deiligur dagur :) og endin á degnum var ikki minst líka góður, tá okkara 1.apríl prank riggaði ómetaliga væl ;) .... ooog ja... vit hava banka upp undir borðið ofta eftir honduni, so vónandi verður einki stjolið...
KLEMM
Jenny Maria og Gunn :)
- comments