Profile
Blog
Photos
Videos
Í dag eru vit afturkomnar frá einum fantastiskum túri í Iguazu. Orsøkin til at túrurin fór hartil, var sjálvandi tí at Iguazu falls eru at síggja har. Iguazu falls er ein av "7 wonders of nature in the world" og er fantastiska flott at síggja og ikki minst at uppliva. Vit sóu fossin (fossarnar) frá tí Brasiliansku síðuni tann eina dagin og frá tí Argentinsku síðuni tann næsta dagin, har vit fóru ein bátatúr og sigldu undir tann eina fossin og blivu plaskvátar. Fantastiska flott og stuttligt..!!
Orð kunnu ikki lýsa hvussu tað var, so vit hava roynt at tikið nógvar myndir :) Tær vísa tó ikki heilt 100% hvussu flott og stórsligið tað var, so tað er bara at fara ein túr forbí har, um tit fara til SuðurAmerika einaferð :)
Vit tóku bussin frá Buenos Aires og aftur og tað tók uml. 18 tímar hvønn vegin. Vit hugsaðu at tað fór at vera ein laaaangur túrur, men bussurin var ikki bara bara. Vit høvdu luksus setir og fingu bæði døgurða og morgunmat. Hugnaligur túrur :)
Í morgin byra vit uppá tí síðstu vikuna í barnagarðinum... løgið at hugsa sær.. tíðin hevur floogið avstað.
Vit gleða okkum tó at koma heim til okkara kæru ;)
Klemm
Jenny Maria og Gunn :)
- comments