Profile
Blog
Photos
Videos
Heyyyy tiiiit :)
So er dagurin endiliga komin har vit hava tikið okkum saman og sett okkum niður at skriva eitt sindur um tær seinastu vikurnar her í Buenos Aires ;) Nú hava vit verið her í 4 vikur og hava enn 3 vikar at síggja framm til her í Buenos Aires.
Vit hava haft fleiri fantastisk upplivilsir síðan seinast. Vit hava t.d. verið til ein fótbóltsdyst, sum vísti seg at vera ein toppdystur. Stemningurin har var faaantastiskur, vit hava aldrin uppliva nakað slíkt fyrr. Stadium var fultsett, tó var áskoðaraplássið hjá útiáskoðarunum heilt tómt. Orsøkin til hetta er at tað fyri 2 áðrum síðanum einans var lov hjá limunum í feløgunum at síggja heimadystir, pga. rokið ímillum hooligans. Tískil var tað í hesum dystinum millum River og San Lorenzo einans reyðir og hvítir áskoðarir (River). Hetta var undarligt at upplivað, tí mótstøðu liðið fekk ongan uppbakning yvirhøvur og tað bleiv bert "buah" eftir teimum. Eitt annað sum var fantastiskt at uppliva var at áskoðararnir sungu og heppaðu frá tí teir komu inn í stadium og til teir fóru aftur. Á veg heim koyrdi ein bussur framvið okkum við opnum hurðum og vindeygum har áskoðarir sungu og skrálaðu og feiraðu at teir vunnu dystin, man skuldi næstan trúð teir vóru meistarir (men River liggur vist nokk ik eingongd serliga væl fyri í ár!). So sigast kann at tey ganga sera høgt upp í fótbólt her. Fótbóltsblusur eru at síggja aaaaaallastaðni her!
Høvuðsorsøkin til at vit eru her, er at vit hava valt at tikið nakrar vikur úr okkara skema til at arbeiða frívilligt í einum barnagarði uttanfyri Buenos Aires. Vit vistu ikki tað stóra um arbeiði áðrenn vit komu her, men aftaná einum fundi við organisatiónuni fingu vit alt tað praktiska uppá pláss. Vit arbeiða á einum barnagarði, sum er 2 tímar frá centrum, har vit búgva. Vit skulu taka Subte(metro), tok og so ein lokalan buss til at koma framm til barnagarðin, aftur og framm. Tað vil siga 4 tímar við ferðing pr. dag. Tað kann vera strævið til tíðir, men í síðsta enda alt tað vert. Børnini eru so fitt og deilig og hóast livikorini eru fátækslig, so eru tey altíð glað og smílandi. Umstøðurnar í barnagarðinum eru ikki akkurát tað vit eru von við. Fyrst skal sigast at barnagarðurin er í einum kjallara í einum húsum. Har eru tvær stovir, tann eina er deild uppí 2: til ein køk og eina stovu til uml 30 børn á 4-5 ár. Hin stovan rúmar uml 15 børn 2-3 ár. Tey hava eitt lítið innhegna økið uttanfyri, sum er væl 4x7 metrar og tak útyvir (minnir meira um ein carport). Tað besta tey hava man vera ein rusjubani og so 2 reiggjur, so hugflogi verður væl nýtt til annað spæl. Børnini eru bert í barnagarð til beint eftir døgurða, har tey fáa bæði morgunmat og døgurða. Hóast har ikki eru nógvir pengar at taka av, so læra tey nógv og gera okkurt kreativt næstan hvønn dag: Mála, tekna, líma, klistra osf.
Tað sum yvirraskar okkum mest, er hvussu væl tað fungerar hóast tað bert eru tveir "pedagogar" og tvey hjálparfólk til 45 børn. Vit arbeiða mest í stovuni har 4-5 ára gomul børn eru og Seño Vivi (sum hevur ábyrgdina har). Vit trívast rættiliga væl og hóast vit ikki kunnu kommunikera so væl ígjøgnum málið, bæði tí vit ikki duga spanskt og tær ikki enskt, so føla vit okkum sera væl móttiknar. Tær, ið arbeiða har eru ordiliga fittar og hjálpsamar. Tann eina dagin regnaði tað so nógv at tann lokali bussurin ikki koyrdi, tí at kloakkirnar eru sera vánaligar og vegurin ikki er av asfalti, og tískil bleiv til runu. Tær skaffaðu okkum ein lokalan taxa, sum skuldi koyra okkum til tokstatiónina, tann eina kom við okkum, so vit ikki viltust - tíbetur! Hálvavegis steðgaði bilurin (um man kann kalla tað ein bil) upp og hon var so fitt at bjóðað okkum heim til sín inntil tað sleyt í. Har heilsaðu vit uppá allari familjuna hjá henni, og sum hon búði saman við. Blíðskapurin her er nakað tann sami sum á okkara deiligu oyggjum og vit elska tað.
Tey eru sera heldig at hava so góðar kreftir í barnagarðinum, sum taka sær so flott av so nógvum børnum. Børnini hava eisini sera stóra respekt fyri lærarunum og akta sera væl. Endamálið við hesum barnagarðinum er at fáa børnini eitt trygt stað (har tey eisini kunnu læra), meðan foreldruni eru til arbeiðis, tí tað er nokkso vanligt at syskini taka sær av teimum og tí ikki kunnu fara í skúla.
Nú mugu vit steðga fyri í kvøld. Skulu upp kl 06.30 og til arbeiðis. Tit hoyra skjótt frá okkum aftur. Upplivingarnar eru nógvar, men tíðin knøpp ;) KLEMM
Gunn & Jenny Maria <3
- comments