Profile
Blog
Photos
Videos
Fríggjadagur 14. januar
Hey tit :)
Í morgun blivu vit vakt kl. 6.45, av tí at vit máttu eta morgunmat, áðrenn vit fóru víðari kl. 8. Morgunmaturin var sera lekkur, har vit m.a. kundu fáa stokt egg, eggjakaku, vatnmelón, fransbreyð o.a. So vit fóru allar mettar og vælsettar avstað við einum lítlum bussi. Her møttu vit tí sætta persóninum, sum eisini skuldu vit okkum út í jungluna. Hesin æt Stephano, sum er 39 ára gamal og frá Italia. Við okkum høvdu vit eina guide, sum æt Noi og stuttligt nokk æt sjafførurin Nai :)
Tað fyrsta, vit vóru og vitjaðu, var ein fossur, sum verður kallað Sai Yok Noi Waterfall. Tað sermerkta við hesum fossinum er, at "Death Railway"-vegurin gekk beint við henda fossin - her vóru leivdir at síggja av skinnarunum.
Næsta staðið, sum varð vitjað, var "Hellfire Pass memorial museum". Hetta er eitt museum, sum er til minni um tey, sum doyðu, meðan jarnbreytin bleiv gjørd. Áðrenn farið var inn á museum'ið, gingu vit oman gjøgnum nakrar trappur. Tá vit vóru komin oman, vóru vit komin til har jarnbreytin gekk, áðrenn hon bleiv bombað. "Hellfire Pass" er eitt petti av "Death Railway" - um tit vilja vit orsøkina til, at hetta ávísa petti av "Death Railway" eitur so, kunnu tit googla tað ;) Ordiliga intressant, men óhugnaligt..
Aftaná vit høvdu etið døgurða frá teimum lokalu, gekk leiðin til "Hindad Hotspring". Her eru heitar keldur, so tey hava gjørt tveir "svimjihylar", har ein var 30-35 gradir og hin 40-45 gradir. Við síðirnar av svimjuhylunum lá ein á, har vatnið var kalt. Her fóru vit øll - uttan Gunnvá (so hon var kamera-maður) - so at svimja. Vit byrjaðu í tí kalda vatninum. Tað var ordiliga lekkurt, av tí at tað var deiliga heitt veður. Hareftir fóru vit so fyrst í tað miðal heita vatnið og so í tað ordiliga heita. Siðani runnu vit ímillum tað heita og kalda vatnið :) Ordiliga lekkurt! :)
Hareftir gekk leiðin í jungluna! :D Vit skuldu byrjað við at ríða á elefantum í ein tíma. Elefantarnar vóru útgjørdur við sovorðnum træi á rygginum, soleiðis at tað bar til at sita á teimum - her sótu Gunnvá og Malin. Gurið sat á hálsinum. Hetta var eitt ordiliga upplivilsi! :D Tá vit vóru komin í helvt skiftu Gurið og Malin um pláss. Gunnvá vildi bíða at royna hetta, inntil vit vóru steðgaði við at ganga. So skuldu vit ganga í 2 og ½ tíma ígjøgnum tað tøttu jungluna. Hetta var sera spennandi - serliga tá vit fingu at vita, at um tað vóru slangur nakrastaðni, so vóru tær øgiliga ringar at síggja, so man kundi gott traðka á tær. Og um man kom til at traðka á tær, bitu tær okkum - ikki gott tá tær eru giftigar :p Men til alla lukku sóu vit bara massavís av eiturkoppum. Afturat okkum var ein eldri thailendari komin. Hesin skuldi spæla uppá nadav (úttalað 'nadi'), meðan vit ótu nátturða. Tá vit vóru komin í helvt byrjaði at skýma, og løtu aftaná var ordiliga myrkt. Her gingu vit báðar penar - myrkt í jungluni og eingin av okkum hevði lummalykt við! Men tíbetur hevði ein av guidinum lummalykt við, so vit sloppu at lána :)
Tá vit vóru komin fram til bambushytturnar, byrjaði guidirnar at gera mat til okkum. Eftir at hava etið, settu vit øll okkum við bálið, tí vit vóru so køld. Tann eina guidin koyrdi thailendskan tónleik frá á telefonini, so hetta var ordiliga hugnaligt. Tá vit vóru á veg í song, fingu vit hvør sítt armband, ið guidin hevði gjørt út bambus.
Klemm Gurið og Gunnvá :)
- comments